fríggjadagur 11. mars 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
8
VIKUSKIFTI
Eingin rEvsing
at eta sunt
ÆtlanIn er ikki, at føroyIngar skulu gnaga eitt
broKKolIhøVd. endamálið er heldUr ikki, at føroyIngar
skulu fara frá garnatálgInI aftur við røstUm fiski, tí tað
er sUnnarI at eta olIVenoljU. málið er hInVegIn at fáa
føroyingar at KóKa røtur og gUlarøtUr aftur við ræsta
fIsKInUm og geva garnatálgInUm minni rúmd á tallerKInUm
Sunnur koStur
uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
– Seinastu tvey árini hava verið
rørslu ár. Tað er sera einfalt. Annað
hvørt hava vit lurtað og eru farin út at
renna at ganga, ella hava vit ikki. Nú
er kostár. Vit sleppa ikki undan mati
og eru tengd at hon um hvønn dag.
Soleiðis tekur Snorri Patursson til.
Hann er ein av trimum kostfrøðingum,
sum skulu fremja ymisk átøk, sum
hava til endamáls at gera matvanarnar
í Før oyum so góðar sum tilber.
Hví skal eg eta sunt?
– Eitt vanligt svar er, at kroppurin
verð ur glaðari. Kroppurin og sálin fær
tað betri. Eta vit rættan mat, orka vit
betur, eru væl uppløgd og fáa meira
frá hondini. Rættu kostur er eisini
týðandi, tá ið ræður um at fyribyrgja
lívsstíls sjúk um, so sum ov høgum
blóð trýsti, ovur fiti, sukursjúku og
æðrakálking. Mat vanar er eitt eymt
evni, og í grundini skal tað eisini fáa
frið. Endamálið hjá okkum er ikki
at fáa føroyingar at fara frá garna
tálginum aftur við røstum fiski, tí tað
er sunnari at eta olivenolju. Vit ætla
hinvegin at fáa føroyingar at kóka
røtur og gula røtur aftur við ræsta
fisk inum og læta garna tálgina fylla
minni á tallerk inum.
er tað stuttligt at eta sunt?
– Eg haldi tað vera stuttligt at gera
»ljótt« og undirmett grønmeti til
part av einari leskiligari máltíð.
Tað er hugvekjandi, hvussu nógvir
goymdir skattir eru í at blanda
sitrus fruktir og rótfruktir saman.
Tað festligasta av øllum er, at júst
hetta »ljóta« grønmeti oftast er tað
bíligasta, og eisini oftast hevur nógv
hægri føðsluvirðið. Hugburðurin er
onkursvegna, at um tú ikki etur eina
rúgvu av salatbløðum, so etur tú ikki
sunt. Vit ætla ikki, at føroyingar skulu
gnaga eitt brokkolihøvd um dagin.
At eta sunt skal ikki kennast sum ein
revsing. Ætlanin er at sníkja sunnheit
inn í ger andiskostin, sum tildømis at
læta rivn ar rótfruktir í eina kjøtfars.
samstundis, sum vit røra
okkum meira enn nakrantíð
áður, hava vit heldur ongantíð
havt so stórar trupulleikar av
ovurfiti. Hvussu ber tað til?
– Eins og vit hava eina stóra gjógv
millum rík og fátøk, hava vit eina stóra
gjógv millum tey, ið eru sunn og ósunn.
Føroyar hava somu trupulleikar, sum
londini kring okkum. Vit røra okk um
snøgt sagt alt ov lítið, sammett við
okk ara inntøku av mati. Matur verður
ikki raðfestur serliga høgt. Kost urin er
ein avgreiðsluspurningur. Hugurin er
lítil til at standa framman fyri grýt
unum. Úrslitið er skjótur og ósunnur
matur.
matsendingar og góð ráð
um kostvanar floyma yvir
okkum sum ongantíð áður.
skilir tú, at fólk hava torført
at fylgja øllum ráðunum?
