Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 14 Sosialurin Kjak Ragnar Joensen Unga Sjálvstýri Tann 10. september í 2004 skrivaði Óli Samró, cand. oecon. eina kronikk við yvir­skriftini “Býtið enskt og danskt um í skúlanum”, har hann hugleiddi um ringu ávirkanina, fólka­ skúla­­­skipanin hevði havt á hans­­ara yrkisleið. Tá ið Óli hevði lokið sær eina útbúgv­ ing og skuldi fara undir at sam­skifta við enskt­talandi starvs­felagar og áhoyrarar til ymiskar ráðstevnur, var tað oftani, at hann rendi seg fastan og var noyddur at spyrja út í fjøldina: “what is it called in English?” um eitthvørt orð, hann ikki dugdi. Ótespiliga kenslan av ikki at hava orðini í høvdi­ num fekk Óla at hugsa, um fólkaskúlin veru­liga var tann rætti pakkin til fram­haldandi menning av hvørjum eins­ tøkum næmingi.   Danskt - nei, takk Unga Sjálvstýri tekur undir við sjónarmiðinum, Óli ber fram. Vit vilja, at næm­ingar í føroysku fólka- og mið­ námsskúlunum skulu hava fleiri og betri møguleik­ar fyri víðari lesnaði. Meira ná­­greini­ liga meina vit, at tað er heilt burturvið, at læru­­greinin danskt skal fylla ein so stóran part av út­búgv­ingar­ leiðini, eisini hjá teimum, sum onki hugsandi gagn hava av undirvísingini m.a. tí tey ætla sær at lesa uttan fyri Danmark. Tá er tað heilt einfalt orku- og tíðarspill. Unga Sjálvstýri heldur, at útbúgvingarnar kunnu gerast nógv meira viðkomandi fyri tann einstaka næmingin. Gevið næmingunum loyvi til at takka nei til undirvísing í donskum, og t.d. heldur nýta ta tíðina til at læra seg betur enskt. Hetta hevði latið ein heim av møguleikum upp fyri føroyska ungdóminum, tí hann fer ikki longur at vera avmarkaður til lærdu háskúlarnar í Danmark vegna vantandi førleika í ensk­um. Tað skuldi hóast alt ikki verið neyðugt at víst á, hvussu fá av teimum fremstu lærdu háskúlunum kring knøttin bjóða undirvísing á donskum, og hvussu nógv av teimum bjóða undirvísing á enskum.   Legacy Væl vitandi um, at danskt er ein inngrógvin partur av føroyska samfelagnum, før­ oysku søguni og Føroyum sum heild, meta vit, at tíðin er búgvin til at partvíst sleppa hesum gamla arvi­n­ um. Tíðin, tá ið danskt var lykilin út í heim, er langt síð­ani farin frá okkum. Øll verðin snarar runt um altjóða­ gerð og enska málið, meðan føroy­­ingar framvegis velja at hava danskt í mið­deplinum. Undirvísingin í donsk­um er tó ikki bert undir­vísing í einum talumáli, men er sam­stundis við til at styrkja okkara kunn­ leika og sam­band við okkara grannalond. Danskt undir­ vísingin kundi tí verði broytt soleiðis, at undir­­vísingin eisini tók hini norður­­lond­ini við, soleiðis at næm­­ingar­ nir fingu eina betri fatan av teirra mentan og søgu.   TOEFL royndin Vit síggja í dag, at størsti parturin av teimum, sum fara undir víðari lestur velja Danmark fram um onnur lond. Orsøkirnar kunnu vera mangar, men talumálið hevur uttan iva ein stóran leiklut í teirra avgerð. Unga Sjálvstýri hevur ta fatan, at tað eru nógv, sum ikki kenna seg nóg tryggan í enskum til at lesa á einum enskt-talandi fróðskaparsetri. Um fólk vilja søkja inn á fróðskaparsetur í enskt talandi londum, er tað sum oftast eitt krav, at tey fyrst hava staðið eina sokall­aða TOEFL roynd. Royndin hevur til endamáls at kanna førleikan í enskum hjá fólki, sum eru úr einum ikki-enskt-talandi landi. Næming­urin fær síðani stig alt eftir, hvussu væl tað hevur gingist. Fróðskaparsetrini hava síðani eitt minstamark fyri, hvat næming­arnir skulu hava í TOEFL royndini fyri at sleppa inn. Við betri førleika í enskum, gerst munandi lættari hjá tí einstaka at fáa fleiri stig til hesa royndina.   Framtíðin Høvdu Føroyar torað at lovað enskum fram um danskt, høvdu vit óivað sæð eina positiva broyting innan stutta tíð. Heimurin letur seg upp, og tann einstaki fær sostatt nógv fleiri møguleikar við enska málinum í skjáttuni. Við hesum broytingum fáa Føroyar sum heild ein nógv breiðari sjónarring, og vit høvdu staðið stinnari í ferða- , olju-, fiski-, og alivinnuni, sum í høvuðsheitum eru enskt-talandi vinnur. Óli Samró heldur í kronn­ ikkini uppá, at rað­fylgjan á donskum og enskum skal býtast um í fólka­­skúlanum, soleiðis at næming­ar fáa undir­vísing í enskum, áðrenn undir­vísing­in í donskum byrj­ar. Hesum tekur Unga Sjálv­stýri sum sagt undir við. Vit meta tó, at fyrsta stigið eigur at verða tikið í miðnáms­skúlunum. Gerið danskt á hástigi um til eina vallæru­grein og møguliga átti enskt á hástigi verið ein kravd lærugrein. Raðfestið enskt heldur enn danskt! Sp/f Preben Hansen