Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 31 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 kostaði 3 mánaðarlønir og einir skógvar tvær. Eg rindaði ein part av lønini til pápa mín fyri innivist og mat. Tað var ikki tí, at hann kravdi tað, men hetta vildi eg sjálvur. Eg helt eisini gjølligan roknskap yvir mínar inntøkur og útreiðslur. Postmaðurin sum endaði í New Zealandi Í hesum sambandi kann nevnast ein annar, sum arbeiddi til 1910, tá ið Kristian kanska avloysti hann. Hetta var Petur Jákup hjá Glyva­ snikkaranum, sum misti foreldrini heilt ungur. Hann kom at búgva hjá mostir Kristian, Onnu Sofíu og C.C. Danielsen. Hann kom eisini at arbeiða á posthúsinum, men hann fór út at sigla. Eingin visti um hann í nógv ár, fyrr enn ein skyldmaður av tilvild hitti hann í eini havn í New Zealandi. Hann eigur ein abbason, sum eisini eitur Peter Jacob Hansen. Hann havi eg, (ÓJ) samband við í samband við umrøða av abbanum. Peter Jacob hevur tískil við áhuga lisið enska tekstin í bókini um Dollan, sum jú var systirsonur Danielsen. Áhugin hjá honum var ikki minni av, at Peter Jacob sjálvur hevur verið trúboðari hjá Operation Mobilisation í Europa. Tá so tíðindini komu um jarð­ skjálvtan í Christchurch, har Peter Jacob býr, sendi eg honum ein teldupost at spyrja, hvussu vorðið var hjá honum. Mánamorgunin í seinastu viku kom ein teldupostur, har Peter Jacob greiðir frá: »Tað stendur væl til hjá okkum, og okkara hús tykjast at hava verið bygd á tryggari grund. Men okkara partur av býnum var millum teir ringast raktu, tí vit búgva bert 3 km frá miðdeplinum hjá jarð­ skjálvtanum. Umleið helvtin av húsunum her á leiðini eru oyðiløgd. Nógvir av okkara vinum hava nú hvørki hús ella arbeiði. Nógv av húsunum vóru nýggj miljóninga hús (tó ikki okkara). Støðan er avgjørt skakandi. Vit hava hvørki vatn ella kloakk. Vit mugu fáa vatn frá einum lastbili, sum kemur framvið. Toilettið er ein spann ella úti í havanum. Við mati er tó kortini í lagi. Vit hava verið í einum øðrum býarparti til handils og vit hava vaskað klæðir hjá vinum. Vit hava beint fingið ravmagn aftur og merkir hetta, at eg nú kann nýta alnótina. Tað hava verið nógvir stórir eftirskjálvtar. Øll royna at hjálpa teirra grannum. Takk fyri at tú lat frætta frá tær. Tað er okkum til hjálpar, at vit ikki kenna okkum einsamøll í hesi vanlukku.« Boð frá dómaranum Eg rokni við, at mítt arbeiði á posthúsinum og sparikassanum hevur givið mær eitt gott umdømi. Ein dagin kom dómarin Thyge­ sen og spurdi meg, um eg hevði hug at koma á skrivstovuna hjá honum at arbeiða. Eg var errin um at fáa boðið eitt slíkt starv uttan at hava søkt tað. Eg var enn bert 18 ára gamal. Eg helt tó, at eg mátti fyrst fara at tosa við Danielsen. Hann helt, at eg skuldi taka av, um eg helt meg vera føran fyri tí. Men tað hevði tó dámað honum, um eg kundi koma at arbeiða á posthúsinum eftir skrivstovutíð, sjálvsagt fyri hóskandi løn. Eg kom so at arbeiða hjá sorin­ skrivaranum frá kl. 9 til 5, og so fór eg á posthúsið. Hetta vóru ofta langir dagar. Tá skip kom úr Danmark við posti var eg ofta ikki liðugur fyrr enn til skrivstovutíð morgunin eftir. Eg havi onkur roknskapartøl frá umleið hesa tíðina, sum vísa mínar inntøkur og útreiðslur. Inntøkurnar vóru í januar 1916: Løn frá sorinskrivaranum kr. 45 Løn frá posthúsinum kr. 30 Vitnissamsýning kr. 5 Fyri at lesa við børnunum hjá Jens Evensen kr. 27 Jólaarbeiði á posthúsinum kr. 18 Tilsamans kr. 125 Av hesum kundi eg seta tær 90 kr. inn. Tann 1. oktober 1916 var eg forfremmaður til fulltrúa hjá dómaranm, og tá hækkaði lønin til kr. 83,35. Myndugleikaldurin var tá 25 ár. Eg var bert 21 ár, tí kravdist mær kongaligt loyvi at gerast myndigur. At gerast fulltrúi so ungur var roknað fyri at vera heilt serligt. Grannin Lorvíks Johanna segði við mammu, tá ið hon ynskti henni tillukku, at »Kristian endar ikki fyrr enn hann gerst ministari.« Hetta var ein høgtflúgvandi spádómur, men hann kom fyri so vítt at ganga út, tá eg gjørdist landstýrimaður og løgmaður. Arbeiðið á dómaraskrivstovuni var í høvuðsheitum at skriva niður frá rættarfundum og at passa jarðarbøkurnar. Skuldi eisini hava skil á rættargjøldum. Hetta gav nógv arbeiði við tær nógvu jarðar­ sakirnar, har sakførarar høvdu tann ósið at føra ein hóp av vitnum, sum máttu svara nógvum spurningum, sum allir skuldu setast skriftliga. Tað sigur seg sjálvt, at tað at skula skriva í hond fleiri eintøk av longum sjóforhoyrum ella í drúgvum rættarmálum var eitt troyttandi arbeiði. Men tað mátti so gerast. Tað var ikki fyrrenn í 1917, at vit fingu skrivimaskinu, sum hevur verið kasserað á onkrari skrivstovu í Keypmannahavn. Men hon kom kortini væl við. Tíðin komin at hugsa um gentur Sum aðrir ungir dreingir hugdi eg eisini eftir gentum, men eg var so smæðin, at eg als ikki sá meg føran fyri at byrja eina samrøðu við eina gentu. Eg kundi kanska fylgja eini gentu heim, men mátti ofta líða tann tort, at onkur annar drongur kom við í fylgið, og hann tordi at byrja eitt prát við hana. Yviri á Skansavegnum var ein genta komin á vitjan. Henni hevði eg hug á, men tað vísti seg avgjørt ikki, at hon føldi tað sama sum eg. Hetta var Margretha, sum eg seinni giftist við. Margretha var tó ikki so leingi verandi á Skansavegnum. Hon gjørdist húshjálp hjá beiggja sínum Niels í Heiðunum, sum búði í einum øðrum parti av býnum, nevniliga Tórsgøtu. Seinni kom hon í húsið hjá Jens Evensen, keypmanni. Her var hon so avhildin, at hon fekk ábyrgdina av húsinum, hvørja ferð frúan var burtur. Tískil gjørdust vit grannar, og eftir eina veitslu tók eg mót til mín, og vit gjørdust par. Í fyrsta umfari mátti hetta vera dult. Eg hevði stóra virðing fyri míni foreldur, og eg visti, at tey vildu ikki góðkenna eina trúloving í so ungum aldri. Men hetta kundi ikki haldast dult leingi. Eg hevði yngri brøður, sum skjótt ánaðu, hvat ið var á vási, og teir løgdust ikki á boðini fyri mammu. Hon lætst tó sum einki, so leingi visti eg ikki, at hon var greið yvir, hvat ið var áfatt. Á posthúsinum kom eg eisini at ganga við posti. Tað vóru ikki bert brøv og bløð men eisini pakkar. Tað var serliga stríggið við pakkunum. Vit høvdu tveir vognar, ein størri og ein minni til flutning av pakkum. Hesar máttu postboðini draga eftir sær við handakraft. Allar brekkur­ nar í Havn gjørdi ikki hetta lættari, serliga í frostveðri. Tað var serliga í Bringsnagøtu og Reyngøtu, at tað var strævið. Eftir at Margetha var komin til Evensen, valdi eg at ganga rutuna við posti til Evensen. Hetta gav mær jú møguleika at fáa eyga á Margretu. Meðan hon var hjá Evensen fór skarlaksfepur at ganga. Margretha varð smittað og var saman við øðrum innibyrgd í einum av bygningunum í gamla apoteki úti í Tinganesi, sum ikki vórðu nýttir. Her var forboðið óviðkomandi at koma. Men eg kundi fáa lógliga atgongd við at geva mær páskot at fara við posti til sjúklingarnar. Eg varð argaður við hesum av systkinabarninum Johan Danielsen, sum eisini arbeiddi á posthúsinum. Annars hevði eg einki ímóti at verða smittaður, um hetta bert førdi til, at eg eisini varð avbygdur í Tinganesi! Ungdómsvinir í Havn, kallaðir Kasketforeningen. Standandi f.v. Anton Kragesten, Kristian Djurhuus, Guttorm R. Joensen, sonur Grønlands Johan. Sitandi: Viggo Christiansen og Johan Djurhuus, beiggi Kristian Kristian vónaði, at hann fór at verða smittaður av skarlagsfepur, so hann kundi koma í karantenu saman við gentuni á gamla apotekinum úti í Tinganesi Mynd: Føroya Fornminnisfelag Í komandi parti verður greitt frá skoyting og torvi í Havn