týsdagur 5. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 44 - 5. mars 2002
Nr. 44 - 5. mars 2002
3
Fríggjamorgunin 15. feb-
ruar bórust tíðindini, at
Karl Johansen var deyður.
Feigdarboðini
kendust
óverulig, og hevði tú eitt
bil kensluna av at verða
tikin av fótum.
Karl var maður sum
fólk góðu sær far um, ein
maður við greiðum sjón-
armiðum, ein maður, sum
flestu tóku støðu til. Tí er
tøgnin, nú Karl er farin,
so rámandi.
Karl var serstakliga
virdur fyri sítt virki sum
formaður í Havnar Ar-
beiðsmannafelag. Hann
gjørdist nevndarlimur í
1975 og í 1977 formaður,
og røkti hann hetta álitis-
starv fyrimyndarliga líka
til hann nú brádliga and-
aðist.
Vit eru mong, sum við
virðing skoða aftur á
sjáldsama góða handalag-
ið hjá Karl í gerandisvirki
hansara fyri limir felag-
sins. Ein maður, sum
breyt úr nýggjum, og sum
legði
lunnar
undir
nýhugsan í tí virk-semi,
hann virkaði og livdi fyri.
Karl var kontroversiel-
lur og samstundis sera
sympatiskur. Tí
vakti
hann positivar kenslur hjá
fólki – kenslur, sum vóru
lunnar
undir
hansara
hepnu hond í fakfelags-
yrkinum.
Hetta var serliga sjón-
ligt, tá hann stóð á odda
fyri ótaldu samráðingu-
num fjóðringsøldina hann
myndaði Havnar Arbeiðs-
mannafelag. Tað verður
sagt um Karl, at hann
dugdi avbera væl at skapa
eitt hugnaligt og gevandi
samráðingarumhvørvi.
Soleiðis eydnaðist tað
honum, ferð eftir ferð at
undirskriva
sáttmála
vegna sínar limir, uttan at
neyðugt var við tiltøkum á
arbeiðsmarknaðinum. Ja,
onkur hevur tikið til, at ar-
beiðsgevararnir dámdu at
ganga krøvum hansara
møti.
Samanumtikið
man
Karl metast at hava verið
millum fremstu og dugna-
ligastu fakfelagsleiðarar í
Føroyum yvirhøvur.
At Karl myndaði Havn-
ar Arbeiðsmannafelag í
fjóðringsøld
er
eisini
prógv um, at limirnir hava
verið stak væl nøgdir við
avrik hansara. Og teir fóru
ikki skeivir, tá teir litu á
hansara samráðingarheg-
ni.
Ein tann størsti varðin,
ið stendur eftir Karl sum
formann fyri Havnar Ar-
beiðsmannafelag, er eftir-
lønargrunnurin, sum hann
megnaði
at
stovnseta
longu í 1983. Henda skip-
an, sum gjørdi munin fyri
verkamannin, tá hann fór
um pensiónsaldur. Tað má
tí metast stórt spell, at
Karl ikki sjálvur kundi
njóta úrslitið av hesum
stóra átaki, sum hann
framdi vegna limir sínar í
Havnar Arbeiðsmanna-
felag.
Var Karl álitismaður í
gerandisdegnum, so var
hann eins hugvekjandi at
vera saman við í vert-
skapi. Prátingarsamur og
blíður.
Harumfarmt
skemtingarsamur.
Karl
fylti nógv, har hann var.
Hevði eina fevnandi per-
sónmendsku. Hetta munni
ikki minst hansara starvs-
felagar sanna.
Tað er við sorgblídni at
hesar reglur verða feldar á
blað. Við ynski um sam-
huga til tykkara – Thea,
børnini
og
familjan
annars, sum mist hava, vil
eg lýsa frið yvir minnið
um undangongu- og hug-
sjónarmannin Karl Johan-
sen.
Bjarni Djurholm
Karl Johansen til minnis
Tað kennist so ómetaliga
torført og tungt at skriva
nøkur orð til minnis um
teg, góða systir, nú tú ikki
ert ímillum okkum. Tað
var, sum steðgaði alt upp
tá vit fingu at vita, at tú
vart farin. Hettar er so
óskiljandi, og eg fati tað
ikki rættiliga enn. Tað
verður tungt at koma út í
heim títt og tú, góða
systir, ikki ert har – tú,
sum altíð var inni!
Tó fram úr myrkrinum
lýsir vónin og vissan, at
skjótt skulu vit møtast
aftur, har sjúka, deyði og
skilnaður ikki eru! Hvør
framtíð!
Góði Malvinus! Tú hev-
ur mist eina góða konu. Í
Orðt.
31:10
stendur:
"Dugnaliga konu – hvør
finnur hana? Manga meir
enn perlur er hon verd!"
