Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 4 VIKUSKIFTI IntervIew Barbara Holm barbara@sos.fo – Eg veit ikki, hvar eg skal byrja. Alt mítt lív hevur verið torturur. Hesi vóru fyrstu orðini hjá vøkru Beintu Jacobsen, tá vit hittust til eitt prát á einari hugnaligari kafe í hjartanum av Keypmanna­ havn. Vit hava øll sæð og hoyrt nógv til stripparan Victoriu Wild, og stundum hava vit sæð bitar av særdu Beintu Jacobsen, sum er fødd og uppvaksin í Før oyum. Victoria Wild hevur altíð verið til. Hon kom fram, tá eg hevði mest tørv á henni, sigur Beinta Jacobsen. Størsta partin av hennara lívi hevur Beinta Jacobsen livað eitt dupult lív. Særda og myrka lívið sum Beinta Jacobsen og villa og fría lívið sum Victoria Wild. Torturur á øllum frontum Tá ið Beinta Jacobsen var seks ára gomul, fóru mamma og pápi hennara hvør til sítt. Nøkur ár seinni fekk mamm an ein nýggjan mann. Og brádliga gjørdist lívið hjá Beintu eitt liv andi helviti. – Hann hataði meg frá fyrsta degi. Hann niðurgjørdi meg hvønn dag, og fekk tað inngrógvið í mær, at eg einki eri verd, sigur Beinta. Bert 10 ára gomul fekk Beinta ferð eftir ferð at vita, at hon bert var til ampa. – Eg slapp til dømis ikki at koyra í sama bili sum mamma mín, tí maðurin helt, eg var ov vemmilig, greiður Beinta frá. Í mong ár var hesin maður einasti pápafigurur í lívinum hjá Beintu. Men hon hevur ongantíð sæð hann sum ein pápa. – Eg visti ongantíð, hvat eg kom heim til. Var hann fullur? Fór hann at niður gera meg? ella kanska okkurt heilt ann að, greiður Beinta frá. So byrjaði misbrúki Meðan alt hetta stóð uppá, var Beinta nógv úti. Henni dámdi illa at fara heim, men brádliga gjørdist heimið hennara einasti møguleiki. – Frá tí eg var 10 ára gomul bleiv eg mis brúkt av einum manni tætt at fam ilj uni. Eg var altíð hjá teimum, tað var mítt seinna heim. Men so fór hann at mis brúka meg, og eg kundi heldur ikki verða har longur, sigur Beinta. Hesa tíðina fóru hon at hugsa um ein útveg – sjálvmorð. Sum bert 10 ára gomul byrjaðu tankarnir at gera um seg, og freistingin at taka sítt egna lív gjørdist øgilig. Sum 20 ára gomul gjørdi Beinta av at lova tankanum framat. – Eg tók allan hjartaheilivágin hjá mammu og rann síðani avstað. Men løg reglan fekk fatur á mær og koyrdi meg á Landssjúkrahúsið, greiður Beinta frá. Síðani tá hava tankarnir ongantíð lagt seg. Hon hugsar hvønn dag um at taka sítt egna lív. – Eg fari altíð at hugsa tað. Eg skilji ikki, hví vit eru til. Í mínum eygum er lívið spill av tíð. Men eg fari kortini ikki at gera tað. Eg eri alt ov viljasterk, greið ur Beinta frá. Samfelagið sveik Við einum slíkum barndómi gerast sár ini ólekilig og seta síni stóru spor í rest ina av lívinum. Tá ið Beinta var 16 ára gomul fekk hon sín fyrsta sjeik, og tá komu av leið ingarnar av misbrúkinum til sjóndar. – Tað gekk upp fyri mær, hvat eg í veruleikanum hevði verið í gjøgnum. Eg kláraði ikki at hava sex við sjeik­ inum, tí eg brádliga fekk tankar um, hvat brotsmaðurin gjørdi við meg, sigur Beinta. Og tvey ár seinni valdi Beinta at lata hamarin falla. Maðurin skuldi fáa eitt stempul sum misbrúkari. – Hann fekk tvey børn, og tá tey byrj aðu at nærkast tí aldrinum, sum eg var í, tá ið hann misbrúkti meg, so kláraði eg ikki at tiga longur. Sonur og dóttur hans ara skuldu ikki hava somu viðferð sum eg. So eg valdi at melda tað, sigur Beinta. Tvey ára treytaðan dóm var tað, sum brotsmaðurin fekk frá Føroya rætti. – Eg haldi, tað er ótrúliga langt úti, at hann ikki fekk harðari dóm enn tað. Hann var við til at oyðileggja mítt lív, men tað hevði Føroya Rættur týðiliga onga samkenslu við, sigur Beinta. Tá ið sannleikin kom fram, og Beinta leitaði sær til løgregluna við málinum, varð hon eisini send til kommunulækna fyri at fáa staðfest, um tørvur var á sálar ligari hjálp. – Tú sært út til at hava tað fínt. Tað segði hon við meg! Eg slapp ikki til – Eg vil IKKI liva. Eg Hugsi um at gEra sjálVmorð Hvønn dag. Og Eg Eri ørg inná øll tEy, sum sótu á síðUlInjUnI Og EyglEiddu meg, mEn ongantíð Hjálptu mær. Eingin vildi traðKa til, sjálvt um tEy VIstU Hvussu mítt líV var. HEsi orðInI Eigur 27 ára gamla BeInta jacoBsen, sum flEst Okkara Kenna sum VIctorIa WIld. søgan um HEnnara líV fEr HElst at sKelKa tEy flEstu av Okkum hvønn dag hugsi eg um sjálvmorð