fríggjadagur 11. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
53 ára gamli klaksvíkingurin,
sum var í Føroya Rætti miku
dagin, varð av ákæranum
útnevndur at vera eitt slag
av stórum millumhandlara
við hassji.
Hann varð handtikin 13.
januar, húsarannsókn varð
gjørd heima hjá hon um, og
dagin eftir varð hann varð
haldfongslaður í fýra vikur.
Síðan hevur varð halds fongsl
ingin verið longd.
Mikudagin kom maðurin
so fyri rættin.
Stórbrúkari
Hann varð eisini handtikin
í oktober ein dag, hann kom
við flogfarinum úr Danmark.
Í viðførinum hevði hann 156
gramm av hassji og fýra
gramm av amfetamini.
Men áðrenn tað málið hjá
honum kom fyri rættin, varð
hann tikin aftur, í januar.
Mikudagin játtaði hann
seg sekan í at hava smuglað
rúsevnini til Føroya í oktober,
og tað var alt til egna nýtslu,
segði hann.
Ein onnur ákæra er í
sambandi við, at 600 gramm
av hassji, umframt amfe
ta min, hassjmiks og annað
vórðu funnin í bilinum.
– Ja, men tað var til egna
nýtslu, segði maðurin, sum
ikki krógvaði, at hann var
misnýtari.
Seldi ofta
Hann er eisini ákærdur fyri
at hava selt einum øðrum
manni hassj fleiri ferðir
bæði í Havn og í Klaksvík.
Tann maðurin varð herfyri
dømdur fyri keypini.
Hesin 53 ára gamli klaks
víkingurin noktar seg sek
an í at hava selt. Í rætt in
um greiddi hann frá, at hin
maðurin
skavaði
pen ing
saman, gav sær, og fyri pen
ing in keypti hann hon um
hassj. Hin maðurin keypti
ikki sjálvur, tí hann kendi
ikki leverandørin. Klaks vík
ingurin seg í rættinum, at
tá ið hann keypti, fekk hann
eina minni nøgd afturfyri frá
leverandørinum, svarandi til
umleið 10 prosent. Tann, sum
er dømdur, hevur saman við
politinum roknað seg fram
til, at klaksvíkingurin hevur
latið hinum umleið eitt kilo
av hassji. So nógv var tað
ikki, helt klaksvíkingurin.
Til ungar gentur
Eisini
er
klaksvíkingurin
ákærdur fyri at hava bjóðað
hinum amfetamin, men hann
tók ikki. Klaksvíkingurin
nokt aði hetta, men hin mað
urin váttaði í rættinum, at
hann hevði fingið til boð ið.
Hann
er
somuleiðis
ákærdur fyri at hava latið
tríggj ar gentur fáa hassj.
Tvær teirra eru ómyndugar.
Tvær teirra søgdu í rætt
inum, at tær fleiri ferðir
høvdu
verið
heima
hjá
mann inum og roykt hassj.
Tær høvdu ikki goldið fyri
tað. Hon hevði bæði fing ið
og keypt hassj frá mann
inum.
Hon
hevði
eisini
keypt amfetamin frá honum
tríggjar ferðir. Amfetaminið
kostaði 600 krónur grammið.
Henda gentan hevði eisini
verið við manninum í Havn
eftir hassji.
Altíð skeivur
Tann ákærdi varð spurdur,
um hann hevði koyrt runt
í bili sínum, tá ið hann var í
Havn.
– Nei. Tá ið eg var í Havn,
var eg altíð so skeivur, at
eg kundi ikki koyra, segði
maðurin.
Ákærin segði, at maðurin
átti at fáa harðan dóm. Tað
snúði seg um fleiri mál, og
ákærin helt umstøðurnar
vera herðandi, at maðurin
hevði latið ómyndugar gent
ur fáa hassj. At tær høvdu
fingið hassjið ókeypis, tulkaði
hann sum, at hann roynd at
fáa genturnar mundnar av
rúsevnunum, so tær seinni
fóru at keypa frá honum.
Minst átta mánaða fong
sulrevsng helt ákærin vera
hóskandi.
