Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 44 - 5. mars 2002 Nr. 44 - 5. mars 2002 5 Runavík, Sosialurin: Eysturoyingar vilja fegnir hava Sosialin í oynna. Tað vísti lut- tøkan, tá blaðið fríggjadagin bjóðaði til til móttøku í nýggju redaktións- hølunum í Runavík. Eini 200 fólk vitjaðu nýggju blaðhølini og tey nutu lekra pinna- matin frá Poul Rustin úr Fuglafirði. Fingu svalandi vín úr góð- um drúvum sunnan av meginlandinum, sum eina heilsan frá sólini meðan vátakav- in tøssaði alt upp uttanfyri og drukku bjór frá báðum føroy- sku bryggjarínunum. NÝGGJ DEILD Jústinus Leivsson Eidesgaard Sosialurin hevur reint manningarliga nú eisini fingið fótin fastan í Eystur- oynni og vanligar dagar skulu eitt ella tvey starvs- fólk manna redaktiónin í Eysturoynni. Og hvørji vóru so tey, sum vildu bjóða starvsfólki á Sosialinum vælkomnum. Fólk komu úr allari oynni. Umboð vóru fyri allar stættir og talurnar vóru nógvar. Borgarstjórin í Runavík, Rodmund Nielsen bjóðaið blaðnum vælkomnum og fjaldi ikki útyvir, at hann var fegin um, at Sosialurin endiliga hevði fingið skriv- stovu í Eysturoynni. Og fyri at vera eitt sindur diplomat- iskur, so segði hann, at fyri seg var tað líka mikið hvat blað kom í oynna, bara tey komu. Stuðlar hjá blaðnum gjøgnum mong ár vóru eis- ini møttir upp. Frits Joen- sen, lærari í Fuglafirði greiddi frá, at tá hann var smádrongur og tá ongin ivi var um, at Sosialurin var eitt javnaðarblað, tá var barnaheim hansara einasta hús í Fuglafirði, sum helt Sosialin. Pápin, Teodor Johannesen helt boðskapin í Sosialinum vera so týdn- ingarmiklan, at hann slerdi blaðið upp í bygdini sum veggavís, soleiðis at fugl- firðingar kundu lesa. Í dag er Sosialurin í teim flestu húsarhøldunumí Fuglafirði. Dan Reinert Petersen, tingmaður, hevur eisini ver- ið ein stríðsmaður fyri blaðið í farnum tíðum og í dag. Hann mintist í røðu síni á hvussu illa tað mang- an stóð til fíggjarliga hjá blaðnum, so illa, at stuðlar úr egnum lumma rindaðu til blaðið fyri at tí skuldi vera lív lagað. Og so fegn- aðist hann um góðu gongd- ina hjá blaðnum. Hann helt blaðið í dag vera so óheft, at tað var mest sum ov mik- ið fyri javnaðarpolitikkarar. Grør um gangandi fót Ábyrgdarblaðstjórin á Sosi- alinum, Jan Müller bjóðaði vælkomin og helt røðu. Hann segði: –Lat tað verða sagt beinanvegin, at stigið hjá Sosialinum í Eysturoynni hevur tvey endamál: nevni- liga at halda lív í okkum sjálvum og menna ávísina og kunna geva okkara íkast til menningina av allari oynni. Vit eru fegnir um at hava fingið so góðar um- støður her hjá Karlu og ar- beiðarafelagnum Hæddini við góðum grannum til allar síðir, men skulu sam- stundis minna á, at vit eru her fyri alla oynna og ikki bert fyri hetta økið ella henda fjørðin. Tó so – her er so nógv virksemi, at bara tað at skula dekka tað, sum her hendir, er nærum nóg mikið hjá einum fólki. –Má siga, at tað er ótrú- ligt, hvussu nógv virksemi er her á fjørðinum, men fara vit kring alla oynna, so er støðan alla staðni tann sama – her ýðir við arbeiðs- plássum – glaðum og nøgd- um fólkum. At frítíðarvirk- semi eisini er í sínum besta blóma, her hugsi eg ikki minst um tey mongu ítrótt- arfeløgini, er jú eisini eitt sunnheitstekin: at fólkið trívist. Tá arbeiði er til allar hendur og somu hendur eru virknar á vølli og í høll, so má tað sigast at vera trivn- aður. –Men lívið her er eisini annað enn arbeiðspláss og ítróttarvøllir. Tað er skúli, og tað er mentan. Eisini her er nógv virksemi. Skúla- depilin á Kambsdali er eitt gott prógv um tað. Og Flógv móttøka í Eysturoynni Rodmund Nielsen, borgastjóri í Runavík