fríggjadagur 11. mars 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30
22
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Tað er alneyðugt, at lundin
verður friðaður í nøkur ár, til
stovnurin er komin fyri seg
eftir.
Tað
staðfestir
Bergur
Olsen fuglafrøðingur.
Saman
við
Jens-Kjeld
Jen sen hevur hann gjørt
eina kanning fyri Inn lendis-
málaráðið um støðuna hjá
lundanum í Føroyum.
Kanningin
vísir
eina
sera dapra mynd av støð-
uni og gongur, sum teir vilja,
verður ongin lundi í døg-
verðapottinum á ólav søku,
hvørki í ár ella tey næstu árini.
Støðan er so syndarlig,
at fuglafrøðingarnir rætt og
slætt mæla landsstýrinum til
at friða lundan í nøkur ár, til
stovnurin er komin fyri seg
aftur.
Og friðingin skal setast
í gildið alt fyri eitt so at tað
heldur ikki verður loyvt at
fleyga lunda í summar.
Kanningar og teljingar
vísa, at tað hava verið øgiliga
stór sveiggj í veiðini, men tað
er serliga hesi síðstu árini
síðani 2003, at afturgongdin
hevur verið stór.
- Um aldarskiftið vóru
nøkur heilt góð lundaár, og tá
vórðu næstan 100.000 lundar
fleygaðir um árið, men sein-
astu átta árini hevur at kalla
onki verið at fingið, siga
teir báðir fuglafrøðingarnir,
Bergur Olsen og Jens-Kjeld
Jensen.
Ikki týndur av veiði
Berur Olsen sigur, at hóast
lundaveiðan hevur verið stór,
er tað ikki ovurveiða, sum er
orsøkin til stóru minkingina
hesi seinastu árini.
- Tað er føðitrot, sum er
orsøkin til minkingina, stað-
festa teir stutt.
Bergur Olsen eigur, at
tað er ongin nebbasild til og
tí koma heldur ongar pisur
undan tí tær fáa onki at eta.
Hinvegin er framvegis
nógv til av lunda, tá ið hugsað
verður um búfuglin.
Og tað kann vera so skjótt,
at tað aftur verður meiri føði
og tá fara pisurnar eisini at
koma undan.
- Tá verður aftur meiri
lundi at fleyga. Men tað verð-
ur alt búfuglur, sum verður
fleygaður við tað, at ongin
ungfuglur verður at fleyga,
av tí, at ongar pisur eru
komnar undan nú í fleiri ár.
Men
fuglafrøðingarnir
leggja dent á, at tá verður
neyðugt at friða lundan, so
at hann fær frið í nøkur ár, til
nakrir árgangir av pisum eru
komnar undan og stovnurin
komin fyri seg aftur.
- Verður nógvur búfuglur
fleygaður hesi næstu árini
fáa teir ikki borið pisunum
føði og sostatt doyggja tær
eisini.
- Og tað kann ikki halda
fram, tí so verður stovnurin
oyddur, allur sum hann er.
Sostatt er tað eisini ein
etisk orsøk til, at lundin skal
friðast hesi næstu árini, tí vit
eiga at sleppa undan teirri
støðu at taka fugl, sum hevur
pisu, sigur Bergur Olsen
- Fleyga vit áhaldandi
ov nógvan búfugl, minkar
stovnurin heilt skjótt, tí fyri
10 árum síðani fleygaðu vit
næstan 100.000 lundar og
heldur tað fram í fleiri ár
at vit bara fleyga búfugl, er
eyðsæð, hvør endin verður,
leggur hann afturat.
aki@sosialurin.fo
Jacob Vestergaard sinn
aður at friða lundan
- Fái eg eina góða grundgeving, eri eg sinnaður at friða
lundan.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í
fiski vinnumálum, sum altso eisini hevur málið um
fuglaveiði um hendi.
Í næstu viku fer hann at hava fund við fugla frøð-
ingarnar, Berg Olsen og Jens-Kjeld Jensen um støðuna
hjá lundanum.
Hann sigur, at fáa fuglafrøðingarnir sannført hann
um, at tað er tað einasta rætta og alneyðugt at friða
lundan fyri at verja búfuglin, er hann eisini sinnaður
at fylgja tí tilmælinum.
Men kanska er ikki neyðugt at fara so harðliga
til verka, tí kanska er tað nóg mikið at seta onkrar
avmarkingar í gildi, leggur hann afturat.
– Friðing er eitt so víðgongt stig, at tað kann verða
tórført at fáa semju um tað. Hinvegin mugu vit eisini
ansa eftir, at vit ikki friða lundan í allar ævir og er
hann fyrst friðaður, kann tað verða tórført at avtaka
friðingina aftur.
Landsstýrismaðurin heldur nevniliga, at er tað
burðardygt at veiða lunda, skal tað eisini vera loyvt.
Lundin skal friðast
fyri at bjarga honum
BRÁÐNEYÐUGT Fyri tíggju árum síðani vórðu næstan 100.000 lundar fleygaðir í Føroyum, men
í fjør vórðu bara 339 lundar fleygaðir. Skal stovnurin bjargast má hann friðast alt fyri eitt
Kann nakar hugsa
sær einar Føroyar við
ongum lunda?