mikudagur 9. mars 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
32
Sosialurin
Eg havi lisið ein stubba, sum
Magnus Tausen hevur latið
miðlunum. Hann kallaðist
”Kjarnin í málinum.” Tað er ein
longri frágreiðing um nýggja
atlassið, sum er í gerð. Tað
ljóðar alt rættiliga tekniskt og
í støðum eisini sannførandi.
Men í hesi teknisku innballing
verður bara sagt: Tit fáa eitt
atlas við somu feilum og
mistøkum, sum í tí gamla.
Eitt lítið stig tann
rætta vegin
Eitt framstig er tó gjørt í
mun til ta dispositión, sum
teir vístu mær á fundi í
Skúlabókagrunninum
tann
1. oktober í fjør. Har hevði
Ísland fingið heiðurspláss
fremst við tveimum heilum
opnum í stórum málistokki.
Danmark slapp upp í part
við á fjórðingssíðu sum lítil
partur av Skandinavia. Hetta
er nú rættað, og bæði Dan
mark, Keypmannahavn og
Oyrasundsøkið fáa sítt rími
liga pláss. Hugsi, at hetta man
fylgibólkurin av geografilær
arum hava æruna av.
Nú eru knappliga
leiðreglur?
Men nú vísir Magnus Tausen
á, at teir fara at ”brúka teirra
(HarperCollins) leiðreglur”.
Hetta er nakað nýtt! Tí tá
eg samráddist um eitt sam
arbeiði, noktaðu teir fyri, at
nakrar leiðreglur vóru til, og
at nakrar leiðreglur yvirhøvur
kundu brúkast. Bæði Niels
Petersen og Birgir Kruse vóru
sera harðmæltir á hesum øki.
Teir vildu heldur ikki síggja
ella taka støðu til eitt skjal
við leiðreglum, sum eg hevði
sett saman. Tað bleiv púra
avvíst, hóast tað hevur júst
sama innihald sum reglurnar
hjá Collins. Nei, alt skuldi við
gerast seinni, av sakkønum.
Høvdu teir tá kunna víst á
skjalið frá Collins, so hevði eg
sjálvsagt kunnað gjørt hatta
arbeiðið.
Gomul mistøk skula
endurtakast
Og so koma fleiri andsagnir
í skrivingini hjá Tausen.
Hann proklamerar: ”Nýggj
ar útgávur byggja á undan
farnar.”
Hetta
sigur
okkum,
at nýggja atlassið fer at
hava somu feilir, sum tað
gamla frá 1993. Men hevði
tað gamla atlassið virt tað
undanfarna (tað skrivaðu
og talaðu tratitiónina), so
var væl sloppið. Men Heims
atlassið ikki virdi tað, sum
tá var vanligt, traditión, kon
ventión ella vanlig hevd.
Traditión ella hevd eri ikki
nakað, sum verður samtykt
ella bara proklamerað. Tað
er natúrgrógvið.
Heimsatlassið bygdi
ikki á undanfarin
verk ella hevd
Hatta atlassið kom troðkandi
við nøkrum skriviháttum,
sum eingin tá hevði sæð fyrr.
Hatta var fyri ein part ókritisk
herming eftir einum íslendsk
um landanavnalista, og fyri
ein part úrslit av vánaligari
saksviðgerð í eini inkompe
tentari
málnevnd.
Onkur
kallar tað nýmenning. Eitt
abstrakt orð, sum kann brúk
ast til alt, leyst og fast, ella
legitimera hvat sum helst.
Hatta atlassið skúgvaði
allar vanligar formar, sum
høvdu verið skrivaðir í fleiri
mansaldrar, burtur. Hatta
atlassið innførdi tvey alfabet,
eitt til landanøvnini (uttan c,
q, w, x, og z) og eitt annað,
har hesir bókstavir vóru við,
til onnur nøvn. Av sonnum
forvirrandi.
Tvey latínsk alfabet?
Tí ljóðar løgið, tá Magnus
Tausen skrivar: ”Eins og í
Heimsatlassinum
verður
latínska stavraðið nýtt í
nýggju útgávuni.” Hetta
er medvitandi óklár tala. Í
gamla atlassinum vóru, sum
longu sagt, tveir variantar
av alfabetinum: tað vanliga
latínska og tað hammers
haimb’ska
frábrigdi.