– Ein stórur trupulleiki hevur verið hesir
sjálvútlærdu sunnheitsapotslarnir,
sum fáa pláss og tíð í miðlunum. Tað
er ein løtuvinningur hjá teimum at
sleppa framat og vísa á, at tað er ikki
sunt at eta hetta og hatta. Granskarar
draga eina línu, eingin ivi um tað.
Besta dømið er tey átta kostráðini. Tað
er vísind. Tung gransking tekur langa
tíð, men úrslitið er væl og virðiliga
eftirfarandi. Vit skulu eisini duga
at skilja frá. Eg kann ikki torga, tá
føroyingar siga mær, at nú siga »tey«,
at tað er ikki sunt at eta eplir. Hvørji
eru tey? Er tað eftirfarandi? Vit skulu
eisini hava keldukritikk, tá tað snýr
seg um mat.
Hvussu kunnu vit føroyingar
heilt einfalt eta sunnari?
Vit áttu at raðfest okkara proteinríka
fisk, sum floymir kring okkum, mun
andi hægri. Tað snilda, sum vit kanska
ikki hugsa so nógv um, er, at protein
mettar meira enn kolhydrat og feitt.
Tað er eisini umráðanadi, at vit eta
grov ari kost, sum tildømis meira full
korn í breyði. Vit kunnu eisini skifta
morgun matarskálina av kornflakes út
við havragrýn, og tað ber eisini til at
brúka meira havragrýn í dagligu mat
gerðini. Skilagott er at eta meira av
káls løgum, rótfruktum, bjølgfruktum
og ymsum nøtum. Harumframt er
sera týdn ingarmikið at hava í huga,
hvussu stórar mongdir av mati, vit
fylla á tallerkin.
nýggjastu ráðini eru nú, at vit
skulu eta nógv av summum
fruktum, millum annað
appelsinum og súreplum, men
búnar bananir og ananas skulu
vit ikki eta nógv av. Hví?
– Svarið er einfalt. Tað skal ikki skiljast
soleiðis, at bananir eru ósunnar, og at
vit ikki skulu eta ananas, hesar hava
eitt hægri innihald av sukri og tískil
eisini eina hægri orkunøgd.
Pasta, hvussu sunt er tað?
– Pasta er sunt, men fullkornspasta
er sunnari. Tú verður meira mettur
av full kornspasta, og tú etur minni
av tí.
Hvat saknar tú av
mati í føroyum?
– Tað er stórur saknur í størri úrvali.
Tað ræður um at gera tað lættari
hjá brúk aranum at velja sunt. Sum
dømi sakni eg nógv fleiri fiskasløg
í handlunum og á matstovunum
í Føroyum. Millum annað feskan
makrel, ið smakkar fantastisk bæði
á grill og pannu. Eisini kundi eg
hugsa mær fleiri viðskerar fram
leiddar í Føroyum. Eg sakni, at før
oysku matstovurnar hugsa meira um
grovt grønmeti, fullkornsbakstur og
heilsugóðan kost. Tað ber væl til at eta
salat og grønmeti aftur við einum góð
um búffi. Trupulleikin er, at búffurin
fyllir ov nógv, meðan grønmeti ikki
fær stór vegis rúmd á talerkinum. Tað
eru slík smá viðurskifti, sum kunnu
broyta nógv.
tú er partur av einum toymi,
sum er sett í samband við
kostárið 2011. Hvør er
tykkara størsta avbjóðing?
– Vit standa ikki á odda fyri einari
heksa jagt, sum skal geva føroyingar
ringa samvitsku, hvørja ferð, teir
eta ósunt. Endamálið hjá okkum er
at upp lýsa og gera greitt, at tað ber
væl til at eta sunt, uttan at broyta
matvanarnar stórvegis. Vit skulu
prógva, at við at smáum broytingum,
og við at hugsa seg eitt sindur um, er
gjørligt at liva væl sunnari.