týsdagur 5. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 44 - 5. mars 2002
Nr. 44 - 5. mars 2002
7
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Skulu fáa
skil á
ES-myndugleikarnir
krevja nú, at norska
stjórnin skal fáa bilbukt
við russiskum fiski,
sum verður útfluttur til
ES-marknaðin
sum
norskur fiskur. Tað
fekk norski fíggjar-
málaráðharrin,
Per-
Kristian Foss, at vita, tá
hann var í Bruxelles í
síðstu viku.
Norski
ráðharri
royndi at verja seg við,
at tað er trupult at hava
eftirlit við, hvaðani
fiskurin
upprunaliga
kemur, men at lovaði at
gera nakað við málið.
Ráðharrin umbar seg
eisini við, at tað tekur
tíð at avgreiða slík mál,
m. a. tí fleiri teirra enda
í rættinum.
Eftir SAS
Farmadeildin hjá týska
flogfelagnum
Luft-
hansa boðaði um viku-
skiftið frá, at tað ætlar
sær at yvirtaka millum
40 og 49 prosent av
SAS Cargo. SAS og
Lufthansa
arbeiða
frammanundan saman í
Star Alliance, sum eis-
ini umfatar United Air-
lines og Austrian Air-
lines, men á farmaleið-
unum arbeiðir SAS
saman við Lufthansa og
Singapore Airlines.
Stjórin í SAS, Jørgen
Lindegaard, hevur fyrr
sagt, at SAS ætlar at
arbeiða sjálvsstøðugt,
men at hendan hug-
sjónin ikki er bindandi
kortini.
Gass-
marknaður
Nýtslan av gassi veksur
skjótt í ES-londunum,
og nú hevur norska
oljufelagið Statoil gjørt
av at lata upp ein
serligan gassmarknað í
Berlin. Statoil er tó ikki
einsamalt um vekætl-
anina, men samstarvar
við tær báðar týsku
fyritøkurnar Ruhrgas
og BEB.
Árliga koma umleið
45 milliardir rúmmetrar
av gassi til gassmið-
støðina í Emden. Meg-
inparturin kemur úr
Noregi, men nakað
kemur
eisini
úr
Hollandi, Bretlandi og
Russlandi.
Frammanundan
er
ein gassmarknaður í
belgiska býnum Zee-
brúgge.
Úr Norðurlondum:
Barnakonur
heim
Í Danmark verða alt
fleiri kvinnur sagdar úr
starvi, tá tær greiða
arbeiðsgevaranum frá,
at tær eru við barn.
Ein kanning vísir, at
størsta
fakfelagið
í
Danmark, HK, hevði í
fjør 71 mál, sum snúðu
seg um kvinnur, sum
høvdu fingið uppsagn-
arbræv, tí tær vóru við
barn. HK sigur, at fe-
lagið hevur ongantíð
havt so mong mál av
hesum slagnum fyrr. Í
2000 vóru tey 52 í tali.
Løgfrøðingurin hjá
HK heldur, at tað eru
tey versnaðu fíggjar-
viðurskiftini hjá vinn-
uni, sum gera, at ar-
beiðsgevarar velja at
sleppa sær av við
barnakonur, tí tær fyrst
skulu hava farloyvi og
síðani mangan noyðast
at vera heima fyri at
ansa barninum, tá tað er
sjúkt.
Donsku fakfeløgini
bera ótta fyri, at tann
nýggja skipanin, sum
leingir barsilsfarloyvið
úr hálvum til eitt ár fer
at fáa uppaftur fleiri
arbeiðsgevarar at siga
barnakonum upp.
Ikki Jens
Forsætisráðharraevnið
hjá norska Arbeiðara-
flokkinum, Jens Stolt-
enberg, fær minni og
minni undirtøku mill-
um veljararnar.
Í einari kanning hjá
blaðnum
Nationen
sæst, at bara 11,3 pro-
sent av norðmonnum
halda, at Jens Stolten-
berg hevði verið tann
rætti til forsætisráð-
harrasessin. Hetta er
3,8 prosent minni enn í
seinastu kanning, og so
lítla undirtøku hevur
fyrrverandi
stjórnar-
leiðarin ongantíð havt.
Eins og í undanfar-
num kanningum er tað
sitandi forsætisráðharr-
in, Kjell Magne Bonde-
vik,
sum
er
best
umtóktur. Í kanningini
hjá Nationen siga 25
prosent, at hann er tann
rætti. Høgraleiðarin Jan
Petersen fær stuðul frá
10,2 prosentum, meðan
7,8 prosent halda, at
formaðurin í Fram-
burðsflokkinum, Carl I.
