Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 28 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Synd er at siga, at 26 ára gamli søldfirðingurin, Andy Olsen, fekk nakra serligan byrjan hetta kapp­ ingarárið, tí tá ÍF leygardagin spældi ímóti EB/Streymi í Eystur oyar kapp­ ingini, fekk hann ein skaða, ið fer at kosta honum tað mesta av hesum kappingarárinum. – Eg stóð einsamallur úti í síðuni, tá eg so bakkaði eitt sindur, og tá hoyrdi eg ein brest. Eg mátti hyggja aftur um meg, tí eg ivaðist ikki í, at her var okkurt heilt galið, greiðir Andy frá hendingini, tá hann fekk skaðan. – Ta einu løtuna hugsaði eg, at bara tað ikki var onkur, ið hevði skotið eftir mær, og eg bleiv sera kløkkur av hesum. Hann fekk ikki staðið á beinunum og bleiv kannaður beinanvegin, og tað vísti seg, at hann hevði slitið hælsinuna. Hetta er ein av teim um keðiligu og tíðarkrevjandi skað­ unum, sum í fyrsta lagi krevur skurð viðgerð og síðani eina drúgva upp venjingartíð. Má binda frið – Mánadagin var eg lagdur undir skurð og tað gekk tíbetur væl í all ar mátar. Men útlitini eru einki serlig, tí hetta merkir, at eg noyðist at binda frið í fleiri mánaðir, sigur Andy, sum eftir skurðviðgerðina hevur fingið beinið lagt í gips. – Um væl vil til, fái eg kanska teir síðstu fimm dystirnar við hetta kappingarárið. Tað var ikki tað, eg ætlaði í ár, tí tað sær so spenn andi út hjá ÍF, at eg heldur enn fegin vildi verið við so nógv sum møgu ligt. Men nú má eg finna meg í, at mín stuðul bara kann vera frá áskoðara­ pláss unum. Andy Olsen hevur fingið sín fót­ bóltsuppvøkstur í NSÍ, men hevur síðani á sumri í 2008 spælt við ÍF, og har er hann fallin sera væl til. Andy er hálvur fuglfirðingur, so tað kendist av tí sama heldur ikki so fremmant at skifta frá NSÍ til ÍF, og hann hevur eisini havt trý góð kappingarár í Fuglafirði. – At sita við beininum í gipsi er ikki akkurát nakað fyri meg, tí eg havi ongantíð havt nakað ser ligt av skaðum frá fótbóltinum. Hetta er mín fyrsti álvarsligi skaði nakr­ antíð, og eg havi ongantíð havt meira at drigist við, enn at tað hev­ ur kostað mær ein dyst. Eg havi ongan tíð verið so mikið skaddur fyrr, at eg havi mist tveir dystir, sigur hann. ÍF styrkir seg At Andy kemur at sita uttanfyri mest sum alt hetta kappingarárið, kem ur sjálvandi eisini illa við hjá ÍF, tí Andy hevur verið ein av teimum, ið hevur roynst væl og enntá skotið heilt fitt av málum. Men sambært heimasíðuna hjá ÍF er sáttmáli gjørdur við ein nigerianskan álops­ spælara, sum kanska skal royna at fylla tómrúmið eftir Andy. Talan er um 23 ára gamla Christian Muomaife, ið tey rópa Chris, sum hevur spælt í donskum fót bólti í eini fimm ár. Millum ann að hevur hann spælt 81 dystir og skotið 17 mál fyri Viborg FF, um framt at hann hevur verið út­ leigaður til Hobro í fjør, har hann tó ikki fekk so nógv burturúr, tí hann var skaddur meginpartin av tíðini. Nigerianski álopsspælarin var og royndarvandi í Fuglafirði í februar, og tá vísti hann so mikið, at ÍF nú hevur gjørt sáttmála við hann fyri kappingarárið 2011. hilmarjan@sosialurin.fo Andy missir alt árið Fótbóltur – Um væl vil til, fái eg kanska teir síðstu fimm dystirnar við hetta kappingarárið, sigur Andy Olsen í ÍF, sum leygardagin var so óheppin at slíta hælsinuna ÚtI Alt ÁrIÐ Andy Olsen (uttast til vinstru) var leygardagin so óheppin at slíta hælsinuna, og tað merkir eftir øllum at døma, at hann ikki kemur at spæla stórvegis fótbólt fyri ÍF hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Í mong ár var Eysturoyarkappingin burturi, men fuglfirðingar hava blást lív í hana aftur, og verður hon spæld eftir sama leisti sum Klaksvíkskappingin. Tað vil siga, at fyrst eru tveir innleiðandi dyst­ ir millum fýra lið, og síðani verð ur spæld finala og dystur um triðja­ pláss. Spælt verður um ferðasteyp, ið P/f Petur Larsen hevur latið, og tað kann vinnast til ognar við at vinna kappingina tríggjar ferðir á rað ella fimm ferðir tilsamans. Fyrri innleiðandi dysturin var hóskvøldið millum ÍF og Víking, og har royndust gøtumenn og leir­ víkingar betur, tí teir vunnu 4­2. Í hinum innleiðandi dystinum, sum var fríggjakvøldið, vann NSÍ 1­0 á EB/Streymi, men hóast bara eittans málið kom, var talan um nógvan álops fótbólt, skilst. Úrslitini merktu, at dysturin um triðjapláss beint eftir døgurða leygardagin skuldi spælast mill­ um ÍF og EB/Streym, men av tí at hesin dysturin endaði við javnleiki 2­2, gjørdist neyðugt við brots­ sparks kapping. Hana vann ÍF 4­3, so tí gjørd ist ÍF nummar trý og EB/ Streym ur nummar fýra. Í finaluni millum Víking og NSÍ, sum var spæld seinnapartin leygar dagin, vann Víkingur 2­1 og vann sostatt kappingina, meðan NSÍ bleiv nummar tvey. Líkt er til, at toppskjúttin í fyrraárið, Finnur Justinussen, er vælkoyrandi aftur, tí hann skjeyt fýra mál fyri Víking í báðum dystunum í kappingini. hilmarjan@sosialurin.fo Víkingur best í Eysturoynni Fótbóltur Fýra tey fremstu eysturoyarliðini í farna kappingarári hava spælt sínamillum Eysturoyarkapping í Fuglafirði