Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 19 VIKUSKIFTI tIl arbeIðIs Anna Kathrina Højgaard, ið mong kenna sum fotografur og listarkvinna í breiðari merk ing, er fødd á Reyni í Havn. - Vit búðu beint yvir av Portugálinum, til eg var umleið seks ára gomul. Eg haldi meg minnast heilt aftur til 2-3 ára aldur. Vit gingu sum leysir fuglar kring um í hesum ser- staka umhvørvi, spældu í fjøruni og balans- er aðu út yvir vatnið, sum hon tekur til. Sæð í bakspeglinum, heldur hon, at hetta var ikki heilt vandaleyst. - Í dag eru børnini so væl vard í mun til okkum, sum vuksu upp, tá eg var barn, leggur hon aftrat. Anna Kathrina minnist eisini, at hon sum eini fimm ára gomul saman við mongum øðrum plagdi at standa í kø og keypa mjólk í granna- lag num, og her møtti hon næstan allari Havnini, sum hon tekur til. - Tað var ógvuliga litríkt, um eg so kann siga, at veksa upp í umhvørvinum á Reyni. Her vóru øll møgulig fólka, bæði fitt fólk og undarlig fólk. Andlitini á fleiri av hes- um fólkum sita føst í minninum. Hetta var sum ein pragtfull ævintýraverð – júst sum í einum sirkus - bæði til gott og minni gott. Men eg hevði ikki viljað verið hesi ár og hesi upplivilsi á Reyni fyri uttan. Tey næstu árini búði Anna Kathr- ina í eysturbýnum í Havn. Lærdi til fotograf Eftir at hon hevði fingið realskúlaprógv í Havn í 1973, fór hon longu eftir summar frítíðina sama heyst í læru sum fotografur hjá Bambus. - Tað tók hálvt fimmta ár at læra til foto- graf, og umleið helmingin av lærutíðini var eg í læru hjá ymiskum fotografum í Danmark. Hetta passaði væl hjá Bambusi, sum eisini skuldi røkja sítt skeiðvirksemi. Í Danmark var eg í læru hjá bæði portret-og reklamufotografum. Eg var í nakrar mánaðir hjá einum – og so aftur nakrar mánaðir hjá einum øðrum. Hetta var á Keyp mannahavnar-leiðini, og júst um hetta mund ið í sjeytiárunum hendi nógv innan eitt nú mótaheimin. So, hetta gjørdist ein ógvuliga spennandi og lærurík tíð. Einar tríggjar ferðir var eg í skúla í umleið hálvan triðja mánaða hvørja ferð. Skúlin var í Randers, og her skuldi eg læra um alt tað teoretiska. Ein fittur part- ur av skúlagongdini snúði seg um kemi og rokning, og tá varð sagt, at fotografskúlin var á hædd við eitt studentsprógv í so máta. Anna Kathrina sigur, at tá hon fekk sítt prógv sum portret-og reklamufotografur, stóð Bamsu’sa navn á sveinabrævinum. - Eg haldi, at tað var gott fyri mína út- búgv ing, at eg kom so víða, meðan eg var í læru. Tað hendi jú nógv meiri í Danmark enn í Før oy um um hetta mundið, og tí gjørdist mín sjónar ringur kanska størri og meiri fjølbroyttur, enn um eg øll árini hevði starvast hjá Bambus. Anna Kathrina Højgaard sigur, at tá hon kom heimaftur til Føroya sum útbúgv- in fotografur, fekk hon ymiskar upp gáv ur at gera fyri føroysku bløðini og lýsing- ar stov ur, og serliga samstarvaði hon nógv við Ingvør Nolsøe, sum tá hevði stovn að sína egnu lýsingarfyritøku. - Eg haldi sjálv, at eg kom við einum nýggj um og minni traditiónsbundnum hátti at fotografera upp á, og hetta gjørdi, at áhugi var fyri mínum myndum og motivum. Hetta var ein ógvuliga spennandi tíð, og eg haldi, at mín háttur at fotografera líka sum var startskotið til ta nýhugsan innan foto grafering, sum vit sóu árini eftir. Anna Kathrina hevur ikki sovið tíð- ina burtur, síðan hon sum ung fekk sína útbúgving sum fotografur. - Í nítiárunum búði eg í Danmark í eini 8-9 ár og kom heimaftur til Føroya í 2001. Með an eg var í Danmark hesi árini, gekk eg á Svendborg Grafiske Værksted