Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 26 Sosialurin Oyggjablaðið Fínt at arbei FLAKAVIRKI Tey munnu vera omanfyri 20, sum eru til arbeiðis á Norðfra her í Norðdepli henda illfýsa mikudagin í farnu viku. Millum tey er 21 ára gamli viðingurin, Esmar Hvannastein Sørensen sum hevur arbeitt her í skjótt tvey ár. - Hetta er eitt ótrúliga gott arbeiðspláss. Frá fiski til politi Í summar eru liðin tvey ár, síðani Esmar byrjaði at arbeiða á Norðfra. Men tá er eisini liðugt við tí í hesum umfarinum. Hann ætlar sær tá niður til Danmarkar í skúla. Í fyrstu syftu ætlar hann at taka HF-prógv, og síðani ætlar hann sær víðari á útbúgvingarleið. - Og aftaná tað ætli eg mær inn á politi-skúlan, sigur hann spentur á málinum. Men í dag má fyrst fyllast í enn eitt trøllakar. So kann hann hugsa víðari um framtíðina.