prátar her sparikassastjóran Tummas Jacobsen. Mynd: Jens Kr. Vang Redaktiónsleiðslan á Sosialinum saman við nýggja manninum. Frá vinstru Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri, Vilmund Jacobsen, journalistur, Jústinus Leivsson Eidesgaard, tíðindaleiðari og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri. Mynd: Jens Kr. Vang. nýggja mentanarhúsið í Fuglafirði. Fyri ikki at tosa um felagshúsini á Oyra- bakka, sum hava hýst mongum tiltaki. –Hetta er eisini svarið uppá, hví Sosialurin sum blað vil seta seg niður her tykkara millum. Vit vilja vera partur av hesi menn- ing, segði Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri. Menning ikki bara fiskur og fótbóltur –Men tá vit tosa um menn- ing, eiga vit ikki at gloyma, at hetta er ikki bara fiskur og fótbóltur. Menningin í einum samfelag, eini oyggj ella bygd snýr seg um øll menniskju, um øll tey fólk her búgva, eisini tey, sum vit ikki seta í samband við fisk ella fótbólt. Tí eiga vit ikki at gloyma tey, sum kanska hava ringast við at tala søk sína, børnini og tey ungu og tey gomlu og veiku. Tess betri børnini og tey gomlu hava tað, tess betri hevur samfelagið tað eisini. Tí vil uppgávan hjá einum blað sum Sosiali- num eins nógv vera at seta ljóskastaran á umstøðurnar hjá hesum ættarliðum, segði hann. –Í byrjanini verður Vil- mund Jacobsen her á re- daktiónini, men ætlanin er, at fólk frá øðrum redak- tiónum eisini skulu arbeiða her, og tey, sum eru her skulu arbeiða aðrastaðni. Á henda hátt ætla vit at menna okkara egna fólk og deildir. Geva teimum fjøl- broyttar og ymiskar avbjóð- ingar. Spennandi avbjóð- ingar í ymsum umhvørvi. Tí skulu tit ikki vera kløkk, um tað ein dag sita trý folk her og taka sær av t.d. eini stórari handils- og ídnaðar- messu í Runavík, fylgja stórari mentanarstevnu í Fuglafirði, fylgja áhuga- verdari samfelagsligari ráð- stevnu á Kambsdali, eru við, tá Norðoyartunnilin verður latin upp fyri ferðslu ella taka ímóti tí fyrsta út- gerðarskipinum, sum kem- ur til lands av okkara fyrstu føroysku oljuleið. –Tað skal heldur ikki vera nøkur loyna, at vit hugsa eisini um at fáa blað- num inntøkur við at koma inn í oynna. Vit vóna, at fyritøkur, feløg og stovnar og einstaklingar fara at brúka blaiðið sum lýsinga- miðil eisini og ikki bara tá talan er um at fáa upplýs- ingar og tíðindi út. Vit seta tí okkara álit á, at fleiri eysturoyingar bæði fara at lesa og brúka okkara blað við teimum møguleikum tað gevur segði Jan Müller, blaðstjóri og nevndi fyri mongu fólkunum, sum vóru við til móttøkuna, at tað gjørdi ikki støðuna verri, at tað í dag arbeiða fleiri eysturoyingar á blað- num. Blaðstjórin ynskti Vilmundi Jacobsen góða eydnu við nýggju rúmligu og snotuligu hølunum og takkaði eysturoyingum fyri at hava tikið so væl ímóti blaðnum, segði Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri. Støðan var hættislig, tá Havnatindur, sum var staddur á Norð- havinum, sunnu- morgunin fór at leka illa. Ikki fyrr enn tyrlan við tógvið stríð fekk pumpur um- borð, megnaðu teir at halda lens LEKI Stefan í Skorini Sunnumorgunin klokkan 8.30 fekk Vaktar- og Bjarg- ingartænastan fráboðan um, at línuskipið Havna- tindur úr Klaksvík var farið at leka. Havnatindur var tá átta fjórðingar norður úr Rivtanga, ið er norðasta staðið á Eysturoynni. Skipið tók sjógv inn í maskinrúmið, eftir at tað hevði fingið ein sjógv, og manningin, sum taldi tríggjar mans, sendi neyð- arkall til MRCC á Marinu- støðini. Tjaldrið, sum var trettan fjórðingar burtur, fekk boð- ini og setti beina kós móti Havnatindi. Klokkan 9.50 var Tjaldrið hjá neyðstadda