í eini tvey ár, og eitt skifti gekk eg eisini á Odense Tegne-og Malerskole. Haraftrat gekk eg tað mesta av einum ári á hondarbeiðsskúla í Norðurjútlandi. So, eg dugi ikki bara at foto- grafe ra, tekna og mála, men eg dugi eisini at seyma frakkar og kjólar, sigur hon brosandi. Hon sigur, at hon hevur altíð havt eygu og oyru opin, har hon hevur verið. - Eg eri nokso spontan og ikki bangin fyri at leypa út í uppgávur. Tað kann vera ein styrki at vera spontan, men tað kann eisi ni vera ein veikleiki, um tú ikki dugir at halda eitt sindur aftur, sigur hon. Í beiðum høpi Gávurnar hjá listarkvinnuni, sum Anna Kathrina Højgaard so sanniliga er, spenna rættiliga víða. - Eg byrjaði at taka myndir sum stór smá- genta, og tað var pápi mín, Jóhan Højgaard, sum eggjaði mær. Honum dámdi sera væl at taka myndir og hevði sjálvur sum ungur eitt ynski um at gerast fotografur. Hann gjørdist í staðin tryggingarmaður. Tað var pápi mín, sum soleiðis stuðlaði mær í at fara í læru. Sum ung átti eg gott myndatól, og tað var ikki so sjáldan, at eg tók myndir av floksfeløgum mín um – og viðhvørt fóru vit út í náttúruna at taka modelmyndir. Sjálvur tók pápi so óføra góð ar og skarpar myndir, leggur hon aftrat. Í eini tvey ár, meðan hon gekk í real- skúla, arbeiddi Anna Kathrina í Havnar Bio. Her gjørdist hon hugtikin av mynd- um og filmsupptøkum. Serliga var tað ein enskur filmur um ein kendan móta foto graf, sum hugtók hana. Í dag arbeiðir Anna Kathrina Høj- gaard nógv við fotomyndum, og hon er ikki minst bitin av tí, hon rópar reflek- tió n um – eftir afturspeglingum. - Mær dámar eisini óvuliga væl at kombinera við grafikki, og her plagi eg at gera tyngri arbeiði á verkstaðnum hjá Tórshavnar Kvøld-og Listaskúla, har amboðini eru til tað. Men hjá mær, eins og hjá mongum øðrum listarfólkum, er nógv knýtt at tíðarskeiðum, leggur hon aftrat. Hon heldur, at tað grafiska líka sum er nær í familju við tað fotografiska, og fyri ein stóran part er líkheitstekin millum hesar greinarnar. - Eg havi málað, síðan eg var eini 10 ára gomul, tá eg keypti mær fyrstu penslarnar. Langir steðgir hava verið í, men so knappliga vitjar hugurin aftur. Anna Kathrina Højgaard hevði sína fyrstu stakframsýning við fotomyndum í 1983, og síðan tá hevur hon ikki tal á øllum teimum framsýningum hon hevur havt – og verið saman við øðrum um. - Hvat eg ætli mær í framtíðini? Eg hugsi nógv um at geva út eina fotobók við svart/ hvítum myndum. Mær dámar væl skuggar og ljós – og at minimera litir. Myndir tiknar fram við landi, myndir av áum og hyljum – tað eri eg, sigur fotografurin og listarkvinnan, Anna Kathrina Højgaard. lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen Mær dámar skuggar og ljós - Eg byrjaði at taka myndir sum stór smágenta, og tað var pápi mín, sum eggjaði mær. Honum dámdi sEra væl at taka myndir og HEvði sjálvur Eitt ynski um at gErast fotografur. Hann gjørdist í staðin tryggingarmaður. tað var pápi, sum solEiðis stuðlaði mær í at fara í læru. sum ung átti Eg gott myndatól, og tað var ikki so sjáldan, at Eg tók myndir av floksfeløgum – og viðhvørt fóru vit út í náttúruna at taka modElmyndir, sigur anna kathrina højgaard Fakta Navn: Anna Kathrina Højgaard Starv: Fotografur Besta við starvinum: At arbeiða sum eg sjálv vil Ringasta við starvinum: Mær dámar tað bara... - Eg eri nokso spontan og ikki bangin fyri at leypa út í uppgávur. Tað kann vera ein styrki at vera spontan, men tað kann eisni vera ein veikleiki, sigur Anna Kathrina Højgaard Mynd: Vilmund Jacobsen