Hagen, átti at sitið í
stjórnarleiðarasessin-
um í Oslo.
Ein mánað eftir yvir-
gangsatsóknirnar í
USA tann 11. sep-
tember fingu ameri-
kansku myndug-
leikarnir frænir av, at
yvirgangsmenn
ætlaðu at smugla eina
kjarnorkubumbu til
New York.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tíðindini stóðu í mánað-
arblaðnum Time, sum kom
út í gjár. Sambært blaðnum
hevði
bumban
eina
spreingimegi, sum svarar
til 10.000 tons av TNT og
var stolin úr einari goymslu
hjá russiska herinum.
Time skrivar, at nakrir
fáir embætismenn vórðu
kunnaðir um bumbuna, og
avgjørt varð alt halda málið
loyviligt fyri ikki at órógva
fólkið í New York. Upp-
lýsingarnar um bumbuna
fingu amerikanararnir frá
einari ónevndari keldu,
men embætismenninir vóru
ikki heilt vísir í, hvussu
álítandi keldan var.
Serfrøðingar siga við
Time, at hevði ein 10 kilo-
tons bumba brostið á Man-
hattan, kundi hon kravt eini
100.000
mannalív,
og
umleið
700.000
onnur
høvdu fingið skaða av
teimum geiðslavirknu strál-
unum.
Amerikanska kjarnorku-
bumban, sum oyðilegði
japanska býin Hiroshima í
1945, var 12,5 kilotons.
Við einum lítlum,
men kortini greiðum
meiriluta hevur
sveitsiska fólkið gjørt
av, at landið skal fara
upp í ST sum lima-
land nummar 190. Nú
er bara Vatikanið
uttanfyri
SVEITS
Árni Joensen
Sveitsiska umsóknin um
limaskap varð send ST-
høvuðsborgini í New York
longu í gjár, tí umsóknin
var longu skrivað undan
fólkaatkvøðuni sunnudag-
in. Umsóknin skal nú hava
ta vanligu viðgerðina, og í
september verður sveitsiski
limaskapurin ætlandi veru-
leiki. Landið verður tá lim-
ur nummar 190 í heims-
felagsskapinum, og tá er
tað bara Vatikanið, sum
ikki er limur í ST.
ST-aðalskrivarin,
Kofi
Annan, var skjótur at
ynskja sveitsiska fólkinum
tillukku við avgerðini, sum
hann segði vera eitt tekin
um, at fólkið hevur álit á tí
arbeiði, sum felagsskapurin
ger.
Spenningurin var stórur
undan fólkaatkvøðuni. Tá
uppteljingin
var
liðug
sunnukvøldið, høvdu 54,6
prosent atkvøtt fyri ST-
limaskapi, meðan 45,4
prosent
høvdu
atkvøtt
ímóti. Verður hugt at úrslit-
inum í teimum einstøku
kantonunum ella landspørt-
unum, var meiriluti fyri
limaskapi í 12 av teimum
23 kantonunum. Vallut-
tøkan var 58 prosent, og tað
er nógv eftir sveitsiskum
viðurskiftum.
Nærri ES
Úrslitið gjørdist ein sigur
fyri stjórnina, meðan tann
stóri taparin var tann
tjóðskaparhugaði Christ-
oph Blocher, sum stóð á
odda fyri teimum, sum
mæltu fólkinum frá at
atkvøða fyri limaskapinum.
Teir
flestu
politisku
flokkarnir og meirilutin í
tjóðartinginum høvdu mælt
fólki til at taka undir við
ST-limaskapi. Tað sama
høvdu partarnir á arbeiðs-
marknaðinum gjørt. Úr-
slitið vísti, at tað vóru
serliga fólk í býunum, sum
atkvøddu fyri, meðan tey
flestu á bygd vóru ímóti. Í
býnum Geneve, sum hýsir
evropeisku
ST-deildini,
atkvøddu 67 prosent ja.
Politiskir eygleiðarar í
Sveits siga, at úrslitið er ein
týðilig ábending um, at
sveitsiska fólkið kennir seg
ikki so óheft av umheimin-
um sum fyrr, og kreppan
hjá flogfelagnum Swissair
hevur eisini víst nógvum
sveitsarum, at landið kann
ikki halda seg óheft av tí,
sum hendir aðrastaðni.
Summir
eygleiðarar
spyrja, um úrslitið sunnu-
dagin kann fara at bera í
sær, at Sveits fer at nærkast
ES. Umsóknin um sveits-
iskan limaskap liggur í
einari skuffu í Bruxelles,
men nú halda summir
eygleiðarar, at umsóknin
skjótt verður tikin upp úr
skuffuni.
