fríggjadagur 11. mars 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ Eydnu
eydna@sosialurin.fo
prei: Eygnabrýr, sum eru væl røktar, hava
sítt natúrliga skap og ikki eru tyntar ov
nógv við pinsett, umframt nógv maskara
á vippunum, framhevjar eyguni.
litsamansetingar
Grafiskar linjur
og nýggjar
Pixel
Pixel er heitið á vársminkuni frá Make-up Store. Tað er
eitt stórt lop frá vetrarsminkuni, sum var køld og glitrut,
til nýggju sminkuna, sum er heit og litrík. Her er alt loyvt,
og vit skulu hugsa øðrvísi og ósiðbundið, t.d. ikki tóna
eygnaskuggarnar út, men lata skørpu kantarnar síggjast. Til
pixel røðina eru bæði litríkir eygnaskuggar, eygnablýantar
(sum vit viðmæla!), lipgloss, neglalakk o.m.a. Litirnir
eru koral, gult, reytt, limegrønt, grasgrønt og blátt.
prei: Húðin skal skyggja og til tað ber til
at nýta base-prep, sum tú smyr innanundir
brúnkreminum, ella mineral putur.
Prada Men's collection
vár og summar 2011
Eisini Prada hevur tikið táttin upp við somu
frísku litum og litsamansetingum, sum ikki
eru heilt vanligar. Mannfólkaklæðini hava
eisini skarpar linjur og ósiðbundin snið.
Jil Sander
vár og summar 2011
Jil Sander er gingin heilt
nýggjar leiðir og hevur eina
óvanliga litríka og sprøkluta
kollektión bæði til menn og
kvinnur. Meðan menninir
hava strømm klæðir, sum
kanksa enntá tykjast ov
smá, hava kvinnurnar stór
og flákrandi pløgg, sum
kanska tykjast ov stór.
Bottega Vanetta Women's
collection vár og summar 2011
Hetta er fyrsta klædnarøðin frá Bottega
Vanetta, sum annars vanliga ger taskur
og tilhoyr. Her hava tey spælt sær við
grafikkin, litirnar og samansetingarnar
og hava eisini nógv við korallittum,
reyðum, grønum og bláum litum.
Gucci vár og summar 2011
Tað klassiska er nú fylt við alskyns
litum, tí eisini Gucci er farin við í kórið,
sum í vár prædikar nógvar, sterkar
litir og skarpar linjur og snitt.
Vár- og summarmótin til bæði kvinnur og menn
bjóðar nýggjar litir, nýggjar litsamansetingar og
spennandi grafiskar linjur við skørpum kantum