fríggjadagur 11. mars 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30
Sosialurin
skip ið verður gjørt liðugt.
Sam bært byggisáttmálunum
verð ur annað skipið liðugt
síðst í september í ár – og
hitt næsta vár. Hesi skip eru
størri enn fyrsta supply-
skipið hjá okkum, Eldborg,
sum kom á sumri í 2009.
Osmund,
sum
sjálvur
er 69 ára gamalur og væl
fyri, sigur, at tað eru tær
yngru kreftirnar í felagnum,
Tummas Justinussen, stjóri,
saman við Jens Marnar Ras-
mussen, ið er skipsførari og
løgfrøðingur, sum í fyrsta
lagi taka sær av hesum.
Hann hevur stórt álit á
hesum dugnaligu monnum,
og hann heldur nógv av
øllum teimum, sum starvast
fyri felagið, bæði á landi og
sjógvi.
Í føroyskum høpi eru sátt-
málarnir, sum felagið í Leirvík
hevur gjørt um hesi bæði
supply-skipini, millum teir
stóru í føroysku skipasøguni.
Sáttmálin, sum kann sam an-
berast við hesi bæði supply-
skipini, er sáttmálin um
nýggju Norrønu, sum eisini
mundi liggja rundan um 700
miljónir krónur.
Osmund sigur, at tað
hevur gingið væl við Eldborg,
sum fyribils hevur sáttmálar
fram til endan av 2012.
- Nú vóna vit, at tað eis-
ini fer at gangast væl hjá
nýggju skipunum. Tá ein
verk ætlanin er so stór, sum í
hesum føri, antin gongur tað
– ella gongur tað ikki. Her
nyttar einki, at mín pensjón
verður løgd í ætlanina fyri
at dekka tað, ið kann koma
at vanta í, um alt ikki gongur,
sum tað skal, sigur hann
brosandi.
Tað skilst tó honum, at
vónirnar eru góðar – og vóru
tær ikki tað, hevði felagið í
Leirvík neyvan farið undir
hesa verkætlan.
– Eingin eigur at halda, at
vit hava lagt okkum at sova
fyri tað, um ísfiskatrolararnir,
Stjørnan og Polarhav, nú eru
seldir. Ei heldur koyra vit
krónurnar undir koddan,
sum Osmund Justinussen
skemtandi tekur til.
Lítið á bók
Meðan vit práta, hugleiðir
hann um ymiskt, sum hevur
eyðkent nógv vinnulívsfólk.
– Nøkur menniskju hava
fingið evnini at seta í verk,
og tað er mín sannføring,
at vit eiga at brúka okkara
evni, har tey eru. Vanliga eru
ígongdsetarar ikki penga-
savnarar. Vóru teir tað, høvdu
teir neyvan verið ígongd-
set arar. Í vinnulívi gongur
við hvørt væl, og viðhvørt
gongur minni væl. Nøkur
ár kunnu góðar inntøkur
spyrjast burtur úr, men hjá
allar flestu vinnulívsfólkum
liggur peningur stutt, men
verður brúktur til nýggjar
íløgur. Søgan sigur okkum,
at nógv vinnulívsfólk høvdu
lítið á bók, tá tey fóru undir
grønutorvu,
men
kortini
høvdu tey í fleiri førum skapt
arbeiði til fleiri bygdaløg í
síni virknu tíð, sigur hann og
leggur aftrat, at sjálvandi eru
undantøk.
Í november síðsta ár hevði
Osmund Justinussen verið
reiðari í samfull 40 ár.
Vit skulu ikki í hesi greinin
nerta við alt tað virksemi,
sum hann hevur havt við
at gera, ei heldur nevna øll
tey skip, hann hevur verið
reiðari á.
Nú Stjørnan og Polarhav
eru seld til Klaksvíkar, kunnu
vit nevna, at hetta var triðja
Stjørnan í røðini síðan 1973,
tá Osmund saman við øðrum
keypti
fyrstu
Stjørnuna.
Polar hav, sum skipanavn,
kom í flotan hjá honum sein-
ast í sjeytiárunum.
– Øll hesi ár hava vit
fing ist við ídnaðarskip í
Norð sjónum, og vit hava
havt skip feskfiskaveiði á
Føroyagrunninum,
heilt
síðan hesin fiskiskapur byr-
j aði her fyri sløkum 40 árum
síðan, samstundis sum fiska-
virkir byrjaðu at stinga seg
upp kring landið.
Spurdur, hvussu nógvum
skipum hann hevur verið
reiðari á øll hesi mongu ár,
sigur Osmund, at talan er
um 35 skip tilsamans. Taka
vit so teir bátar, sum fylgdu
við keypinum av ognunum
hjá Kjartani Joensen og tey
nýggju supply-skipini, sum
nú eru í gerð, er talan um 40
skip tilsamans, sum hann
hevur havt við at gera.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at taka vit øll hesi
skip og samanbera tey við
skipatalið, sum gamli Kjølbro
í Klaksvík umsat gjøgnum
mong ár, táttar virksemið
í Leirvík samanlagt í virk-
semið, sum Kjølbro hevði í
Klaksvík í fimmti-og seksti-
árunum.
– Nú fer mín leiklutur
sum reiðari at minka. Men
eg kenni meg væl, og mær
dámar ómetaliga væl um
sumrarnar at gera onkran
túr við kalvalínu við 20-tons-
aranum, Heiðrikki, sum vit
eiga, sigur Osmund.
Góður stuðul
Vit spurdu eisini Osmund
Justinussen,
hvar
kona
hans ara, Jórun, hevur verið
í øllum hesum virkseminum
gjøgnum so mong ár.
- Eg og synir mínir hava
havt ein góðan stuðul í
konuni og mammuni. Tað
hevur jú ikki bara gingið væl,
men ongantíð er hon komin
aftaná og hevur sagt, at hetta
ella hatta skuldi eg ongantíð
havt gjørt – heldur ikki, tá
avgerðin var skeiv. Jórun
hevur borið við øll hesi 40
árini, bæði tá tað gekk við
– og tá tað gekk ímóti. Tað
eigur hon stóra tøkk fyri,
sigur Osmund Justinussen.
vilmund@sosialurin.fo
Tað var ein stór løta, tá supply-skipið Eldborg varð navngivið við Vestaru
bryggju í Havn í juni mánað 2009 Mynd: Vilmund Jacobsen