mikudagur 9. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Í hesum døgum er føroyska fót
bóltslandsliðið hjá monnum á venj
ingarlegu í Malaga, og sum vant,
verða spældir venjingardystur ímóti
feløgum, sum eisini eru á venjingar
legur har. Tann fyrsti av hesum
var í gjár á Marbellaleikvøllinum
ímóti finska meistaraliðnum, HJK
Helsinki.
Finnarnir fingu eina sera góða
byrjan, tí ikki var meira enn eitt
korter farið, so vóru teir á odda 20.
Fyrst skoraði Akseli Pelvas við ein
um góðum skoti í fimta minutti,
og tá eitt korter var farið, fekk
HJK Helsinki eitt brotsspark, sum
Teemu Pukki setti í netið.
Finsku meistararnir høvdu mun
in fyri steðgin, men 20 leiðslan
fekk teir so líðandi at slaka nakað,
sam stundis sum føroyska liðið tók
seg fram, so tað í seinna hálvleiki
var rættiliga javnt. Spælt var við
lív og sál, og sum skilst, hildu finnar
dystin vera á nøkulunda sama stigi
sum ein vanligur dystur í bestu
finsku deildini.
Arnbjørn skoraði
Arnbjørn T. Hansen, ið var topp
skjútti í landskappingini í fjør, gjørdi
nógv um seg í føroyska álopinum,
og hann fekk eisini minkað um
munin, tá eitt gott korter var eftir.
Ein annan stóran møguleika fekk
hann eisini, tá hann gjørdist leysur
við HJKmálverjanum, men fekk tó
ikki mál.
Í staðin gjørdist tað Berat Sadik,
ið kundi økja um finska sigurin sjey
minuttir fyri tíð, tá hann skoraði til
endaliga úrslitið, 31. Yvirhøvur vóru
finnarnir skjótir og kropssterkir, so
unga føroyska manningin fekk seg
rættiliga roynda í hesum fyrsta
dyst inum.
Longu í dag er aftur ein venj
ingar dystur á skránni hjá Alands
liðnum, sum spælir ímóti Malaga,
og fríggjadagin verður spældur
venj ingardystur ímóti landsliðnum
hjá Gibraltar.
Føroyska liðið: Meinhard Joensen
– Jónas Þór Næs, Jóhan T. Davidsen,
Pól Jóhannus Justinussen, Erling
Jacobsen – Rógvi Poulsen, Levi
Hanssen,
Justines
R.
Hansen,
Christian R. Mouritsen, Símun
Samuelsen – Arnbjørn Hansen. Inn
komu: Bogi Løkin, Hjalgrím Elttør,
Hallur Hansson, Øssur Dalbúð.
hilmarjan@sosialurin.fo
Føroyar taptu
fyri finnum
Fótbóltur Fyrsti
venjingardysturin hjá
A-landsliðnum var
í gjár ímóti finska
meistaraliðnum,
HJK Helsinki, sum
vann 3-1. Arnbjørn
T. Hansen skoraði
føroyska málið
OV StuttIr
Arnbjørn T. Hansen og hinir á A-landsliðnum gjørdust
ov stuttir í fyrsta venjingardystinum, sum var í gjár
ímóti finska meistaraliðnum, HJK Helsinki
Mynd: FSF
Hilmar Jan Hansen
Kravið undan dystinum var
heilt einfalt, at Føroyar skuldu
vinna, samstundis sum Malta
ikki tapti, tí so komu Føroyar
víðari sum bólkavinnari. Malta
kláraði sítt við 11 javnleiki
ímóti Armenia, meðan før
oysku kvinnurnar í evstu løtu
taptu fyri Georgia.
Tað var eitt brotsspark
langt inn í yvirtíðina, ið elvdi
til tapið. Kortini kundi tað fyri
so vítt gera tað sama, um tað
gjørdist tap ella javnleikur,
tí tað einasta, ið taldi, var ein
sigur.
Av tí at Armenia sam stund is
fekk javnt, verður tað Armenia,
ið fer víðari í EMundan kapp
ingina sum bólkavinnari við
fimm stigum. Malta er næst
fremst við fýra stigum, meðan
Georgia og Føroyar fingu trý
stig. Føroyar endaðu enntá
aftast av tapinum í síðsta dyst
inum.
– Vit skuldu heilt greitt havt
vunnið henda dystin, tí vit
stýrdu honum frá byrjan til
enda. Longu í fyrsta minutti
høvdu vit skot á stongina, og
annars høvdu vit ivaleyst av
kjansum, men tíverri vóru okk
ara spælarar ikki nóg kaldir,
sam stundis sum georgiski mál
verjin spældi væl, staðfestir
lands liðsvenjarin,
Álvur
Hansen, ið harmast endaliga
úrs litið av kappingini.
– Hetta er øgiliga skuffandi,
tí vit hava havt allar kjansir til
at gjørt tað betri. Saman um
tikið hava vit spælt væl, serliga
teir báðar seinnu dystirnar,
men allíkavæl enda vit aftast,
tí vit ikki hava dugað nóg væl
at fingið mál burtur úr okkara
mongu kjansum og royndum í
øllum trimum dystunum.
Fótbóltskvinnurnar eru í
dag á veg heimaftur, og ferðin
er sera drúgv, tí hon byrjaði á
Malta klokkan trý korter til
fýra í nátt og tær lenda ikki í
Vágum fyrr enn klokkan hálv
gum níggju í kvøld.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kvinnurnar
snávaðu
Fótbóltur Tað verður eingin
EM-undankapping hjá føroyska
kvinnulandsliðnum á hesum sinni.
Tað gjørdist greitt, tá liðið í gjár
tapti 0-1 í evstu løtu ímóti Georgia
– og tí endaði aftast í sínum bólki
ENDAÐu AFtASt
Føroysku fótbóltskvinnurnar megnaðu heldur ikki í
seinasta dystinum á Malta at umseta kjansirnar til mál,
og í staðin fyri at vinna bólkin, endaðu tær aftast
Mynd: kvinnufotbolt.com
Føroyar - Georga
0-1 (0-0)
Ta’Qali, Malta, týsdagin 8. mars 2011 kl. 13.00
0-1: Lela Chichinadze, 95. (br.)
Føroyar: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Bára
Skaale Klakstein, Ragna Patawary, Sigrið Jacobsen
(Margit Magnusdóttir, 92.) – Heidi Sevdal, Malena
Josephsen, Fríðrún Danielsen, Rannvá Andreasen
(Rakul Magnussen, 87.) – Olga Kristina Hansen –
Mona Breckmann
Á bonkinum: Bjarta O. Johansen, Anja Weyhe, Sólja
T. Eiðisgarð, Rakul M. Johannesen, Ansy Sevdal
Gult kort: Heidi Sevdal, 48.
Venjari: Álvur Hansen
Dómari: Lilach Asulin (Ísrael)
Linjudómarar: Tzvia Malca (Ísrael) & Duncan Sultana
(Malta)
Fjórðidómari: Esther Azzopardi (Malta)
Endaliga støðan:
1 Armenia 3 1-2-0
2-1
1
5
2 Malta
3 1-1-1
2-3
-1
4
3 Georgia
3 1-1-1
1-1
0
4
4 Føroyar
3 1-0-2
2-2
0
3
Hilmar Jan Hansen
Ofta hevur verið funnist at, at
eingin styrkismeting er av liðunum
í steypakappingini, so sleppast kann
undan, at fleiri av annars bestu
liðunum ov skjótt mugu siga kapp
ingini farvæl. Men framvegis er
bara styrkis meting, tá umræður at
finna liðini til innleiðandi umfarið.
Har verða spældir tríggir dystir
millum lægri lið, og teir dystirnir
verða spældir leygardagin 26. mars.
Tá so fyrsta umfar verður spælt
leygar dagin 2. apríl, eru øll liðini tey
bestu liðini eisini við.
EB/Streymur, ið vann steypa
kapp ingina í fjør, skal spæla sín
fyrsta dyst á útivølli ímóti B36. HB
og Víkingur eru onnur av frægaru
liðunum, ið møtast, og eisini tekur
NSÍ ímóti B71.
Annars eru allir hinir dystirnir
í fyrsta umfari soleiðis, at liðini í
Vodafonedeildini møta lægri liðum.
So fæst at síggja, hvussu nógv av
liðunum, sum á pappírinum skuldu
verið betri, eru eftir í kapp ingini,
áðrenn komið verður til fjórðings
finalurnar, sum verða spældar
miku dagin 4. mai.
Hálvfinalurnar verða spældar
ávikavist hósdagin 19. mai og
týs dagin 14. juni, og sjálv steypa
finalan verður eftir skránni spæld
fríggjadagin 5. august. So statt
er líkt til, at enn eina ferð verður
roynt at spæla finaluna í Klaksvík,
samstundis sum Summar festival
urin er.
hilmarjan@sosialurin.fo
Steypavinnarar í Gundadal
Fótbóltur Lutakast hevur verið um, hvussu spælast
skal í ársins útgávu av kappingini um Løgmanssteypið
Løgmanssteypið 2011
InnLEIðAndI uMFAr
Undrið - MB
TB - FF Giza
Skála - Royn
FyrsTA uMFAr
B68 - FC Hoyvík
HB - Víkingur
Undrið/MB - KÍ
NSÍ - B71
07 Vestur - FC Suðuroy
ÍF - Skála/Royn
B36 - EB/Streymur
AB - TB/FF Giza