fríggjadagur 11. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
18
VIKUSKIFTI
tað er tíðIn
amerikanski rúmdarfelagsskapurin
hevur almannakunngjørt, hvar tey
kundu hugsað sær at farið næstu
10 árini. amerikumenn kundu
hugsa sær at vitja á gongustjørnuni
Mars fyri at kanna, um lív nakrantíð
hevur verið har. Harafturat droymir
NaSa um at sleppa til ein av
mánunum hjá Jupiter. Um pengarnir
verða til tað, skal ein ómannað
rannsóknarferð gerast til mánan
europa fyri at kanna, um tað
kanska er eitt hav á mánanum.
Vælkendi svenski rithøvundin
Liza Marklund og amerikanski
starvsfelagin James Patterson hava
í felag skrivað krimiskaldsøguna
»the postcard killers« ella
»Postkortmorderne«, ið danska
heitið er.
Nógv hava verið ivingarsom
um hesa bókina, tí tey hildu,
at hon bara var ein roynd hjá
bókaforlagnum at fáa Lizu
Marklund inn á amerikanska
bókamarknaðin.
Sjálv havi eg eisini verið
ivingarsom um hesa bókina og tí
tók tað langa tíð, áðrenn eg keypti
mær hana, hóast at eg havi lisið
alt, sum Liza hevur givið út áður.
tað, ið eyðkennur bæði Lizu
Marklund og James Patterson
er, at bøkur teirra fara skjótt
fram. tað málsliga, ið Liza oftani
verður kritiserað fyri, er einkult og
lættlisið.
Bókin er um morð, ið verða
framd um alt evropa, og tá bókin
byrjar eru drápsmennirnir komnir
til Svøríkis. Ung pør verða dripin og
blaðkvinnan Dessie og amerikanski
politisturin Jacob Kanon seta sær
fyri at finna tey ella teir, ið hava
framt morðini.
Bókin er spennandi. Nógv av
tí vanliga, sum oftani er at finna
í bókunum hjá Lizu Marklund,
er eisini við í hesari. til dømis
eru Dessie og annika Bengtsson
rættuliga líkar í atburði, tær
eru báðar blaðkvinnur og báðar
búsettar í Stockholm.
amerikanski politisturin í
bókini kemur inn til svensku
starvsfelagarnar við »cut the crap«
medferð. eitt sindur slitið kann
ein tykjast. Svensku politistarnir
vita onki og eru bara forðingar á
vegnum hjá Dessie og Jacob.
Mína bók keypti eg fyri 55
krónur, og eg eri glað fyri, at eg
ikki havi goldið meira enn so fyri
hana. Hon var okay lesnaður,
men tær umleið 350 síðurnar eru
skjótt lisnar, og aftaná situr ein við
kensluni – ná, var hatta alt?!
★★★★★★
tað er eitt gott hugskot at eta
tomat – líkamikið um hon er rá ella
tilgjørd onkursvegna.
tað halda granskarar á
National Centre of Food Safety &
technology í USa. teir halda seg
hava funnið fram til, at tomatir
kunnu fyrbyrgja blóðtøppum, bruna
og prostatakrabba.
Og teir halda seg eisini hava
funnið fram til, at ein rá tomat er
sunn, men at tað er minst líka sunt
at eta tomatir, sum eru viðgjørdar
onkursvegna – sum partur av
tomatdrykkum, tomatsós ella
tomatsuppu.
Vit kenna alt til tað her í Føroyum.
Smáu handlarnir gerast færri og
færri í tali, tí stóru handlarnir
taka yvir. Soleiðis er rákið eisini
í Danmark. Børsen skrivar, at
seinastu trý árini eru 3.330 smærri
handlar stongdir. tveir triðingar av
hesum handlum vóru vestan fyri
Stórabelt.
– Kappingin um kundarnar er
beinhørð, og discountketurnar
og vøruhúsini fara við tíðini at
gera, eingir handlar verða eftir í
útjaðaranum, sigur Bent aarrebo,
sum er formaður fyri felagið
Handelsstandsforeningen.
Mogens Bjerre, sum er
lektari á Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn, heldur, at rákið
kann ikki vendast.
– Fólk leita inn til teir stóru
handlarnar í býnum, og gongdin er
sjálvstyrkjandi, sigur hann.
Síðst í mars kemur annað ættarlið av iPad hjá apple á marknaðin her á
okkara leiðum, og samstundis sum nógv gleða seg
til ein betraðan og betri iPad, verða teir
gomlu iPad1 bíligir at fáa hendur
á. Hóast iPad1 er lutfalsliga nýggj
tøkni, fer prísurin á teimum at falla
munandi, nú teir nýggju iPad2 verða
at fáa til keyps. eitt er, at handlar
fara at geva avsláttur, tað verða
eisini nógvir privatir brúkarar, sum
vilja av við sína gamla iPad, so teir
kunnu keypa sær ein iPad2.
NASA vil
sleppa til Jupiter
Krimidrotningin
goes west!
Smáu handlarnir
hvørva
iPad2 gevur bíligar iPad1
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
UmmælI: Inna Törnroos
Tomatin virkar
ímóti sjúkum