Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Viðareiði: – Okkara hægsta ynski er at fáa eitt ordiliga fjós til hestarnar, siga tær tríggjar við ein munn - 15 ára gamla Lydia Hvannastein Sørensen, 13 ára gamla Hanna Mohr og 13 ára gamla Elsa Lydersen. Ein slíkan illveðursdag sum miku dagin í farnu viku vóru hest- arnir báðir uttandura. Lítil ivi man vera um, at var møguleikin til tað, høvdu teir uttan iva dámað betri at staðið trygt og turt í einum fjósi. Sum støðan er í dag, finst einki slíkt á Viðareiði og sum beinleiðis er gjørt til hestar. – Tá veðrið er ordiliga keðiligt, plaga vit at taka teir inn í eitt fjós longur uppi og sum vit plaga at læna, siga tær. Sum skilst er bati í væntan, tí eitt størri fjós fer at verða bygt, har hestarnir helst eisini kunnu fáa eitt pláss. Eigur hest Tað eru rættiliga nógvar gentur sum hava stóran áhuga í hestum. Og hesar tríggjar eru einki undantak í so máta: Tær elska hestar, sum hesi trý dømini greitt vísa. – Tá eg var barn, var ein maður her í bygdini sum hevði ein hest. Og eg var altíð hjá honum, greiðir Lydia Hvannastein Sørensen frá. – Tað var einaferð ein kona her norðuri sum passaði tvey ross. Tað var meðan eg gekk í 2. ella 3. flokki, haldi eg. Og tá brúkti eg nógva tíð saman við rossunum og slapp ofta at ríða á teimum, sigur Hanna Mohr. Tann triðja teirra, Elsa er í teirri hepnu støðu, at hon sjálv eigur annan hestin - Kira, ið er ættaður úr Vágum. Hin hesturin eitur Tekla. – Ja, eg eigi tann eina hestin, sigur hon. - Eg havi havt hann í eitt ár. – Eg var eisini við til Vága kapp- ingina í fjør, og tá vann eg mítt “rytt”, sum Elsa tekur til. snorri@sosialurin.fo Eitt hEstaarbEiði ÍTRIV - Vit elska hestar, siga tær tríggjar hesta-hugaðu vinkonurnar á Viðareiði, Lydia, Hanna og Elsa. - Vit eru hjá hesum báðum hestunum minst eina ferð um dagin. HESTAR Hestar hava alt at týða fyri hesar. Kanska tær fáa eitt fjós til hestar einaferð í framtíðini - Elsa Lydersen, Lydia Hvannastein Sørensen og Hanna Mohr FB-bólk Tær tríggjar vinkonurnar - Elsa, Lydia og Hanna - eru hóast sín unga aldur ógvuliga hugaðar fyri at veita hestunum bestu umstøður. Í løtuni er einki fjós til hestar á Viðareiði, men fyri at vísa á áhuga sín fyri hesum, stovnaðu tær í fjør ein bólk á Facebook til frama fyri hesum endamáli. Enn er so lítið ítøkiligt hent í hesum máli. Men tær hava í øllum førum brúkt tað sosiala netverkið til at vísa á henda tørvin. Kanska gerst tað veruleiki einaferð í framtíðini.