Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 20 VIKUSKIFTI TaToveringar Eyðun Klakstein eydun@sosalurin.fo Hann hevur tatoverað seg á armar, rygg, hendur og bein, men fyrsta tato­ veringin hjá Fjølnir Geir Bragason var eitt skúladømi um, hvussu mann ikki skal gera. – Eg fekk mína fyrstu tatovering í 1994. Eg var fullur og fekk per sóns­ nummarið hjá mær tatoverað á økslina. Tatoveringin, sum varð gjørdi við eini rakimaskinu, var so djúp, at hon kom inn á bein. Eg gjørdi alt skeivt, og seinni fekk eg eina nýggja tatovering út yvir ta gomlu, sigur hann. Síðani 1998 hevur íslendingurin Fjølnir Geir Bragason javnan ferðast til Føroya fyri at tatovera føroyingar. Hann hevur støðugt fólk á bíðlista, og av og á kemur hann til Føroya at ar­ beiða í eina ella nakrar vikur. Í løtuni ger hann tatoveringar í Sirkus í Havn. – Føroyingar duga væl at tatovera seg við eini meining. Tað eru fáir før­ oyingar, sum bara fáa sær onkra til­ vildar liga tatovering. Oftast hevur tato ver ingin nakað persónligt at siga fyri fólk, og tað dámar mær væl, sigur Fjølnir. Fann egna leið Pápi Fjølnir er Bragi Ásgeirsson, sum er kendur listamaður í Íslandi, og Fjølnir hevði sum ungur hug at leita listarliga vegin. – Eg fór á listarskúla, men eg vildi finna onkra listagrein, sum lá langt burtur frá tí, sum pápi mín fekst við. So eg royndi ymiskt og arbeiddi serliga sum skulptørur. Men so byrjaði eg at fáa áhuga fyri tatoveringum, og tað gjørdist líkasum mín listagrein, sigur Fjølnir. Ein vinmaður, sum hann hitti á Listar skúlanum, var farin undir at tato vera fólk, og Fjølnir fór at arbeiða saman við honum. Hetta var í fyrru helvt av nítiárunum. Og síðani hevur Fjølnir arbeitt sum tatovørur. – Tað er hent ótrúliga nógv hesa tíðina. Tøknin, sum vit brúka, og litirnir eru blivin nógv betur, so tað er næstan ein heilt annar heimur í dag. Vit ganga eisini høgt upp í reinleika og trygd, tá ið vit tatovera, sigur hann. – Tað plagdi at vera so, at nógv fólk vildu ikki tatovera litir á kroppin, tí teir bleiknaðu, men tað er hent nógv við lit unum, so at teir halda nógv betur nú, enn teir gjørdu fyrr, sigur hann. Tí er tað eisini blivið meira vanligt at gera littatoveringar, og at gera tær stórar. Føroyingar duga at tatovera seg Fjølnir Geir Bragason hevur upplivað mangt og hvat í sínari tíð sum tato­ vørur. Fólk hava viljað havt løgnar tatoveringar á løgin støð, ungfólk hava ynskt sær provokerandi tatoveringar og so víðari. Hann heldur tó, at flestu føroyingar hugsa seg um, áðrenn teir lata seg tatovera. – Í Føroyum er tað næstan altíð ein persónlig meining við eini tato­ vering. Trúgv, persónlig viðurskifti og mentanar arvurin síggjast aftur í tatover ingunum, og tá gevur tað veru­ liga meining at lata seg tatovera, heldur Fjølnir. – Tað eru bæði menn og kvinnur, ung og tilkomin, sum fáa sær tatoveringar í Føroyum. Tað kemur javnan fyri, at fyrst eru tað tey ungu, sum lata seg tato vera, og so fáa tey meira tilkomnu hug at gera tað eisini, sigur hann. Interaktiv list Tatoveringar eru blivnar alt meira van ligar og góðtiknar í samfelagnum – eisini tí føroyska. – Fyrr fylgdi ein stigmatisering næstan við eini tatovering, og tær blivu ofta settar í samband við kriminell fólk, rockarar og onnur. Men soleiðis er als ikki longur. Eg havi tatoverað fólk av øllum slagi – sjómenn, tónleikarar, ung fólk, prestar, sálarfrøðingar og mong onnur. Fjølnir Geir Bragason heldur, at tato­ veringar eru eitt slag av interaktivari list. – Hetta er eitt nýtt slag av poppart. Fólk brúka kroppin hjá sær til hesa interaktivu list. Tey siga eina søgu við tatoveringini ella tey markera nakað persónligt – tað kann verða gleði, sorg, at náa einum máli ella annað. Og summi fáa sær eina tatovering heilt ein falt, tí tey halda tað verða pent, sig ur hann. Fjølnir sigur, at tað er sera sjáldan, at fólk angra ella eru misnøgd við eina tatovering. – Tað kann sjálvandi koma fyri, at onkur er misnøgdur við okkurt, men tað er ógvuliga sjáldan. Og enn havi eg ikki upplivað, at nakar heldur eina tatovering verða ov stóra. Um tey eru misnøgd við støddina, so er tað tí, at tey halda hana verða ov lítla, sigur Fjølnir. Fjølnir prýðir føroyskar kroppar Hann tatovErar blómur, fólkanøvn, yrKingar, skriftstøð og annað á føroyingar. sjálvur gjørdi Hann alt sKEivt, tá ið Hann fEKK sær sína fyrstu tatovEring. Íslendingurin fjølnir gEir Bragason Heldur, at føroyingar duga væl at fáa sær tatovEringar Tatovørar hittast í Føroyum Fjølnir Geir Bragason hevur tikið stig at gera eina stevnu fyri tatovørar í Føroyum í heyst. Ætlanin er, at eini 10 tatovørar skulu hittast í Føroyum og halda til her eitt vikuskiftið. – Tað er vanligt við slíkum stevnum aðrastaðni. Tatorvørarnir gera tatoveringar, vísa sítt arbeiði fram, og annars ber til at frætta ymiskt nýtt innan tatoveringar, sigur Fjølnir. Tatovørarnir, sum koma hendan vegin í september, starvast allir í Norðurlondum. – Norðurlond verða roknað at verða frammaliga innan tato veringar, og tað eru eisini fleiri útlendingar, sum starvast í Danmark og aðrastaði, sigur Fjølnir. Í løtuni verður arbeitt við fyrireikingunum til tatovørstevnuna í heyst, og meira verður at frætta um hana seinni. mynd: JeNs krisTiaN VaNG