fríggjadagur 11. mars 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
14
VIKUSKIFTI
Fáa neyvan nakran makrel
Alarar sýndir fram
Gongur harðliga fyri seg
Tað er munur á!
Onga staðni í universinum er so
dýrt at liva sum her í Føroyum.
Tað vita vit, tí Danmark er dýr
asta landið samanborið við øll
onnur lond. Og so er lagamanni
at samanbera, Føroyar eru dýrari
og dýrast.
Í Føroyum samanbera vit
okkum altíð við Danmark. Tað er
so lætt og kostar heldur ikki so
nógv. Tað mesta arbeiðið er longu
gjørt.
Føroyar eru dýrasta landið.
Hví laga vit okkum so ikki eftir tí
í staðin fyri at knarra?
Vit hava til dømis reint og
gott kalt vatn í Føroyum. Og tað
kostar einki. Í Danmark kostar
kalt kranavatn.
Vit hava ovmikið av krana
vatni. Kortini keypa foreldur, sum
grenja um, at tey hava ikki ráð
at geva børnunum at eta, danskt
sodavatn fyri fleiri hundrað
krón ur um mánaðin, tí tað er
altíð upp á tilboð.
Vit hava ongan ognarskatt í
Føroyum. Sera hent, tá føroyingar
eiga síni hús ella sína íbúð.
Arvaavgjaldið er nógv minni
her enn í Danmark. Eisini sera
hent, tá pensjonistar ikki hava
ráð at liva, tí børnini skula arva
alt, sum tey eiga.
Men í Danmark siga tey (sum
annars bara hugsa um pengar):
tag en taxa, lad arvingerne gå!
So siga tey, at vørur eru so
dýr ar í Føroyum, tí tað er so
øgiliga langt at flyta tær heilt
her norð ur í myrkrið. Flutningur
kost ar, alt kostar.
Men hvussu ber tað so til, at
tvøst og spik kostar 350 kr. kilo,
hóast tað er bara flutt nakrar
hundrað metrar til handilin?
Og neytakjøt og lambskjøt,
sum skal flytast 25.000 kilo
metrar, kostar sjey ferðir minni
enn grind í sama handli?
Tað bar eisini til einaferð
at fáa danskt øl í Rúsuni, sum
kostaði minni enn ølið, sum kom
hagar úr Klaksvík ella av Landa
vegnum.
Samstundis sum føroyingar
gremja seg um, at alt kostar so
nógv, keypa tey ikki har, sum alt
kostar minni, uttan tá tey fara av
landinum at keypa jólakaramellur
og páskaregg, neyðsynjarvørur.
Ein handil er, sum er á leið 20
prosent bíligari enn aðrir handlar.
Hví keypa øll ikki har? Í staðin
fyri at keypa í dýrasta handlinum
í ríkinum? Keyptu øll í bíligasta
handlinum, høvdu hinir sum frá
líður lækkað sínar prísir. Ella
farið á heysin. Og hvat so, vit
brúk arar lata ikki sosialhjálp, tá
vit keypa.
Hvat bagir annars prísunum,
tá fólk keypa har, sum dýrast er
at keypa?
Vilja fólk hava fleiri pengar
at keypa fyri, har tað er dýrast,
kunnu tey eitt nú melda seg úr
fólkakirkjuni og keypa breyð
fyri kirkjuskattin. Pappbreyðið,
sum kirkjan borðreiðir við, tá
altargongd er, mettar ikki nógv.
Limaskapur í fólkakirkjuni er
heldur eingin vissa ella treyt fyri
at sleppa í himmiríki.
Alt er ikki dýrari í Føroyum.
Arbeiðsmegin er nógv bíligari
enn í Danmark. Men tað telur
ikki við, tí tað loysir seg ikki at
arbeiða kortini.
Bilar kosta minni í Føroyum
enn í Danmark. Og tað forðar so
fyri, at fleiri rýma hiðani. Uttan
bil livir føroyingurin ikki leingi.