skipinum, og tá var Søkin eisini komin til. Tá Tjaldrið hoyrdi neyð- arkallið, tyktist tað ógvu- liga álvarsamt, tí tað ljóð- aði, at báturin var um at søkka. –Brotini vóru so stór, og vindurin var so nógvur, at tað var ikki ráðiligt hjá okkum at seta pumpur um- borð á Havnatind, sigur Jákup Müller, skipari á Tjaldrinum. Tyrlan varð eisini boðsend, og hon skuldi síðani royna at fáa pumpurnar umborð. Vindmegin var einar 20 metrar um sekundið, og tað var ógvuliga óslætt á sjó- num. Aldan var tíggju met- rar til hæddar. Royndin miseydnast Klokkan 9.22 er tyrlan hjá Havnatindi, og hálvan tíma seinni roynir hon at seta pumpur umborð. Fyrsta royndin miseydnast, tí tað var ov óslætt í sjónum. Tað vísti seg at vera ógvuliga torført at raka tann lítla bát- in við pumpuni. Tyrlan hjá Atlantic Air- ways fer síðani til Klaks- víkar at fáa meira brenni- evni umborð. Klokkan 11 er tyrlan aftur hjá skipinum og ger enn eina roynd at fáa pumpur umborð. Hesuferð eydnast, og stutt fyri mid- dag eru pumpurnar farnar í verk umborð á Havnatindi. –Manningin á Havna- tindi var ógvuliga dugnalig og akrobatisk, at hon meg- naði at taka ímóti pumpu- num í ringa veðrinum, heldur skiparin á Tjaldri- num. Hann leggur afturat, at tað var tyrlan, sum var høvuðsorsøkin til, at hend- ingin spældi væl av hóast alt, tí Tjaldrið kundi ikki veita Havnatindi pumpur í ringa veðrinum. Klokkan 12.04 verður boðað frá, at vatnstøðan umborð minkar skjótt, og at pumpurnar rigga, sum tær skulu. Hálvanannan tíma seinni er tamarhald fingið á støð- uni, og Tjaldrið gjørdi seg til at sleipa Havnatind aftur til lands. Tjaldrið sleipaði Havnatind suður ígjøgnum Svínoyarfjørð, og klokkan 18.50 var lagt at í Klaksvík. Manningin ikki í vanda Jákup Müller sigur, at um tað stóð um lív hjá mann- ingini, hevði Tjaldrið sett bátin út og tikið manning- ina umborð. Skiparin metti tó ikki, at tað var ráðiligt at flyta pumpur við lítlum báti millum bátarnar, tí tað er torført at arbeiða við tung- um lutum í so ringum sjógvi. Havnatindur er bygdur í Klaksvík í 1947, og hann er úr eik og furu. Ólavur Waag Høgnesen eigur línu- skipið. Les, hvat skiparin sigur um tilburðin á síðu 13. Journalisturin, reiðarin og polittikarin. Vilmund prátar her við Jónsvein Knudsen og Sámal Petur í Grund. Mynd: Jens Kr. Vang Frá vinstru Óli Petersen, teknari á Skála, Dan Reinert Petersen og Frits Johannsens, báðir búsitandi í Fuglafirði Mynd: Jens Kr. Vang Havnatindur fór at leka: Støðan var hættislig Havnatindur og Tjaldrið við bryggju í Klaksvík. Línuskipið fór at leka illa sunnumorgunin, og tyrlan mátti seta pumpur umborð á bátin. Tjaldrið sleipaði Havnatind aftur á Klaksvík Gamli læknin á Skála, fuglfirðingurin Sigvald Kristiansen, t.h. prátar her við Napoleon hansen av Toftum. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 4 fólk í bili w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Bilpakkar Danmark Noreg úr 815,- úr 815,- úr 505,- úr 505,- Hetland Ísland Skotland úr 400,- úr 400,- úr 768,- úr 768,- úr 1.370,- úr 1.370,- Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Ferðist bíliga ... fyri hvønn Tórshavn - Bergen ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Lerwick ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Seyðisfjørður ella hinvegin fyri hvønn Fráf. Tórsh.: 24/5, 31/5, 7/6, 30/8, 6/9 Fráf. Hansth.: 18/5, 25/5, 1/6, 8/6, 15/6, 17/8, 24/8, 31/8 Fráf. Tórsh.: 22/5, 29/5, 5/6, 12/6, 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8 Fráf. Seyðisfj.: 30/5, 6/6, 13/6, 20/6, 22/8, 29/8, 5/9 Tórshavn - Hetland - Skotland ella hinvegin fyri hvønn Bilpakkar