Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 34 Sosialurin Kjak Nei! Eg meti at aðrar tjóðir seta dagsordan. Her eru ES og Noreg íroknað. Ísland er so mikið at sær komið, at tey gera sínu egnu metingar og áseta sær kvotu hareftir. Vónadi fylgja vit okkara brøðratjóð (Íslandi) fyri vestan og staðfesta, at makrelurin er í okkara sjó­ økið og áseta okkum eina stóra kvotu, ið flest møgulig fáa ágóðan av. Arbeiði til mest møgulig. Hvør hevur givið Føroyum søgulig rættindini? Hava Russar ikki fiskað nokk so stórar nøgdir gjøgnum tíðina – har við givið okk­ um søguligar nøgdir av fiskaðum makreli? Føroyar liggja í vakstrarøkinum hjá makrelinum. Hetta gevur okkum rættindi til at fiska burtur av tí ferðandi stovni­ num, ið makrelurin er. At aðrir tillutata okkum bert 4% av heildarveiðuni , tað kann og má ikki góðtakast. Vóni at uttanlandsnevndin og fiskimálaráðaharrin er somikið vaksin at Føroyar áseta sær sjálvum ein stóra kvotu fyri 2011. Her meta menn, at 300.000 tons er rímuligt, men um tað so verður 200.000 tons. Tað er so ein byrjan. Tað kann verða eitt hægri tal í 2012. Makrelur hvat er tað? Ein fiskur, ið livir í Norska­ havinum. Norksahavið er økið, ið føroyskt sjóøkið er stórur partur av. Ein fiskur, ið eftir sítt fyrsta liviár hevur ein longd upp á 20 + cm. Kynsbúgvin verður makrelurin, tá hann er 30 cm langur (tá er hann 3 ára gamal) Minsta vekt á makreli, ið kann seljast er 0,1 kg og minsta longd er 20 cm. Hetta vil siga at eftir einum ári kann makrelurin fiskast. Hví fiska makrelin so tíðliga? Jú! Makrelurin er ein rovfiskur. Hann etur planktondjór, smákrebsdjór, smásild, brisling, tobis, rækjur, fiskaegg, fiskayngul, ymiskar toskafiskar og onnur smádjór . Ein stór orsøk til at vit skulu fiska makrel í stórum mátistokki. Gýtur í havskorpuni mars til juli. Tað vil siga at hann gýtur eisini í føroyskum sjóøki stórar part av árinum – enn ein stór orsøk til at vit skulu fiska makrel. Tilfeingisbúð? Er ikki alt tilfeingi ogn Føroya fólks? Ella er tað bert fiskurin? Hvat so við teimum almennu arbeiðsplássunum? Eru tey ikki ogn Føroya Fólks? Skulu hesi alment starvsfólkini gjalda til eina tilfeingisbúð – fyri at sleppa til arbeiðis? Makrelurin skal verða útlutaður til mest møgulig. Makrelurin skal skapa sum mest av arbeiði! Í dag eru 2.100 fólk arbeiðsleys. Mest møguligt samfelags gagn má fáast burturúr. Gjøgnumroknaðir verða allar møguligir hættir, so­ leiðis at økjast kann um virðið á besta møguligan mun. Tað kann hugsat at allur makrelurin skal um føroyskan bryggjukant. Ein partur sum fryst, ein partur, sum flak, ein partur sum fekst – til mannaføði og ein partur til djórafóður. Makrel­ urin verður býtur út til allar skipabólkar. Soleiðis at makrelurin á ein so fjølbroytt­ an hátt, ið er møguligt verður veiddur og haggreiddur. Hvussu fáa vit sum mest burtur úr makrelinum? Makrelurin er í stórum nøgdum í Føroyskum sjóøkið. Umleið 3.000.000 tons eri í okkara sjóøkið í stóran part av árinum. Onkur vil verða við í 8 mánaðir um árið seinastu árini. Makrelur etur ( føðin hjá makrelinum vigar ) áleið sína egnu vekt umleið 3 ­ 4 ferðir um árið. Hetta er føði hjá botnfiskinum við Føroyar. Tað, ið vit øll skulu liva av ! Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur eitt orð at siga. Hvør kann og torir at siga, eitt orð. »Med påbelagt hånd eller ej« Niels Olaf Eyvindsson Makrelur við ES - sós í dós - Makrelurin er ogn Føroya fólks? Er hann tað? Helgi Abrahamsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Mín afturvendandi “penna­ vinur” úr Hósvík, Dávid Isfeld, sigur í eini blaðgrein, at hann er samdur við onkrum av tí, sum eg skrivaði í bløðunum í farnu viku um rík og fátæk, men hann hevur tó onkra viðmerking um, at tað er ikki rætt av mær at kalla tey sum hava 300.000 krónur í inntøku, fyri “rík”. Tað kann gott vera nakað um tað. Enda­ málið við greinini var ikki at definera ríkidømi, men einans at vísa á óhepnar støður í skattastiganum. Blokkurin manglar Dávid ilskast um, at eg nevni blokkstuðulin, og hann kallar tað eina “burturfrágreiðing”. Har eri eg als ikki samdur. Høvuðsinntøkurnar hjá lands­ kassanum eru skattur, av­ gjøld og blokkstuðul. Um ein av hesum bólkunum minkar, so má onkur av hinum vaksa, ella verður minni eftir, til at veita vælferðartænastur við. Tað er hetta sum nú svíður nógvastaðni í samfelagnum. Har kom einki ístaðin, og tí mugu skattgjaldararnir gjalda rokningina. Tey eru ov fá Dávid vísir á, at tey sum hava eina inntøku, ið er omanfyri 500.000 krónur árliga, hava ráð at gjalda tann skattin, ið skal til, fyri at menna Føroyar. Men sambært Hagstovuni, eru tað bara 2.103 føroyingar, ið hava meira enn 500.000 krónur í ársinntøku. Um hesi skulu rinda fyri lækkingina í blokkstuðlinum við øktum skatti, so verða tað (366 mió. dividerað við 2.103), tað gevur góðar 174.000 krónur í part um árið. Men tá hava vit ikki talt fastfrystingina av blokkinum við, so veruliga rokningin, sum hesi fáa, er nógv hægri enn so. Og so má eg eisini minna á, at enn er bara ein góður triðingur av blokkinum tikin burtur, so tá alt er farið sín veg, verður tað dýrt at vera ríkur og í seinna enda eisini dýrt at vera fátækur í Føroyum. Tey ríma Og so eru vit aftur við kjarnuna í fyrru greinini hjá mær: Hvat heldur Dávid Isfeld hendir, tá ein sum hevur 500.000 krónur í inntøku, fær eina skattarokning, sum kostar meira enn 500.000 krónur? Heldur hann at hesi fólkini fara at siga “fínt”, og halda fram at arbeiða? Ella velja tey at fara niður í inntøku, ella kanska at flyta av landinum? Vit kunnu hugleiða um at taka blokkstuðulin burtur og senda rokningina til “tey ríku,” men tá tey ríku síggja, at tað ikki loysir seg at vera ríkur, so hvørva tey, og so er eingin at gjalda fyri “tey fátæku”. Vit arbeiða Dávid kemur at enda við hesum afturvendandi pá­ standinum um, at sambands­ fólk gerast initiativleys, orsaka av blokkinum. Hann biður meg taka eyguni burtur frá blokkinum og fara til arbeiðis. Jú men... ­ vit arbeiða! Samgongan verður dagliga útskeldað fyri øll tiltøkini, sum hava til endamáls at fáa landskassa­ hallið burtur. Ímeðan sita fremstu loysingarflokkarnir í andstøðu og finnast at. Bara í hesi vikuni, meðan vit onnur stríðast við at fáa undirskotið burtur, hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. ­ Hvør skal gjalda? Fullveldið knokkroyttur bæði rík og fátæk