fríggjadagur 11. mars 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30
12
Sosialurin
Petersen
Vinnu- & bilradio á
Um dagarnar eru tvinni
uppskot løgd fyri tingið at
játta íløgu- og rakstrarpening
til Saltsiloina á Tvøroyari.
Samlaður íløgukostnaður um
60 mio kr, umframt mvg-frí-
tøkuna, sum landið missur.
Projektið virkar tølandi.
Talan er bert um triðings-
upphædd tí danir koma við
restini. Men er tað so?
Verkætlanin gjørdist av-
leggari av einum eftirskúla
í Hvalba, har ósamsvar var
millum nyttu og kostnað.
So var at finna uppá okkurt
annað.
Stigtakarin barslaði nýtt
uppskot. Saltsiloin skuldi
gerast
mentanardepil
í
Norðurhøvum, ein tón- og
sjónleikaoasa, fjarskotin frá
fólkameingi, eitt uppland
til arketoniskt forvitni og
alment fitilendi hjá mentanar-
kveikjara.
Í sjálvdrátti hevur fyrr-
verandi sambandshøvdingin
nú lagt uppskot fyri tingið,
har skotið verður upp, at
landið beinanvegin játtar 20
mio kr, umframt 2,5 mio kr í
árligum rakstrarstuðli. Sama
hevur
landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum gjørt, tó við
virknaði frá 2012. Eingin íløgu-
raðfesting. Alt gjørt í politisk-
um ad hoc gávumildni og
ovfarakæti.
Men
spurningurin
er,
hvussu kann slíkt projekt
realiserast uttan veruliga
politiska viðgerð?
Lobbyarbeiði
Søgan byrjaði fyri ári síðani
við óglærum lobbyarbeiði
sum endaði við tilsøgnum
ella politiskum knæfalli, sum
so er brúkt at fáa Mærsk og
donsku stjórnina at játta 38
mio til projekt, sum flestu
bert kenna konjunkturarnar
av. So einfalt kann peningur
fáast til vega, tó at fleiri aðrar
verkætlanir í landinum hava
staðið í bíðirøð í áravís.
Annað, sum tykist ørkyml-
andi er ætlanin, at landið
árliga skal rinda helvtina av
rakstrarkostnaðinum
fyri
virksemi, sum aðrastaðni
verður goldið lokalt. Tí er
almenna
gjaldsjáttanin
prinsipiell, tí hví skulu onnur
mentanarhús og bygdarhús
ikki fáa almennan stuðul til
sítt gerandisvirksemi? Hví
skulu Atlantis, Mentanar-
húsið í Fuglafirði, Bygdar-
húsið á Strondum o.s.fr ikki
vænta somu vælvild?
Í áravís hevur tað verið
afturvendandi
ynski,
at
landið játtar pening til rakstur
av mentanartilboðum. Men
her hevur politikkurin verið
avgjørdur,
skilnaður
er
gjørdur millum fíggjarlóg
og lokalt mentanarvirksemi.
Men nú er so vend ávegis,
skilst. Har ein skriða er lopin
er onnur væntandi, tí hví
skulu onnur ikki vænta sær
somu rakstrarvælvild sum
Saltsiloin?
Annað er so, at Saltsiloin
skjótt kann gerast ein fíggj-
arligur kleppur fyri lokal-
samfelagið. Aðrastaðni í
landinum standa mentanar-
hús mestsum tóm, tí fíggja-
rorka ikki er til gerandis-
virksemi. Har eru stórt sæð
ongar inntøkur, bert útreiðsl-
ur. Hví skal tað so verða
øðrvísi á Tvøroyri, har komm-
unan eisini liggur fíggjarlig-
um andaleypi, at hon neyvan
klárar gerandisskyldurnar.
Annað at bjóða
Hinvegin, so er hevur Suður-
oyggin so ómetaliga nógv
annað at bjóða, har pening-
ur uttanífrá og landskassa-
ískoyti veruliga kundi gjørt
mun fyri mentanina og ikki
minst
ferðavinnuna.
Og
møguleikarnir eru nógvir, har
eitt hjálpandi íløguískoyti
kundi gjørt allan munin.
Í Vági liggja handilshúsini
úti á Marknoyri og vesturi á
Gørðunum. Har hevði ein
ítøkilig verkætlan og ístand-
seting við eini bøtandi hond
og peningainnspræning mest-
ur komið væl við.
Handils- og fiskahúsið
við træbrúnni á Hvítanesi
og framúr havnarumhvørvið
á Tvøroyri, sum av eldsálum
er sett í stand og gjørt til
fólkaogn, er ein perla, har
avmarkað almenn upphædd
helst hevði gagnað meiri enn
risa upphædd á Drelnesi. Í
Fámjin stendur fitti handilin
og kaffein og bíðar eftir
einari hjálpandi hond. Í Hovi
royna fús fólk at gera gamla
handilin við bátahylin til eitt
savn. Sjáldsama grótlaðingin
á Fiskieiðinum, kolanámini í
Hvalba – ja, ivaleyst eru fleiri
slíkir møguleikar í Suðuroy.
Allastaðni hevði stór nytta
verið
í
íløgustuðli,
sum
annars ikki er til taks.
Minni fyri meira?
Sjálvsagt kunnu øll fegn-
ast um stórfingnu peninga-
váttanina úr Danmark. Men
spurningurin er, fáa vit
minni fyri meira? Ein risa
íløga í eitt so ógvisligt hús
sum Saltsiloin á Drelnesi
er eitt. Nakað heilt annað
verður stríðið av at fylla
Saltsiloina við nógvum og
dyggum innihaldi, áskoðara-
og áhoyraraundirtøku, sum
kann bera árliga kostnaðin
av rakstri og viðlíkahaldi til
at rættvísgera hetta altjóða
átakið fyri byrjaðanarprísi
uppá 60 milliónir krónur?
Rætt er, at fittur partur
av íløgukostnaðinum kemur
úr Danmark. Slíkt duga
summi fólk (eru tey nevnd,
so eru tey kend) ikki at siga
nei takk til. Men hava vit
ráð til hetta eksperiment
vitandi um, at íløgan bara
er partur av fíggjarliga veru-
leikanum, sum fer at daga í
havsbrúnni?
Tá vit ikki í ártíggju
hava klárað Tjóðleikpallin
og
Kirkjubømúrin
betur
enn higartil, so er hugsandi,
at hvaðna verri kann tað
tað gerast við Saltsiloini á
Tvøroyri. Livst so spyrst.
Kjak
Bjarni Djurholm
løgtingsmaður
Bøtir salt alt?
Saltsiloin er ikki bert eina gávu. Hon kann gerast
dýr og blíva ein kleppur fyri suðuroyingar