Tíð er pengar, plaga vit at
siga. Tíð kostar heldur ikki nógv í
Føroyum, tí føroyingar hava altíð
góða tíð og koma altíð ov seint.
Tíð upp á tilboð, tríggir tímar fyri
tað, sum tveir plaga at kosta.
Ella fáið tríggjar ferðir 20
min uttir fyri tað sama, sum ein
tími kostar.
Samanumtikið kann sigast
tað sama um pengar sum um alt
annað. Tað er ein spurningur um
rað festing. At raðfesta er ókent í
Føroyum.
Alt kostar, alt er so dýrt.
Hygg ur tú í føroysku orðabókina,
hon er áhugaverdur lesnaður,
fyll ir orðið dýrur næstan hálvan
teig.
Um tað so er Jesus, er hann
dýrur. Tað dýra navn er Jesu
navn. Tað rópa fólk upp á, tá tey
eru í dýrastu neyð, eitt nú dýra
biðidag.
Dýr tíð
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Hvat ár hevur ikki broytingar?
Bank Nordik: Eitt ár við
nógvum broytingum
Dimma
Nei, álvara?!
Vestmanna doyði ikki út
Vikublaðið
Rudda forsíðuna!
Andstøðan misnøgd við samgonguna
Dimma
Nýggj klæði skapa vøkstur
Klaksvík manglar fólk í
slipsi og klædningi
Sosialurin
Neyvan við at sleppa
av við Føroyar
Danir vilja skunda sær
meira enn gott er
Dimma
Multimentan
Føroyskt lambskjøt úr New Zealandi
Vikublaðið
Innbygt borihøvd?
Skrokkurin er gjørdur úr
serligum glastrevjatilfari, sum
t.d. tolir at sigla gjøgnum ís
Sosialurin
Gongur rætta vegin?
Danskt er eitt fremmandamál
fyri fleiri og fleiri føroysk børn
Dimma
Hvar er prógvið?
P/F Skálafjarðartunnilin hevur
prógvað, at tað ber til at gera
undirsjóvartunnil millum
Havnina og Eysturoynna
Útvarpið
Stuttlig tragedia
Álvarsamur skemtileikur í Klaksvík
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Stríðið um makrelin er stríð um nógvar pengar. Og stríðið er bæði millum Føroyar og onnur lond og innanhýsis millum føroyingar.
Búskaparráðið mælir til, at tey, sum veiða makrel, skulu gjalda tilfeingisgjald. Tað heldur Felagið Nótaskip lítið um. Yvirskriftin á
einari viðmerking í bløðunum í vikuni var »Búskaparráðið á skeivari leið í makrelinum«. Ja, vit síggja tað fyri okkum – Thomas Dam á
brúnni. Tað kann bara enda við, at eingin makrelur verður veiddur.
Boston Seafood Show hevur júst verið hildið. Har savnast
fólk innan fiskivinnu úr øllum heiminum, og føroyinar eru
sjálvtsagt eisini við, har tað hendir. Portalurin hevði tú
heldur óvanlig tíðindi at bera í vikuna. Sagt var soleiðis:
»Føroyskir alarar á Boston Seafood Show«. Tað halda vit er ein
nýskapandi máti at marknaðarføra føroyskan laks – útstilla
føroyskarar alarar!
Tað hevur verið nógv frammi í donskum – og eisini føroyskum
– fjølmiðlum, at ein donsk familja er tikin sum gíslar av
somaliskum sjónrænarum í Adenvíkini. Og tað vóru ikki
smávegis tíðindi, Portalurin hevði at bera fyrr í vikuni.
»Sjórænararnir býtt gíslarnar sundur« stóð í eini yvirskrift –
tað ljóðar rættiliga makaburt!
Tað verður ansað væl eftir, at fólk ikki keypa sigarettir av óvart í Føroyum. Á flogvøllinum eru tubbaksvørurnar dekkaðar við einum
klædnastykki, so at eingin rennur seg í Prince ella Look av misgávum. Men tað er eitt sindur øðrvísi at standa í kø í Danmark, har
sigarettirnar freista við innbjóðandi litum.