Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 21 VIKUSKIFTI Gjørt roadmovie Fjølnir Geir Bragason hevur gjørt ein film um Føroyar. Tað er lutvíst ein roadmovie og lutvíst ein dokumentar. Filmurin snýr seg um motorsúkklur, tatoveringar og Føroyar. – Tá ið eg kom til Føroya av fyrstan tíð, varð eg næstan illa við av, hvussu hjálpsamir og blíðir føroyingar vóru við meg. Tað er ein av orsøkunum til, at eg havi gjørt hendan filmin, sigur hann. Týskvøldið kl. 21.00 verður filmurin vístur í Sirkus í Havn. Fjølnir hevur tatoveringar á ørmunum, á rygginum og á beinunum. Hann er ikki liðugur at tatovera seg. Hann skal gera beinini liðug og skal hava okkurt á ryggin afturat, men hann ætlar at halda bringuna fría fyri tatoveringar mynd: JenS kriSTian VanG