fríggjadagur 11. mars 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
12
VIKUSKIFTI
Hon gav
etingarólagi
eitt andlit
men doyði sjálv
Isabelle Caro gav etIngarólagI eitt andlIt, tá ið hon í 2007
var við í heImskendum lýsingum. men sjálv fekk hon onga
hjálp og doyðI í november í fjør – einans 28 ára gomul
etingarólag
Inna törnroos
inna@sosialurin.fo
Tað var italska mótafyritøkan Nolita,
ið stóð aftanfyri lýsingarherferðina,
har Isabelle Caro sat nakin og vísti sín
sjúka kropp. 162 sentimetrar høga Caro
vigaði tá 30 kilo.
Hugskotið var at vísa, hvussu sjúkur
mótaheimurin er, og hvat hendir, tá ið
ungar kvinnur verða noyddar at klænka
seg fyri at gerast modellir.
Isabelle segði soleiðis um mynd
irnar:
– Hendan myndin er mín møguleiki
at vísa mína pínslu og fáa mín boðskap
út. Sjúkan er sera vandamikil og at vera
so kløn, sum eg eri, kann ein faktiskt
doyggja av. Tað er eisini alt annað enn
vakurt.
Niður á 25 kilo
Isabelle var borin í heim í Fraklandi og
einabarn hjá einari mammu, ið helst
ikki vildi, at hon skuldi gerast vaksin.
Tá kroppurin hjá Isabelle byrjaði at
bún ast, gjørdi hon alt fyri at steðga tí.
Eitt var at gevast at eta. Summar dagar
át hon bara ein neva av kornflakes og
tvey sjokulátapetti.
Tá Isabelle var sjúkast, vigaði hon
bara 25 kilo.
2007 fekk hon samband við italska
myndamannin Oliverio Tosscani. Hetta
var tá kjakið um »Size zero« leikaði
harðast á, og hann vildi vísa, hvat klønu
fyri myndirnar kunnu elva til.
Myndirnar gjørdust sera kendar
og vóru at síggja í bløðum um allan
heimin.
Isabelle gjørdi samrøður við nógvar
sjónvarpsstøðir, og segði seg vilja blíva
fríska og eta meira – men ikki alt ov
skundisliga.
– Eg vil so líðandi taka eitt sindur
uppá, eg má venja meg at viga meira,
segði hon tá.
Men hon kláraði ikki at vinna móti
sjúkuni. Í november í fjør doyði hon.
Hjálpti tað?
Tað, ið nógv seta spurnartekin við nú,
er, um myndirnar av Isabelle gjørdu
hana enn sjúkari.
– Hon bleiv kend sum »Anorexi
gentan«, og tað trúgvi eg styrkti henn
ara sjúku. Miðlarnir eru heldur ikki so
áhugaðir í teimum frísku anorexisjúk
lingunum – ein frísk kvinna selur ongi
bløð, sigur bloggarin Liza Isaksson, sum
skrivar um etingarólag.
Um myndirnar av Isabell Caro
hjálptu ella ikki, er trupult at siga,
men hygg ur ein eftir seinasta umfari
av kendu sjón varpskappingini »Top
Model«, eru modellirnar klænri enn
nakrantíð.
Myndirnar sum Oliverio Tosscani tók fyri mótahúsið Nolita gjørdust heimskendar
Isabelle Caro áðrenn etingarólagið
tók yvir hennara kropp
Fakta: Size-zero
size-zero – ella stødd null – er ein
klædnastødd í Usa. Í norðurlondum
er tað at samanlíkna við stødd 30 ella
XXs. ein kvinna, ið hevur size-zero,
er 80 sentimetrar um bringuna, 59
sentimetrar um miðjuna og 82 um
rumpuna.
at hava size-zero er ofta sæð sum
tann besta støddin millum kend og
modellir.
Size-hero er eitt mótmæli móti tí
sjúk liga klæna size-zero. kendar
kvinnur, sum jessica simpson og
kim kardashian standa aftanfyri og
vilja vísa, at ein rundur kroppur er
minst líka góður sum ein klænur.