Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 Sosialurin Grækarismessuhaldið í Havn verður sunnudagin klokkan 15.00. Tað er Skótalið Sigmunds Brest is sonar, sum skipar fyri. Grækarismessudagur 12. mars, har skótarnir saman við borgarum í býnum, heilsa várinum og og flytifuglunum vælkomnumtil landið. Frá gamlari tíð er sagt, at Tjaldri, tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu. Tað var Sverri patursson, sum fyrstur helt fólkafund á hesum degi í seinru helvt á 1930 árunum; loysunar orð hansara var: Latið smáfugl og heiðafugl hava fri!. Tað var Sverri Patursson sum heitti á skótarnar um at halda henda dagin í 1942, tí hann meinti at skótarnir livdi eitt við náttúruna. Nú halda vit græk ari s­ messu við skótaskrúðgongu og fólka fundum fleiri staðni í Før oyum og heilsa Tjaldr­ inum, vælkomið til land okk­ a ra aftur. Allir skótar, úlvar, og títt­ ling ar í Havn og á Argjum, fara at ganga skrúgongu og Havn ar Hornorkestur spælir. Øll skulu møta í sínum skót­ a hølum klokkan 14. Klokkan 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni. Gingið verð ur eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Fin­ sens gøtu oman á Vaglið. Sjálvt Grækarismessuhaldið verð ur á Vagl i num í Havn klokkan 15. Í ár verður tað Kári Ár­ ting sum hevur verðið Fylk­ is stjóri í SSB og nú stjóri í Rit & Rák, fer at halda græk ar is mess urøðuna í ár. Grækarismessa Hóast kava og kulda, so fyrireika føroyingar seg tl at taka ímóti tjøldrunum, sum koma í morgin... Tríggjar ferðir Godot Silas Olofson heldur røðu á Grækarismessu Kári Árting heldur røðu í Havn Grækarismessa Skótalið Sigmunds Brestisson skipar fyri grækarismessuhaldi í Havn sunnudagin Sunnudagin klokk an 14:45, verður Græk ar is­ messuhald í Klaks vík. Klaks víkar Horn­ ork est ur spælir og Silas Olof son flyt ur fram røðu. Hald ið, ið verður fyriskipað av horn or­ kestr i num, fer fram í hølunum hjá KFUM. Tjóðpallur Føroya Tíðindaskriv Í samband við leikin “Meðan vit bíða eftir Godot” fer Tjóðpallur Føroya at skipa fyri nøkrum seinnaparts tiltøkum. Byrjað verður komandi sunnudag 13.03.11 kl. 15.00, har Eyðun Johannessen, leikstjóri fer at hugleiða um sína ferð við “Godot og Beckett”. Hann hevur nevniliga sett hendan leik upp í Sjónleikarhúsinum í 1962, síðani á Århus Teater í 1981 og nú í 2011 á Tjóðpallinum. Hava uppsetingarnar broytt seg við tíðini? Er leik urin hin sami nú sum tá? Hevur leik stjórin broytt seg? Er hann hin sami nú sum tá? Sæst hetta 50 ára “samlívið” aftur í MEÐAN VIT BÍÐA EFTIR GODOT á Tjóðpallin í 2011. Sunnudagin 20. mars kl. 15.00 fer Mikkjal N. Helmsdal, leiklistafrøðingur at hava eina framløgu undir heitinum ” Beckett og Godot í leiklistarsøguligum høpi” Meðan vit bíða eftir Godot myndar eitt vegamót í leiklistini, og peikar bæði aftureftir og frameftir í leiklistarsøguna. Aftureftir, tí Beckett var sera ein sera tilvitaður og væl lisin rithøvundur, ið kendi sína bókmenta­ og leiklistasøgu út og inn, og frameftir, tí Beckett og hinir absurdi leikhøvundarnir í samtíð hansara gjørdist ímyndin av nýbroti og nýhugsan innan sjónleikaskriving og fingu stóra ávirkan á eftirfylgjandi ættarliðini. Í fyrilestrinum verður stutt lýst, hvat Absurda leiklistin sum rák var, og Beckett verðu lýstur sum rithøvundur við serligum atliti til arbeiði hansara at skriva leikin Meðan vit bíða eftir Godot. Víst verður á, at hóast Beckett ger upp við meginrákini í evropeiskari leiklist, so byggir hann samstundis í stóran mun víðari á nógvar av kendastu høvundunum innan hevdvunnu leiklistina. Sjónleikurin “Meðan vit bíða eftir Godot” verður spældur kl. 18.00 báðar hesar dagarnar.