Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 5 VIKUSKIFTI mynd: Ólavur j. Hansen sálar frøðing, hóast eg hevði greitt frá, hvussu mín barndómur hevði verið, sigur Beinta. Barnaverndin vendi blinda eyga til Í okkara lítla samfelag er neyv- an nógv, sum fer framvið, uttan at onkur kenn ir okkurt til tað. Eisini ógvusligi barn dómurin hjá Beintu Jacobsen var lagd ur til merkis av grannum og øðrum tætt at henni. Ein dagin kom barna verndin á vitjan. Barnaverndin hevði frætt, at okkurt var ikki, sum tað skuldi í heiminum hjá Beintu. – Tey komu inn og fingu at vita, at alt var fínt. So fóru tey stillisliga út aftur. Eingin spurdi meg, hvussu eg hevði tað. Tað vóru so nógv fólk, sum vistu hvussu mítt lív var, men eingin hjálpti mær, sigur Beinta. Hóast ein ikki kann siga framman undan, hvussu eitt lív á barnaheiminum hevði verið, so er hetta kortini ein møgu leiki, sum Beinta ynskti sær. – Eg eri ótrúliga ørg um, at eingin hjálpti mær. Eg føli tað so, at eg havi fingið dupulta revsing. Fyrst ein ring- an barndóm og so eitt lív merkt av ógvusligum avleiðingum – tí eingin vildi hjálpa mær, sigur Beinta. Fortíðin spøkir enn Við øllum tí, sum Beinta hevur verið ígjøgnum, er hon mest ørg inn á sjeikin hjá mammuni, sum brúkti so mong ár at siga frá, at hon einki var verd. Og eins og tað er við lygnini, gjørdust hesi orð brádliga tann ævigi sannleikin. – Eg rýmdi av landinum í nøkur ár, tá eg hevði tað heilt ringt. Eg brúkti tvey ár niðri, har eg skar meg sjálva, bukaði meg sjálva og sat undir ísakøldum vatni í tímavís, tí eg hataði meg sjálva. Eg hataði meg so nógv, at eg skuldi revsa meg sjálva alla tíð, greiður Beinta frá. Eisini í dag fylgir fortíðin Beintu Jacobsen, sum nú býr í Danmark. – Tað er so nógv, sum er øðrvísi við mær. Eg fái til dømis vemmiligar dreymar, har eg síggi meg sjálva drepa onkran. Eg klári næstan heldur ikki at lata post kassan upp, tí eg veit ongantíð hvat eg kann vænta, sigur hon. – Eg veit væl, tað er forstýrað. Og eg havi lisið nógv um sálarfrøði, tí eg vil vita, hvussu eg skal handfara mínar tankar. Eg eri eisini bevíst um, hví eg fái slíkar tankar, men eg megni ikki at sleppa mær av við teir, sigur Beinta, sum ásannar, at tankarnir fara altíð at fylgja henni. Viljasterk sum fá Í dag livur Beinta eitt so normalt lív, sum til ber. Men Victoria Wild sleppur at liva, sum henni lystir. – Eg elski fantasiheimin hjá Victoriu Wild. Eg veit væl, at míni mørk ikki eru sum hjá øðrum, og tað er eisini tí, eg eri strippari. Men eg elski tað, staðfestir Beinta. Beinta lesur til marknaðar- førings økonom og er frammanundan útbúgvin hjá Matas. Beinta livur eitt róligt og friðarligt lív, men Victoria kemur fram um viku- skiftini, sigur Beinta smílandi. Síðani nógv umrødda sendingin um Victoriu Wild varð víst í KVF, hava nógvar ungar gentur vent sær til Beintu við vón um góð ráð. – Tað eru so nógvar kvinnur, sum hava tað sum eg, og liva við somu trupul leikum. Míni ráð til tær kvinn- ur nar er at melda brotsmannin sum skjót ast fyri at steðga slíkum og lær teg eitt sindur um sálarfrøði, so tú kanst hand fara tínar trupulleikar. Soleiðis eri eg komin víðari, sigur Beinta. Hon hevur fingið hjálp frá fleiri ymiskum sálarfrøðingum og gongur nú til kognitiva sálarviðgerð, sum er ein bólkaviðgerð, har kvinnur í líknandi støðum kunnu spegla sær í hvørjum øðrum. – Hevur tú havt ein ringan barndóm, so er mítt besta ráð, at tú leitar tær hjálp frá einum sálar- frøðingi. Tað hjálpir, sigur Beinta Jacobsen. Hon staðfestir, at tað ikki er synd í henni. Hon heldur hinvegin, at hon hevur megnað at funnið frið við mis- brúkinum og vánaliga barn dóm inum, men at hon framyvir fegin vil hjálpa øllum í slíkum støðum, um tað ber til. – Eg royni at liva mítt lív, sum frægast. Men eg fari altíð at bera arrini av barndóminum við mær. Men eg havi lært meg at liva við tí og havi nú eitt frálíkt lív, sigur Beinta Jacobsen. – Hevur tú havt ein ringan barndóm, so er mítt besta ráð, at tú leitar tær hjálp frá einum sálarfrøðingi. Tað hjálpir, sigur Beinta Jacobsen