Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 Sosialurin Trivnaður Gransking & menning Sjúklingurin í miðdeplinum Læknaskrivari til Røntgen Umsóknarfreistin er 15. mars 2011 Umsitingarfulltrúi Umsóknarfreistin er 18. mars 2011 Læknaskr. til Neurol.amb. Umsóknarfreistin er 22. mars 2011 Læknaskrivaranæmingar Umsóknarfreistin er 4. apríl 2011 Introstarv í Pædiatri Umsóknarfreistin er 12. apríl 2011 Áður lýst størv: Sjúklingasamskipari til Uttanlandstænastuna Tí lýsa vit eftir einum sjúklingasamskipara, sum eisini skal verða leiðari av økinum. Talan er um eitt fyribilsstarv í 2 ár. Viðkomandi skal hava ábyrgdina av, at tryggja at sjúklingar, fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd. Uppgávan at samskipa, optimera, planleggja og góðskutryggja sjúklingagongdina í samband við serviðgerð uttanlands er í tøttum samstarvi við avvarðandi yvirlæknar, sjúkrahús og Heilsumálaráðið. Sum leiðari av økinum skal tú verða við til at grunda virksermið, samstundis sum arbeiðast skal við at menna og betra sjúklingagongdina. Tú hevur eisini starvsfólkaleiðslu og fíggjarliga ábyrgd av lønarjáttanini í eindini. Uttanlandstænastan verður skipað sum ein stabseind og vísir til sjúkrahússtjórnina. Ábyrgd og myndugleiki: • Tryggja at sjúklingar fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd • Tryggja neyvt samstarv og samskifti við avvarðandi yvirlæknar, sjúkrahús, viðgerðarstøð, sjúklingahotel, flutningsfeløg og aðrar samstarvspartar • Tryggja at fyrisitingarligar mannagongdir verða fylgdar, og at skrásetingar innan serviðgerðina verða gjørdar og mentar • Ábyrgd av og tryggja, at Uttanlandstænastan virkar í samsvar við mál og virðisgrundarlagið fyri Landssjúkrahúsið • Ábyrgd av at fylgja lógini um sjúklingarættindi • Ábyrgd av, at lønarjáttanin svarar til tørvin og verður hildin • Ábyrgd av fíggjarstýring av lønarútreiðslum á økinum • Ábyrgd av, at tryggja at tøl og data sum eru grundarlag fyri framrokningum eru álítandi • Seta mál fyri virksemið á Uttanlandstænastuni • Standa fyri starvfólkaleiðslu og menning og virka fyri trivnaði Førleikakrøv: • Royndir/áhuga innan arbeiðið við sjúklingagongdum • Útbúgving/royndir innan leiðslu og fyrisiting • Viðkomandi heilsufaklig grundútbúgving er ein fyrimunur • Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni, bæði munnlig og skrivlig • Góð greinandi evni, framskygni og hava visjónir • Teldukuførleiki Vit bjóða: • eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum tú sjálv/ur er við til at skapa • ein ágrýtnan leiðara- og starvsfólkahóp við góðum íblástri • eitt sjúkrahús við aktivum starvsfólkapolitikki og strategiætlan, sum m.a. raðfestir leiðslu- og starvsfólkamenning høgt Lønar- og setanartreytir eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at venda sær til: Nainu Túgvustein, varastjóri, tlf. 304599, lokal 1003, t-postur: naina@ls.fo Tummas í Garði, varstjóri, tlf. 304599, lokal 1002, t-postur: lstumga@ls.fo Starvslýsing sæst á www.ls.fo undir „leys størv“ Umsóknarfreistin er tann 28. mars kl. 12.00 Medisinska depilsleiðslan er samansett av leiðandi yvirlæknanum og leiðandi sjúkrarøktar-frøðinginum. Medisinski depilin er skipaður í 4 seingjarøki við hvør sínari deildarleiðslu. Harútyvir ambulatoriir, fysioterapi, ergoterapi og skrivarar. Umleið 150 ársverk eru á Medisinska deplinum. Ábyrgdarøki Medisinska depilsleiðslan hevur ta yvir skipaðu ábyrgdina fyri samlaða raksturin hjá depl inum. Neurologisku yvirlæknarnir fáa ábyrgdina