Verjin etti spurnartekn við
stóru nøgdirnar. Tað var bara
gitingar, segði hann og helt
seks mánaða fongsulrevsing
vera ríkiligt.
Dómur fellur í næstu
viku.
Av tí at málið er liðugt
kannað, varð maðurin latin
leysur, tá ið rættarfundurin
var av.
Fóðraði ungar
gentur við hassji
Málið móti einum 53 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri í fleiri førum at hava selt hassj, er tikið upp til dóms.
Ákærin helt tað vera herðandi umstøður, at maðurin fleiri ofta hevur latið blaðungar gentur fáa hassj frá sær
Ákærin helt tað álvarsligasta vera, at maðurin læt blaðungar gentur fáa hassj
Randi Jacobsen
Ættarveitslur eru ikki so
sjáld samar,
men
ættar
veitsl an, sum Egholmsættin
í summar fr at halda, er ein
søga fyri seg.
Alt byrjaði við, at Øssur
Egholm, sum býr í Hornsyld
millum Horsens og Vejle í
Danmark, teknaði seg sum
lim í einum Facebookbólki.
Bólkurin eitur “Bevar Egholm
sum ø”.
Øssur Egholm fór at at
vitja oynna, sum liggur út
fyri Aalborg, og hann tók
undir við, at oyggin átti at
fáa frið. Ein fýra sporaður
motor vegur fer at spilla um
hvørvið, helt hann.
Pápi hansara, Sverri Eg
holm var ættargranskari, og
hann fann fram til, hvørjir
eftirkomararnir vóru, síðan
tann
fyrsti
ættarfaðirin
flutti av oynni og fekk sær
eftirnavnið Egholm.
Arbeiði
hansara
fekk
Øssur Egholm at vísa ætt
ar granskingini ans, og tað
gav honum hugskotið at
skipa fyri ættarveitslu fyri
egholmunum á oynni Eg
holm.
Eg geri tað eisini fyri at
vísa á ørskapin við at gera
hetta triðja vegasamabndið
um Limfjørðin, sigur Øssur
Egholm.
Hann er 10. ættarlið eftir
Niels Sørensen Egholm,
sum í 18. øld flutti av Egholm
og fekk sær eftirnavnið
Egholm.
Garðurin til sølu
Egholmsættin
stavar
frá
ættargarðinum
Damgaard
á Egholm í Limfjørðinum.
Nú er garðurin til sølu fyri
4,5 mió. krónur. 38 hektarar
av jørð hoyra til garðin.
Garðurin er i ringum standi,
og Øssur Egholm hevur ong
ar ætlanir um at keypa.
Hinvegin heldur hann tað
verður stuttligt at vísa ættar
fólkum sínum garðin.
Á oynni Egholm búgva
55 fólk. Tað tekur bara fimm
minuttir at sigla til Aalborg,
har børnini ganga í skúla, og
tey flestu arbeiða. Nakað av
landbúnaði er á oynni.
Ein handil er á oynni, og
hesin handil er bara opin
sunnu dag.
Minnisvarði
skal reisast
Øssur Egholm hevur fingið
byggiloyvi til at reisa ein
minnisvarða á Egholm við
ættartalvuni á. Rundan um
skulu plantast hjálpirøtur úr
Føroyum.
Ættarstevnan verður í
døgunum frá 15. til 18. juli.
Sjálv veitslan verður 16.
Juli. Veitslan verður fyri
ættarfólkum
og
øðrum
innbodnum. Onnur kunnu tó
eisini koma við, um tey bara
vilja gjalda.
Á Egholm kunnu gestirnir
gista á gamla skúlanum,
men tey tilkomnu vilja óivað
heldur gista á Vestergård
hotelli
og
skeiðsdepli
á
Egholm. Tað ber eisini til at
gista á einum kampingplássi
beint yvirav við Aalborg.
Egholminnrás á Egholm
Øll, sum eita Egholm í Føroyum, eru ættað av donsku oynni Egholm. Í summar fara tey at hava
ættarveitslu á lítlu oynni
Øssur Egholm, sum hevur
tikið stig til Egholms-
veitsluna, var í gjár og
vitjaði uttan fyri húsini,
har Madam Egholm
búði á Reyni í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang