mikudagur 9. mars 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
30
Miðvikan
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
11. partur
F
yrst skal verða greitt eitt
sindur meira frá húsinum hjá
Klæmint Jacobsen úti á Reyni, sum
varð umrøtt í seinasta parti. Húsini
eru bygd uml. 1820 og skiftu eigara
nakrar ferðir, áðrenn Klæmint
keypti tey í 1864. Í fólkateljingini
fyri 1870 búgva tá har Clement
Jacobsen, »handelsbetjent« við kon
uni Susanne Cathrine Jacobsen.
Bæði eru tá 36 ára gomul. Hjá teim
um býr eisini vermóður Klæmint,
Susanne Jacobsen, sum er 72 ár og
einkja.
Á posthúsinum
Eg kendi meg javnan sjúkan sum
barn og havi hugsað nógv um,
hvat orsøkin kundi vera. Ein orsøk
kann vera, at eg sum smádrongur
plagdi at mála vindeygu. Fyrst var
tað heima, men tá grannarnir sóu,
hvussu óførur eg var til tað, bóðu
teir meg eisini mála. Tað kundi
eg ikki siga nei til. Hetta kom eg
at brúka allar mínar feriur til. Eg
hugsi, at eg kanska ikki toldi alla
hesa máling. Hetta var zinkhvítt ,
sum neyvan hevur verið gott fyri
heilsuna.
Slíkt arbeiði fekk ein
sjálvsagt ikki løn fyri
Sum 15 ára gamal fekk eg pláss sum
skrivstovumaður á posthúsinum.
Postmeistarin C.C. Danielsen var
giftur við mostir míni Onnu Sofíu.
Danielsen hevði áhuga fyri, at eg
lærdi so nógv sum gjørligt. Hann
gav mær føroyska lógarsavnið, sum
hann bað meg um at lesa uppá.
Danielsen hevði áðrenn hann
gjørdist postmeistari verið fulltrúi
hjá dómaranum og hevði eisini fleiri
ferðir verið settur sorinskrivari. Tí
hevði hann framvegis áhuga fyri
løgfrøði.
Christian Cornelius Danielsen
var ein sermerktur maður. Hann
var føddur í 1849. Hann kom at vera
við í nógvum almennum virksemi í
Havn. Umframt at vera postmeistari
var hann eisini sparikassastjóri.
Í seinasta parti varð nevnt um
teir við Stein, sum áttu leiklut í
bókini Glataðu Spælimenninir hjá
William Heinesen. Men C.C. Daniel
sen átti eisini leiklut í hesi bók sum
»sparekassebestyrer
Ankersen«.
Her verður hann lýstur sum sera
viðgongdan á tí kristiliga/andaliga
økinum. Men William mundi gera
nakað nógv av. Annars var Daniel
sen virkin innan Meinigheitshúsið.
Kona hansara var kend sum »heima
doktari« og hevur verið umrødd í
røðini Hendur ið Sleptu.
Á posthúsinum var eisini sonur
Danielsen, Johan, sum var útbúgvin
í postverkinum
Umframt var ein skrivstovu
kvinna, ein skrivstovumaður og
eitt postboð, Tummas í Fjósi. Hetta
var ikki nógv men kortini nóg
mikið til tann dagliga postin. Men
um jóltíðir máttu vit eisini arbeiða
um náttina. Eg kann minnast eini
jól, tá vit arbeiddu 50 tímar út í eitt.
Men tá var eg eisini fullkomiliga
fokkaður.
Tá í tíðini vórðu eisini tómar
brennivínstunnur av bygd sendar
við postinum. Tað vóru bygdir,
har tað sást, at illa var drukkið.
Tað komu eisini sekkir við ull og
kloddar at senda til eitt spinnarí
í Randers. Hesir sekkir vóru ofta
fyltir við ótoy, serliga loppum. Tær
bitu ongantíð meg, men tann gamli,
postmeistarin, varð ofta bitin. Tá
hetta hendi máttu vit ofta flenna,
eisini sonurin Johan.
Tá hin gamli ikki var til staðar,
og tað ikki var nakað serligt at gera,
fór tíðin ofta við spølni. Tá blakaðu
vit ullarsekkir ella vátar svampar
eftir hvørjum øðrum. Ella eisini var
ein vátur svampur lagdur á ein stól,
sum onkur kundi seta seg á uttan
at vita av tí.
Eina ferð hevði Johan, meðan
hin gamli sat á síni skrivstovu, lagt
ein slíkan svamp á mín stól. Eg varð
sjálvandi vátur aftan. Eg varð so
argur, at eg blakaði svampin eftir
honum. Men hann bukkaði seg,
so svampurin í staðin reyk inn á
skrivstovuna hjá hinum gamla og
rakti hann í skallan.
Nú væntaði eg at fáa sekkin
beinanvegin, men tað hendi ikki.
Hann sá tað stuttliga í støðuni
og lat bara hurðina aftur. Eftir
tann dag vóru vit meira varnir við
svampum.
Tað var nú ikki bara spæl. Eg
haldi meg kunna siga, at vit fingu
nógv av skafti.
Bókhaldið var ført á gamlan
hátt. Øll inn og útgjøld vórðu førd
á langar listar. So skuldi teljast
saman í høvdinum. Tá kundi ofta
vera eitt oyra á muni. Men tað varð
leita eftir hesum oyranum, um tað
tók dagar.
Postmeistarin Danielsen var
eisini
stjóri
í
Sparikassanum,
og hann hevði ábyrgd av rentu
rokningum og ársuppgerð. Her
kundi eisini vera slíkir munir, sum
tað kundi taka vikur at finna.
Sum eykaarbeiði slapp eg eisini
at arbeiða í sparikassanum. Lønin
var ikki tann stóra. Byrjunarlønin á
posthúsinum var 15 kr, um mánaðin
og í sparikassanum kundi eg vinna
10 kr. eyka. Hetta ljóðar ikki nógv.
Fyri at sammeta við kostnaðarstøðið
kann eg nevna, at ein klædningur
Kristian Djurhuus:
Fyrst á posthúsið og síðan
á dómaraskrivstovuna
Nú er Kristian við at gerast vaksin, og hann fær sítt fyrsta arbeiði. Væl liggur fyri
hjá honum og skjótt verður hann »headhuntaður« av sorinskrivaranun
C.C. Danielsen og konan Anna Sofía, sum var mostir Kristian Djurhuus
Posthúsið í miðbýnum
Kristian Djurhuus lærdi at tekna í
skúlanum hjá Jógvan Waagstein.
Eftir hann liggur okkurt dømi
um tað, sum kom burtur úr