mikudagur 9. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tunnilin MÁ
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Viðareiði: Í nógv ár hevur verið
tosað um ferðasambandið til
bygd ina her norðast á Viðoynni.
Hvønn dag koyra hundraðtals
bilar eftir vegnum millum Viðar
eiði og Hvannasund. Og tað er
nærum ikki dagur, at ikki grót og
stórir steinar detta oman á vegin,
har eisini bratt er niðurfyri.
Nógvir viðingar bera tí ótta
fyri, at tann stóra vanlukkan
skal henda onkrum. Tað kann
vera ein bilur sum verður rakt
ur, ella í ringasta føri ein buss ur
fullsettur av kátum skúla børn
um.
– Eg orki næstan ikki at hugsa
handa tankan. Men tað hevði
verið ein tragedia um tað hendi,
sigur Rói Absalonsen, sum situr í
Viðareiðis bygdarráði, men ann
ars siglir sum dekkari við Norð
borg.
Tað eru uttan iva fleiri, sum
kundu hugsað sær at búsett seg
í náttúruvøkru bygdini. Men tað
eru helst mong teirra sum ikki
hætta sær hetta, soleingi sum
vegasambandið er so sum tað er í
dag. Bygdin er tíbetur spard fyri
stórar vanlukkur higartil, men
spurningurin er bara hvussu
leingi aftrat?
– Tað er eingin ivi: Vit mugu
fáa ein tunnil til Viðareiðis, slær
hann rimmarfast.
Avlýstur
Rói Absalonsen var henda miku
morgunin í farnu viku farin
úr heimbygdini á eitt skeið á
brandskúlanum við Áir.
Hetta var ikki dagurin við tí
besta veðrinum, tí bæði vindur
og hvirlur gjørdu sítt til at firðir
og sund stóðu í einum roki og
trup ult var at koyra henda
túrin.
Sjálvur mátti Rói koyra eftir
Viðar eiðisvegnum,
sum
av
mong um verður skýrdur sum
ein deyðs fella. Men hetta forð
ar kortini ikki fólki í at fara av
bygdini, annaðhvørt tað so er
til arbeiðis, skúla ella øðrum
ørindum.
– Ja, tá eg fór av húsum, áðr
enn klokkan 7 í morgun, tá lá
grót á vegnum. Og tá eg komu
aft ur fyri eini løtu síðani (um
2tíðina, blaðm.), tá lá aftur grót
á vegnum.
– So tú skilir, at hetta er altso
ikki ein heilt vandaleys leið at
koyra eftir, sigur Rói álvar sam
ur.
Á vegnum suðureftir møtti
hann skúlabussinum, sum var á
veg til Viðareiðis, í øðrum tunli
num.
– Men sum eg skilti kom
hann ikki so langt, tí túrurin
bleiv avlýstur av teirri orsøk, at
tað var als ikki veður at koyra
norður.
Tunnilin kemur
Við seinasta kommunuval varð
Rói valdur sum ein av fimm
bygdar ráðslimum á Viðareiði.
Framm anundan hesum hevði
hann eisini verið uppstillaður til
løgtingsvalið fyri fólkaflokkin.
Í bygdarráðnum hava teir
eis ini havt hetta málið um vega
sambandið til Viðareiðis frammi,
og hava millum annað havt
fund ir við myndugleikarnar og
við rættarnevndina hjá løg ting
inum.
– Vit tosaðu við teir bæði um
tunnilssambandið
norður
til
okkum (tað er: millum Hvanna
sund og Viðareiði) og síðani víð
ari til Klaksvíkar (tað er: norður
um Fjall).
– Og sum eg skilji tað nú, so er
ein verklagslóg um ein tunnil til
Viðareiðis á veg í løgtingið, sigur
hann fegin á málinum.
Ikki bara grenja
Nógv hevur verið tosað um far
leiðina hjá viðingum, og hetta
hevur Rói eisini fylgt væl við í,
hóast hann er nógv burturi til
skips.
Hann
hevur
kortini
lagt
merki til eitt, og tað er at nógv
av tosinum hevur líkasum ein
negativan tóna:
Altso at ein heftir seg við tað
keðiliga alla tíðina; at vegurin er
so og so vandamikil; at tunlar nir
eru so og so ringar, og so fram
vegis og so framvegis.
– Ein má bara ansa eftir, at ein
ikki bara grenjar og fokuserar
uppá tað negativa, tí tað kann
vera so skjótt at ein forskrekkir
fólk vekk.
– Eg vóni sjálvandi ikki at
nakar ikki skal tora at búseta seg
her norðuri hjá okkum. Men vit
mugu ikki bara hugsa negativt,
sigur Rói. – Tí vit hava í roynd og
veru so nógv gott at bjóða her
norðuri.
Framá
Tað sum bæði undrar Róa, tíð
inda tænastuna og mong onnur
er, at hóast vegasambandið við
umheimin er vánaligt og vanda
mikið, so veksur bygdin kortini.
Ein má ansa eftir, at
ein ikki bara grenjar og
fokuserar uppá tað negativa,
tí tað kann vera so skjótt at
ein forskrekkir fólk vekk
MENNING - Allir viðingar ynskja betri og tryggari farleið til bygdina. Viðareiðisvegurin
er ikki ein haldbar loysn í dag, og tí síggja vit fram til at fáa ein tunnil, sigur 27
ára gamli Rói Absalonsen á Viðareiði. - Fólkið livir hvønn dag í ótta fyri, at okkurt
álvarsamt skal henda. Vit ynskja eina tryggari farleið nú, áðrenn nakað hendir.