mikudagur 9. mars 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
Sosialurin
Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum fyri
Ognarfelag Tryggingartakaranna
Ognarfelag Tryggingartaka
ranna er størsti leikari í før
oyska fíggjarheiminum.
Hetta er ein stór ábyrgd
og krevur skynsemi og reiði
ligheit av øllum leikarum á
vølli.
Hvat veit tryggingartakar
in í grundini um sínar ognir,
og hvør umsitur hesar?
Hvussu er við gegni og
kompetansu?
Nevndin
í
Ognarfelag
Tryggingartakaranna
(OT)
verður vald av umboðsráð
num, ið eru 23 fólk, sum ein
lutfalsliga lítil partur av
tryggingartakarunum hevur
valt. Tað eru helst bert umleið
15% av tryggingartakarunum,
ið greiða atkvøðu til um
boðsráðið. Av hesum tykist
meginparturin at vera atkvøð
ur frá vinnulívskundum í
tryggingini.
Nevndin
í
OT
velur
nevndina í TFHolding, sum
stjórnar hesum maktdepli
og setur stjóra at standa fyri
dagligu umsitingini.
Við keypinum av EIK er
OT vorðin størsti leikari í
føroyska fíggjarheiminum,
og er tað umráðandi, at somu
skipanarligu feilir, sum vóru
gjørdir í gamla Eik, ikki verða
endurtiknir.
Hyggja vit eftir, hvussu
OT er skipað, og hvør ger
sína ávirkan galdandi, sær
tað tíverri út til, at vandi
kann verða fyri, at somu
skipanarligu
skeivleikar
kunna verða endurtiknir.
Tað eru nógvir nevndar
sessir í samtakinum, og kann
tað vera freistandi at sleppa
at sita í fleiri av hesum fyri
góða løn, samstundis sum
ein umsitur Føroya størsta
maktdepil.
Tryggingartakararnir, ið
eiga OT, fáa sera lítið innlit í,
hvussu felag teirra arbeiðir,
hvussu peningurin verður
plaseraður, og hvørji fólk
umsita ognirnar og hvussu.
Tú kann royna heimasíðuna
hjá felagnum at kanna, hvat
tú fær at vita um hetta.
Sum limur í umboðsráð
num fái eg heldur ikki av
eintingum stórvegis kunning
um hesi viðurskifti.
Okkurt smávegis fæst
tó at vita, um ein leitar í
roknskapum hjá felagnum
og á Skráseting Føroya.
Ein kann so spyrja hví
hetta skal vera so?
Ein afturlatin skipan, har
fá vita hvat hendir, kann
gerast gróðrarbotnur fyri
avgerðum og handlingum, ið
ikki høvdu verið framdar um
opinleiki valdaði, í ringasta
føri kann vandi verða fyri
undirhondsavtalum.
Hugsa tær, um eg sum um
boðráðslimur t. d. fái tilboð
um nevndarsessir fyri at
velja onkran ávísan persón
inn í nevndina, ella okkurt
líknandi?
Spurningurin er, um javn
vág er millum kompetansu
og ábyrgdir í øllum liðum í
samtakinum.
Kann tað t. d. verða vandi
fyri, at nevnd og/ella um
boðsráð
ótilvitað
kunnu
verða drigin uppá tráð?
Tað er tí umráðandi, at OT
og samtakið gerst munandi
meira opið, og at skilagóðar
reglur verða gjørdar fyri,
hvussu ognirnar hjá eigarun
um kunnu umsitast á besta
hátt. Atlit eigur at takast
fyri gegni, kompetansu og
at ov nógv samanfall ikki
er av persónum í teim ymsu
nevndunum.
Samstundis
eigur
at
verða hugt at, um støðan
hjá nevndunum, sum eftirlit
og ábyrgdarhavandi kann
styrkjast, soleiðis at vandi
ikki gerst fyri, at ein stjóri
fyri samtakinum kann stýra
nevndini meir enn gott er.
Somuleiðis eigur at verða
hugt eftir uppgávum og um
støðum hjá umboðsráðnum.
Hevur umboðsráðið nøkt
andi innlit í at røkja upp
gávur sínar?
Fær tað havt eftirlit við
nevndini, sum tað skal velja
á aðalfundum?
Ætlar tú tær á aðalfund í
OT, mást tú tekna teg áðrenn
mánadagin, tað kann tú gera
her:
www.bricksite.com/
andrass/aalfundurin
Tú kann lesa meir um
aðalfundin
her:
www.
bricksite.com/andrass/
aalfundurot2011
Eik... og hvat so?
Postrúm 2151
Smyrilsvegur 7
110 Tórshavn
Tlf.: 35 26 00
Fax: 35 26 01
T-postur: taks@taks.fo