fríggjadagur 11. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30
18
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eftir at Norðoya Íløgu fe
lag herfyri keypti ísfiska
trolararnar, Stjørnuna og
Polarhav og 25% av Tavuni
í Leirvík, sum er parturin,
ið Osmund Justinussen átti,
hava vit skift orð við 69 ára
gamla reiðaran í Leirvík. Vit
hava spurt hann, hvørjar
ætlanir hann og sonurin,
Tummas Justinussen, hava,
nú teir eru farnir at selja
burtur
av
fiskiskipaog
virkis vinnuni í Leirvík.
Jú, fleiri hava spurt, hví
vit hava selt Stjørnuna og
Polarhav, og fólk hava eisini
spurt, hvat vit nú ætla. Men
sama samdøgur, sum vit
seldu
ísfiskatrolararnar,
keyptu vit saman við Jón
sveini Knudsen og Peturi
Mohr ognirnar hjá Kjartani
Joensen, sum eru fiskavirki
og trý skip, útróðrarbáturin
Høvnin og trolbátarnir, Birt
ingur og Norðleivur. Vit
hava eisini rækjutrolaran,
Hav borg,
sum
fiskar
í
Ný Foundlandi – og ein
20tonsara, Heiðrikk, sum
liggur í Leirvík. So, hóast
feløgini hjá okkum seinnu
árini eisini hava gjørt nógvar
íløgur í virksemi á landi, eru
vit ikki heilt turrlagdir enn,
sum Osmund Justinussen
brosandi tekur til.
Hann dylur kortini ikki
fyri, at tað er eitt rættiligt
tómrúm í hansara lívi, nú
Stjørnan og Polarhav eru
seld av bygdini.
– Hinvegin fari eg iva
leyst at venja meg við tað
eisini. Alt her á jørð er
farandi. Vit hava áður selt
skip, og eisini tá kendi eg á
mær sorgblídni. Sølan av
Stjørnuni og Polarhavi er
ein ávís flytan úr fiskivinnu
yvir í oljuvinnu, har vit
frammanundan hava supply
skipið, Eldborg, sum vit fingu
í juni mánað 2009. Nú vóna
vit, at ísfiskatrolararnir fara
at roynast nýggju eigarunum
líka hollir, sum teir hava
roynst okkum. Vit vita, at tað
eru stak góðar og dugnaligar
manningar, sum nú hava
fingið høvi at halda fram við
hesum skipum. Onkur hevur
siglt hjá okkum í út við 40 ár
– og nakrir í meiri enn 30 ár,
leggur hann aftrat.
Stórar íløgur
Tá Osmund Justinussen vísir
á, at virksemið hjá felagnum
í Leirvík flytir seg úr fiski
vinnu yvir í oljuvinnu, sipar
hann sjálvsagt til teir velduga
stóru skipasáttmálar, sum
felagið hevur.
Vit hava í løtuni sáttmálar
um tvey stór supplyskip,
har tað størra er út við 90
metrar langt og 20 metrar
breitt. Hitt skipið er eitt lítið
sindur minni, umleið 8788
metrar langt. Skrokkarnir
verða smíðaðir í Turkalandi.
Hin fyrri verður liðugur í
næstu viku og verður síðan
sleipaður til Noregs, har
Mín leiklutur sum
reiðari fer at minka
69 ára gamli Osmund Justinussen hevur verið reiðari í samfull 40 ár, og nú yngri og dugnaligar kreftir hava
tikið yvir, samstundis sum felagið er farið at gera risaíløgur í supply-vinnuna, væntar hann, at hansara
leiklutur sum reiðari fer at minka. - Tað er eitt rættiligt tómrúm, nú Stjørnan og Polarhav eru seldar. Alt
her á jørð er farandi. Vit hava áður selt skip, og eisini tá kendi eg á mær sorgblídni. Ivaleyst fari eg at
venja meg við hetta eisini, sigur maðurin, sum hevur verið reiðari á tilsamans 35 skipum og bátum
- Nøkur menniskju hava fingið evnini at seta í verk, og tað er mín sannføring, at vit eiga at
brúka okkara evni, har tey eru, sigur Osmund Justinussen Mynd: Vilmund Jacobsen