Her
roynir Magnus Tausen at
legitimera (geva gildi), at
mistøkini, sum táverandi
týðarin hjá Skúlabókagrunni
num,
Svenning
Tausen,
og Málnevndin (eisini við
Svenning Tausen), uttan geo
grafiskan førleika gjørdu, nú
skulu gerast einaferð aftrat.
Magnus Tausen endurgev
ur ein langt brot úr Collins
skjalinum, har niðurstøðan
er, at landanøvn kunna endur
gevast í ”the language of the
product”. Uppá henda mátan
verða mistøkini í gamla
atlassinum gjørd til tað
einasta rætta á føroyskum.
Hvørji landanøvn hava
hevd í føroyskum?
Tað eru fleiri landanøvn,
sum hava hevd í føroyskum:
Svøríki/Sverige,
Týskland/
Deutschland,
Frankaríki/
France, Spania/España, Grøn
land/Kalaallit Nunaat. Hesi
og fleiri aftrat skula sjálvandi
varðveitast og brúkast.
Men tað at skriva Ukreina
fyri Ukraina er eingin hevd
vunnin formur í føroyskum,
men bara ein feilskriving, tí
bæði a og i skula úttalast,
við herðing á –i. Tað kann ikki
skrivast sum føroyskt –ei.
Tað
at
skriva
Kuveit
fyri Kuwait er ikki ein
hevdvunnin
ella
gamal
navnaformur í føroyskum,
men ein roynd at innføra
hammershaimb’ska alfabetið,
har tað ikki hoyrir heima. Tá
tað kemur til transskribering
av arabiskum nøvnum, so eru
altjóðareglur galdandi.
Ella
Simbabvi
fyri
Zimbabwe. Har ber slett
ikki til at tosa um hevd,
tí landið og navnið er so
ungt, 26 ár. Fyrr kallaðist
landi SuðurRhodesia. Nei,
misskilti formurin í gamla
atlassinum er íkomin, tí
Svenning Tausen ikki vildi
brúka tað latínska alfabetið
(sum
Magnus
Tausen
villandi skrivar), tí í hesum
afrikanska (ikki føroyska)
navni skuldu hvørki –w
ella –z sleppa framat. Og so
eitt –i í endanum, tí einki
føroyskt orð hevur endingina
–e. Men navnið er slettis ikki
føroyskt.
Um so var, at Týskland og
Frankaríki ikki høvdu havt
hendan gamla hevdvunna
føroyska formin, men bara
høvdu verið latin í ein ’før
oyskan’ stavimáta, so høvdu
vit fingið Doysland og Fransi,
eins og gamla atlassið hevur
Móritania og Simbabvi.
Gamla
Heimsatlassið
bygdi ikki á føroyska sið
venju ella hevd. Og 1020 ár
er alt ov stutt tíð hasin van
skapningurin kann kallast
hevd ella traditión.
Hetta kann ikki
sameinast
Tað er ikki sameiniligt at
skriva, at tað latínska stav
raðið skal brúkast, og sam
stundis skriva at leisturin frá
gamla atlassinum skal brúk
ast. Her manglar logikkur.
Latínska stavraðið hevur
bæði c, q, w, x og z. Leisturin
viðvíkjandi landanøvnum í
gamla atlassinum hevur ikki
hesar bókstavir. Hvat meinar
tú, Magnus Tausen. Hvat er
kjarnin í málinum?
Ein fylgibólkur settur.
Hví ikki tveir?
Harumframt skrivar Magnus
Tausen, at ein fylgibólkur av
geografum er settur. Gott
men hann skal bert ráðgeva
um kortval og kortinnihald.
Hann skal ikki ráðgeva um
staðanøvnini. Hví ikki?
Hví ikki seta ein bólk av
kompetentum
geografum
at ráðgeva um staðanøvnini,
kanska veruliga viðgera hetta
stóra málsøkið á fakligan
kompetentan hátt?
At enda upplýsir Magnus
Tausen okkum um, at ein bio
logur er settur at týða hetta
geografiska atlas úr ensk
um. Hví ein vistfrøðikønur
biologur og ikki ein atlas
kompetentur geografur?