fyri leiðsluni av tí neurologisku funktiónini, innløgdum sjúklingum, ambulant um nýávísingum í samarbeiði við onnur sjúkra hús í Føroyum og í øðrum londum. Medisinski depilin er mitt í einari størri menning, sum m.a. hevur við sær, at fleiri sjúklinga-viðgerðir verða tiknar heim frá Danmark til Føroyar. Omaná hetta er stovn settur ein loyalur og ágrýtin yvirlækna- bólkur, sum samstarvar um allar tær medi sinsku sergreinarnar. Tað er av stórum týdn ingi, at tú bæði hevur hug og evni til at samar beiða í einum toymi, har loyalitetur og opinleiki eru grundarlag fyri avgerðum og handlingum. Vit vænta, at tú stuðlar og tekur uppá teg ein aktivan leiklut í granskingar- tiltøkunum hjá Med. deplinum, bæði lækna- og tvørfakliga. Neurologiin á Landssjúkrahúsinum Neurologiska funktiónin ræður yvir 8 neuro intensivum sengrum til apopleksi, og 2 sengur til aðrar neurologiskar sjúklingar. Tað eru umleið 1.000 ambulantar vitjanir árliga og tann 1. apríl 2010 var stovnsett eitt neurologiskt ambulatorium við skrivara, sjúkrarøktarfrøðingi og skiftandi konsu lentum, m.a. EEG-atstøðara og neurolog íroknað neurofysiologi. Mynda- diagnotiska orkan er í løtuni við CT- og MR-skannarum av eldra slagnum. Júst nú eru umbyggingar í gongd við tí fyri eyga, at vit fara at fáa nýggjar CT- og MR-skannarar. Harvið verður góðskan á hædd við tey donsku meginsjúkrahúsini. Serligt fyri hesi størvini Á Landssjúkrahúsinum ynskja vit, at avvarðandi yvirlæknarnir fáa eitt tætt samband við Neurologisk klinik á Ríkissjúkrahúsinum. Eyðkennið og vavið av samarbeiðinum kann avtalast ítøkiligt. Samstundis við, at størvini verða sett, verður tað framvegis møguligur tørvur fyri konsulenttænastum, so at vit náa eitt víðari neurologiskt netverk og framhald í tí fakligu dagføringini. Arbeiðsuppgávur • Samábyrgd fyri dagliga rakstrinum og starvsfólkatrivnaðinum innan neurologiska økið • Er limur av leiðslubólkinum í Medisinska deplinum • Orða og eftirmeta mál fyri neurologisku sergreinini innan teir fíggjarligu karmarnar • Seta neurologiska gransking í gongd, góðskutrygging og menning fakliga og tvørfakliga • Iverkseta og møguliga tillaga gjørdar neurologiskar sjúklingagongdarlýsingar • Taka sær av øllum kliniskum neurologiskyn funktiónum á innlagdar og ambulantar sjúklingar, herundir visitatión • Møgulig vaktskylda kann avtalast nærri Førleikakrøv • Serlækni í neurologi • Leiðsluroyndir • Hevur ein heilsutilfeingis- og búskaparligan hugburð • Kann hugsa skapandi og virka taktiskt og langskygt • Kann planleggja og skipa sjúklingagongdina í sergreinini munagott Lønar- og setanartreytir Starvið verður innsett eftir avtalu millum FAS og Fíggjarmálaráðið. Serligu korini verða avtalað einsæris í samstarvi við Ríkis- sjúkrahúsið og Landssjúkrahúsið. Meira kunning um størvini eru at fáa við at venda sær til Tummas í Garði, yvirlækna og varastjóra, t-postur: lstumga@ls.fo, telefon 234592 ella til Bjarna á Steig, depilsleiðara, t-postur: lsbjast@ls.fo, telefon 234525 Umsóknarfreistin er 31. mars 2011 Landssjúkrahúsið hevur sett á stovn eina Uttanlandstænastu, har endamálið er at miðsavna tær dagligu uppgávurnar í samband við, at sjúklingar fara uttanlands Yvirlæknar við serfrøði í neurologi Tvey størv sum yvirlæknar eru leys til setan sum skjótast ella eftir avtalu S t ø r v á L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m w w w . l s . f o Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin FO-100 Tórshavn Ella á teldupost adressu: umsokn@ls.fo