Og hetta kann av røttum
sigast um Jonu systir –
dugnalig, og altíð við tí
góða. Hon hevði so stóra
umsorgan fyri tær, fyri
børnum tykkara, ommu-
og langommubørnunum,
og vildi, at teimum skuldi
gangast væl.
Paulus sigur í Róm. 8:
"Hvør skal skilja okkum
frá kærleika Kristusar!
Trongd, angist, atsókn,
hungur, nakinleiki, vandi
ella svørð! Nei eg eri
vísur í, at hvørki deyði
ella lív, hvørki einglar ella
harradømi, hvørki tað,
sum nú er, ella tað, sum
koma skal, ella maktir,
hvørki hitt høga, hitt
djúpa ella nakað annað, ið
skapt er, skal fáa skilt
okkum frá kærleika Guds
í Kristi Jesusi, Harra
okkara.!"
Kortini sakna vit, kort-
ini syrgja og gráta vit –
men við vón! Vit skulu
hittast aftur, tí hetta ber
orð Guds okkum greið
boð um! Harrin styrki
okkum í sorgini.
Friður
verður
við
minninum um systir mína
Jonu!
Ella við familju
Minningarorð um
Jonu Joensen
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn hevði
um vikuskiftið eitt átak
móti matstovum og barr-
um við skeinkiloyvi.
Kannað varð, um hesi
høvdu tey neyðugu loyv-
ini og um loyvini vóru
greitt frámerkt og sýnd
fram á staðnum.
Vakthavandi á løg-
reglustøðini sigur, at tey
flestu støðini í Havnini
vórðu eftirspurd, og tað
vísti seg, at fleiri av hes-
um ikki høvdu hesi
viðurskifti í lagi.
Høvuðsloyvið var í
lagi, men tey flestu støð-
ini høvdu ikki hongt hesi
loyvi upp á sjónligum
stað í matstovuni ella
barrini, sum lógin fyri-
skipar.
Eigararnir hava fyrst
fingið eina ávaring frá
løgregluni um at fáa hesi
viðurskifti í rættlag.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Mánanáttina klokkan fimm
varð ein ungur maður tikin
fyri at vera ófólkaligur
móti løgregluni.
Løgreglubilurin koyrdi í
býnum, tá ein ungur maður
í einum øðrum bili rullar
rútin niður og fer at gera
ófólkalig tekin móti løg-
reglumonnunum.
Bilurin
við
tí
unga
manninum varð steðgaður
og ungi maðurin tikin.
Hann verður ákærdur fyri
at vera ófólkaligur móti
løgregluni, og hann kann
vænta sær eina bót.
Løgreglan í Havn hevði
eisini einar tíggju ávirkaðar
persónar á støðini at sova
rúsin av sær um viku-
skiftið.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Ein maður varð mána-
náttina tikin av løgreglu-
ni í Vágunum. Hann var
komin til ilnar við for-
eldrini,
og
løgreglan
mátti boðsendast.
Maðurin var ávirkaður
av rúsdrekka, og løg-
reglan tók hann við í
varðhaldið. Mánamorg-
unin varð hann leyslatin
aftur.
Matstovur
kannaðar
Bót fyri
ófólkaligleika
Maður tikin
eftir húsaófrið
FERÐKANNINGAR
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn hevur um
vikuskiftið gjørt fleiri ferð-
kanningar við nýggja las-
ara-tólinum. Løgreglufólk
vóru
úti
fríggjadagin,
leygardagin og sunnudagin
og mátaði ferðina hjá bil-
um.
Vakthavandi á løgreglu-
støðini sigur, einar tíggju
frágreiðingar eru skrivaðar,
og at nøkur av hesum hava
fingið treytaða frádøming
av koyrikortinum.
Sagt verður av støðini, at
bilførarar sum heild koyra
alt ov skjótt, og at nýggja
ferðslulógin birtir uppundir
ov nógva ferð á føroysku
vegunum.
Orsøkin er, at bilførarar
nú bara fáa treytaða frá-
døming av koyrikortinum,
sum merkir, at førarin skal
upp til nýggja koyriroynd.
Hann hevur samstundis ein
treytaðan dóm, og ger før-
arin eitt álvarsamt mistak
afturat í ferðsluni, missir
hann kortið. Áðrenn var
frádømingin treytaleys, og
førarin misti koyrikortið
uppá standandi fót.
Koyra ov skjótt
C
M
Y
K
3
2
RØR & BLIKKSMIÐUR
Vegna vaksandi virksemi verður søkt eftir fólki at
arbeiða innan rør og blikksmíð
Góð løn
Nærri fæst at vita um starvið á:
Tlf.: 322 999 far.: 225 345
Rør & Blikk fast umframt alt vanligt rør, blikk og
smiðjuarbeiði, eisini við vatnviðgerðaranlegg til
svinjihylar.
Rør & Blikk
Undir Gráasteini 65 · 100 Tórshavn
tlf. 322 999 · far. 225 345
www.rorblikk.fo