Kjak
Rolf Guttesen
Ein vanskapningur skal nú
gerast til siðvenju og hevd
Mest avgerandi mál í komandi valstríðnum verða føroysk
lestrarpláss og umstøður hjá føroyskum lesandi. Alt annað
má skipast hareftir.
Nú ein dagin setti eg níggju fyrispurningar – ein fyri
hvønn landsstýrissess. Mikið orðaskifti stóðst, og fólk ið
fylgja við í tingvarpi vóru væl nøgd við orðaskiftið. Men
so gjørdi ein journalistur vart við seg og vildi vita, hví eg
var ímóti langhyli í Vági.
Nú eri eg hvørki ímóti langhyli ella nøkrum øðrum
mentunarligum ella ítróttarligum. Vilja tey ið kava hava
ein djúphyl, ella tey ið syngja og spæla eina umvælda Silo,
so alt í lagi fyri mær. Einasta treytin er, at vit raðfesta og
leggja mesta dentin á tær íløgur ið geva mest av sær. Tí eri
eg meira fyri íløguni í fleiri lestrarpláss enn fyri langhyli
– og eg rokni við at lestrarplássini hava størri ávirkan,
eisini á svimjarar og sangarar.
Tí segði eg greitt, at fatan Sjálvstýrisfloksins er – alt gott
um langhyl og Silo – at fremsta og besta íløgan í búskap,
ungdóm, mentan og framtíð okkara er at seta pening av
til størri útboð av lestrarplássum. Sjálvstýrisflokkurin vil
hava, at vit innan 5 ár eru komin so langt ávegis, at vit hava
líka nógv lestrarpláss á hægri útbúgving í Føroyum, sum
vit hava føroysk lesandi. Sjálvstýrisflokkurin fer at geva
hinum flokkunum høvi at atkvøða um hetta og nýggjan
føroyskan frádrátt fyri lesandi longu í vár. ABC flokkarnir
feldu uppskot okkara um lestrarpláss herfyri við grund
gevingini, at uppskotið var ikki nóg neyvt, men nú verður
so aftur høvi at atkvøða um neyvari orðaði uppskot.
Hvønn hylin skal eg fara í?
Tá ið miðlafólkið ringdi til mín, lá í spurninginum: ‘vilt tú
ikki stuðla Pál?’ Hesin góði svimjari er vorðin ímynd av
ágrýtnum framsóknum unglingum í Føroyum, sum gerast
dugnaligir innan nýggjar førleikar og brúka nýggjastu
gransking at leggja sær til rættis venjing og háttalag.
Langhylurin skal í so máta vera høpi um enn størri avrik.
Men hvagar fara føroyskir ungdómar? Mítt boð er,
at uttan mun til hyl, skip, virki, skrivstovu ella annað
arbeiðspláss, so fara bæði Per og Pál hagar, sum daman
fer. Ella sagt øðrvísi: har makin fær lestrarpláss, har makin
fær arbeiði, har børnini fara í dagstovn, har vinirnir fara at
lesa, eru millum mest avgerandi faktorar, tá ið ungdómur
okkara ger av, hvar hann tekur við avbjóðingum. At tey
ungu fara avstað so seint sum til ber og kunnu koma aftur
so tíðliga sum møguligt verður altavgerandi, eisini fyri
fiskivinnu, alivinnu, íverksetan – og eisini fyri svimjarar
og ítróttafólk.
Havi vinmenn og skyldmenn, sum arbeiða í Amerika,
Afrika, í Norðanlondum og aðrastaðni; til ber at arbeiða
sum sjómaður, ráðgevi, ítróttarmaður um alla verðina og
búgva í Føroyum. Hví býr so onkur í Havn, onkur í Dali,
onkur í Klaksvís – men onkur í Mexico, onkur í Kjøbinhavn,
onkur í Kolding? Svarið er næstan altíð: makin!
Skulu vit hava úrmælingar okkara heimaftur og fáa
teir at skapa og skipa framtíð okkara og næsta ættarlið
av úrmælingum, so mugu vit hava makarnar heim. Fyrst
og fremst og ‘mest fyri pengarnar’ gerst hetta við at geva
øllum føroyingum høvi at velja at taka allar vanligar
útbúgvingar heilt ella partvíst í Føroyum.
Kári á Rógvi
løgtingsmaður og formaður
Sjálvstýrisfloksins
Hvagar
fer Pál?