Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 9 VIKUSKIFTI Ein nýggj kanning frá november 2010, ið er tann størsta av sínum slagi, er gjørd av føðslugranskarabólkinum, LIFE (Det Biovidenskabelige fakultet), við m.a. kenda danska yvirlæknanum, granskaranum, dr. med og leiðaranum á Institut for Human Ernæring á Københavns Universitet, Arna Astrup. Endamálið við hesari kanningini hevur verið at finna kost, ið kann vinna á ovurfiti, uttan at telja kaloriur,-og uttan at kenna sakn. Úrslitini av kanningini vórðu almannakunngjørd 25. november 2010 í viðurkenda tíðarritinum – New England Journal of Medicine. Í kanningini vórðu almennu kostráðini í Evropa samanborin. Útgangsstøði var tikið í nýggjastu vísindunum innan protein og kolhydrat. 772 familjur vórðu kannaðar, 938 vaksin og 827 børn. Granskararnir deildu luttakararnar í 5 kostbólkar og kannaðu so týdningin av mettuni, ið tey fingu av kostinum. Granskararnir vóru serliga áhugaðir í at kanna, um ein hægri proteinnøgd (og harvið lægri kolhydratnøgd) ikki bert gjørdi ein mettari, men í longdini eisini kundi fyribyrgja ovurfiti. Tað vísti seg, at luttakararnir, ið ótu hin proteinríkasta kostin og tey grovu kolhydratini, høvdu lættari við at fullføra royndartíðarskeiðið. Hetta kemst partvíst av, at vit nýta longri tíð til at sodna grovu kolhydratini. Harvið kenna vit okkum betri tilpassar, og so mettar protein nógv betur enn kolhydrat og feitt, og tískil kendu hesir luttakararnir seg ikki eins svangar og hinir. Nýggjastu ráðini ljóða tí nú, at summum fruktum kunnu vit eta nógv av, eitt nú appilsinum og súreplum, men t.d búnar bananir og ananas eiga vit ikki at eta ov nógv av. Alt grønmeti er loyvt, og vit skulu leggja dent á kost við stórari nøgd av proteini, eitt nú fisk, soltið kjøt, flogfenað, egg og soltnar mjólkarúrdráttir. Harumframt bjølgfruktir og nøtur. Niðurstøðan er sostatt, at protein mettar meira enn kolhydrat og feitt. Samstundis staðfestu granskararnir at luttakararnir, ið høvdu etið hin proteinríka kostin, høvdu lættast við at halda hóskandi vekt. Hendan framkomna kanningin, ið kallast Diogenes, staðfestir sannførandi, at vit kunnu eta okkum mett í proteini og grovum kolhydratum uttan at fara framm. Góð tíðindi í einari tíð, tá helmingurin av dønum stríðast við ovurfiti. Kollveltandi kostgransking Tá vit tosa um heilsugóðan kost, er kanska ikki so løgið, at vit kunnu gerast heldur ørkymlað, tí miðlarnir eru støðugt á tremur við nýggjum og betri ráðum um, hvussu vit skulu eta. Vegna kosttoymið fyri Kostárið 2011 Snorri Patursson Tey 8 KosTráðInI • Et frukt og grønmeti – seks um dagin • Et fisk og fiskaviðskera fleiri ferðir um vikuna • Et epli, rís ella pasta og fullkornsbreyð hvønn dag • Minka um sukrið – serliga úr sodavatni, góðgæti og køkum • Minka um fitinýtsluna – serliga úr mjólkarúrdrátti og kjøti • Et fjølbroytt og halt hóskandi vekt • Sløkk tostan við vatni • Rør teg í minsta lagi 30 minuttir um dagin – børn 60 minuttir ÍblásTUr TIl eIn heIlsU- beTrI gerandIsdag • Et meira frukt og grønmeti hvønn dag – serliga ber, kál, rótfruktir, bjølgfruktir, eplir og kryddurtir • Et meira fullkorn – serliga havra, rug og bygg • Et meira sjómat, minst tvær ferðir um vikuna. • Et minni, men góðskubetri kjøt – Hav endiliga ein fastan vegetardag • Nýt góðar rávørur úr villum umhvørvi, slepp undan matsminku – et vistfrøðiliga, tá ið tilber • Raðfest mat úr nærumhvørvinum og nýt helst ikki mat við haldevnum, et eftir árstíðunum • Et heimagjørdan mat so ofta sum gjørligt og tveit minni burtur Liva vit eftir teimum 8 kostráðunum, fær kroppurin nøktað tørvin á vitaminum, mineralum og øðrum umráðandi evnum. Minkað verður tá um vandan fyri lívsstílssjúkum, sum t.d. hjartasjúkum, sukursjúku og krabbameini, umframt at tey fyribyrgja ovurfiti. Flest øll kunnu liva eftir teimum 8 kostráðunum. Undantøk eru tó – børn minni enn 3 ár og eldri við ringum matarlysti. Snorri Patursson, kostfrøðingum