mikudagur 9. mars 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Norðdepil: Tað er nóg væl, at fólk
hava hættað sær til arbeiðis henda
dagin á virkinum.
Veðurgudarnir hava víst seg
frá síni ringu síðu, við vindi og
hvirlum, heilt upp um 40 metrar
um sekundið. Hetta hevur kortini
ikki forðað arbeiðsfólkunum í at
koma til arbeiðis.
Tey eru komin ymsastaðni frá,
og hava henda morgunin “trodsað”
bæði veður og vind. Teimum í huga
liggur henda kenslan av arbeiðssemi
og ábyrgd, at tey vilja vera við til at
tryggja teirra arbeiðspláss í dag og
í framtíðini.
- Ja, eg fari í øllum førum glaður
til arbeiðis hvønn dag, sigur Esmar
Hvannastein Sørensen, sum vit
hittu fyrrapartin, júst sum hann
var liðugur við kaffisteðgin.
Hann stóð tá við printmaskinuna,
ið skrivar út etikettirnar til pakn-
ingin. Hetta kann hann tað sama
gera, áðrenn hann fer aftur á
virkið.
Gott er við einum kaffisteðgi,
men gott er helst eisini at koma
aftur til sítt fasta pláss í før oysku
flakavinnuni - her við band-
frystaran á Norðfra.
– Í dag er aftur nógv at gera.
Upsi
Esmar Hvannastein Sørensen hevur
roynt ymiskt innan fiskivinnuna á
sjógvi og landi, hóast hann bert er
21 ára gamal.
Eftir at vera liðugur við 10. flokk
fór hann til skips við Ågot í hálvt
ár og síðani við Jákup B í nærum
tvey ár. Men á sumri í 2009 avgjørdi
hann at finna sær arbeiði í landi.
Við fiskivinnuni er altíð talan
um upp- og niðurgangstíðir, og tá
tað vísti seg, at tað gekk verri og
verri, avgjørdi Esmar at fara í land
fyri skjótt tveimum árum síðani.
– Eg hugsaði bara sum so, at tað
mundi loysa seg betri at vera í landi.
Og tí arbeiði eg her, sigur hann við
einum brosi.
Her stendur hann aftanfyri
band frystaran á Norðfra, har ein
av hansara uppgávum er at gla sera
flakið sum kemur framvið, annað-
hvørt talan so er um tosk, upsa ella
hýsu.
– Men sum tað er beint nú, er
tað mest upsi sum verður koyrdur
ígjøgnum, greiðir Esmar frá.
8 til 4
Nógv eru tey sum halda, at tað ikki
kann vera nøkur framtíð, serliga
mennandi ella spennandi at skula
arbeiða á einum flakavirki.
Hesum er Esmar kortini ikki
samdur í. Her á virkinum í Norð-
depli dámar honum væl at vera.
– Eg meini, – hetta er jú eitt
arbeiði. Og serliga nú ið ein hoyrir
um, at so nógv eru arbeiðsleys, skal
ein bara vera glaður fyri at man
hevur eitt arbeiði at fara upp til,
sigur hann.
Vanliga møta tey klokkan 8 um
morgunin og fara síðani til hús
klokkan 4. Onkutíð verður arbeitt
eitt sindur longur.
Sum hann, ið stendur við band-
frystaran, er Esmar í seinna enda í
framleiðsluni, og tí kemur tað meiri
enn so fyri, at hann fer seinni frá
virkinum enn hini.
– Ofta liggur nakað nógv niður-
fyri, og tað mugu vit so koyra ígjøg-
num fyrst, áðrenn vit fara til hús.
Trívist
Henda morgunin vit hittu Esmar
var hann sum nevnt júst liðugur
við kaffisteðgin.
Tað er altíð stuttligt at koma til
kaffisteðg, tí tað fær ein prátað við
fleiri av hinum, ið hann bert sær
undir arbeiðinum.
Á Norðfra eru fólk í øllum aldr-
um og ymsastaðni frá, millum
annað frá heimbygd hansara, og tað
dámar tí unga Esmari sera væl.
– Tað er eisini í fínasta slag, at
vit eru so nógv ung sum arbeiða
her. Eg haldi, at vit øll trívast væl á
virkinum, staðfestir Esmar.
– Vit hava tað gott, og okkum
dámar best, tá nógv er at gera.
snorri@sosialurin.fo
ða í Fiski
Trøllakar
Esmar Hvannastein Sørensen
arbeiðir aftanfyri bandfrystaran,
og haðani verður tann lidna
vøran koyrd í tað sum tey á
fakmáli kalla eitt trøllakar.
Eitt trøllakar er ein stór pappdós,
ella hvussu man nú skal nevna tað,
hagar tey glaseraðu fløkini verða
fylt í, til dósin ella karið er á tremur.
- Tá eru íalt 525 kilo av flaki í. So
tú skilir, at tað er rættiliga stórt,
sigur hann við einum brosi.
VIRÐI
Vørurnar hjá Norðfra í Norðdepli eru væl umtóktar
av fólki kring landið. - Beint nú er tað mest upsi, ið fer
ígjøgnum, sigur Esmar Hvannastein Sørensen
Vit hava
tað gott, og
okkum dámar
best, tá nógv
er at gera
Nú ið ein hoyrir um, at so
nógv eru arbeiðsleys, skal ein
bara vera glaður fyri at man
hevur eitt arbeiði at fara upp til
GOTT ARBEIÐI
- Eitt arbeiði er eitt arbeiði, óansæð
um summi ikki halda tað vera serliga
fínt, sigur Esmar Hvannastein
Sørensen, sum her koyrir fløk í eitt
av stóru trøllakørunum á Norðfra
í Norðdepli. - Tað er frægari at
arbeiða, enn at ganga fyri einki