Kjarnorkubumbuhóttan
ímóti New York
Sveits fer upp í ST
Nakrir av ráðharrunum í
sveitsisku stjórnini fegnast
um úrslitið av
fólkaatkvøðuni sunnudagin.
Stjórnin og meirilutin í
tjóðartinginum høvdu mælt
fólki til atatkvøða fyri ST-
limaskapi
Mynd: Reuters
Bakaríið hjá Miðberg
í Saltangará, skiftir
eigara um hálvan
mars mánaða. Tá
yvirtaka nýggir
eigarar bakaríið, sum
kortini fer at halda
fram undir sama
navni
EIGARASKIFTI
Edvard Joensen
Saltangará: Bakaríið hjá
Miðberg í Saltangará, skift-
ir eigara fyrsta dagin. Um
hálvan mars yvirtaka Sofus
Hansen og Rodmundur
Nielsen partafelagið, sum
eigur bakaríið. Bakaríið fer
at halda fram undir sama
navni.
Hóast teir hava keypt
partafelagið, fara nýggju
eigararnir onga broyting at
gera ananrs, sigur annar
teirra, Rodmundur Nielsen.
Hann sigur, at kundarnir
fara ikki at merkja, at eig-
araskifti hevur verið.
Hallgrím Mkiðberg byrj-
aði bakaríið, og nú hann
gevst at baka, er avgjørt at
selja bakaríið.
Tað verður annar av
nýggju eigarunum, Sofus
Hansen, av Glyvrum, sum
fer at reka bakaríið. Sofus
er sjálvur bakari.
Rodmundur Nielsen sig-
ur, at teir hava keypt parta-
felagið, men vil ikki upp-
lýsa nakrar prís. Fíggingin
er fingin til vega frá
Norðoya Sparikassa, sigur
hann.
Nýggju eigararnir eiga
hvør sína helvt av felag-
num, upplýsir Rodmundur
Nielsen.
Í samband við yvirtøkuna
verður almenn móttøka í
bakarínum fríggjadagin 15.
mars frá klokkan 15 til 18,
boða nýggju eigararnir frá.
Ætlanir eru um størri
um bygging og møgu-
liga útbygging av
Felagsskúlanum á
Oyrarbakka. Talan er
um neyðugar um-
vælingar, sigur
stýrisformaðurin
SKÚLABYGGING
Edvard Joensen
Oyrarbakka: Felagsskúlin á
Oyrarbakka stendur fyri
eini umvæling upp á einar
20 miliónir krónur. Talan er
um neyðugar umvælingar,
nú skúlin skjótt er 30 ára
gamal. Tað er, sum hjá
flestu skúlum í landinum,
nýggja
Fólkaskúlalógin,
sum ger tað neyðugt við út-
bygging.
Tað verður ein umfatandi
umbygging, farið ætlandi
verður undir, sigur for-
maðurin fyri stýrið fyri
Felagsskúlan á Oyrarbakka,
Sofus Johannesen, borgar-
stjóri við Gjógv.
Sjálv verkætlanin er ikki
endaliga samtykt enn, sigur
hann. Hon hevur verið
viðgjørd í stýrinumog er nú
send avvarðandi instansum
til ummælis.
Umstøðurnar hjá lærar-
unum á skúlanum skulu
gerast betri. Sjálv lærar-
stovan skal flytast, og
fyrireikingarhølini hjá lær-
arunum skulu betrast mun-
andi. Eisini skulu fyri-
sitingarhølini umbyggjast.
Flestu
skúlastovurnar
skulu umvælast, og nýggj
høli skulu byggjast til tón-
leikaundirvísing og til tey
handaligu fakini so sum
træ- og jarnsmíð.
Rúm skal gerast til
heilsusystur og aðrar veg-
leiðarar, sum koma á
skúlan.
Lívfrøði- og alisfrøði-
stovurnar skulu leggjast
saman, soleiðs at tær verða
útjgørdar við felagsborðum
eins og royndartólum og tí,
sum krevst.
Miðhøllin skal gerast
størri og arbeiðsligari. Har
skal gerast møguligt at hava
royndir og uppihaldsrúm til
næmingarnar.
Svimjihøll
Svimjihøllin stendur eisini
fyri
tørni.
Hon
skal
annaðhvørt
umbyggjast,
ella
skal
heilt
nýggj
svimjihøll byggjast, sigur
Sofus Johannesen, nevnd-
arformaður.
Svimjihylurin í Felags-
skúlanum á Oyrarbakka er
sera lítil. Hann er bara 16
metrar langur, og hálvan-
annan metur djúpur, har
hann er djúpast. Hann er tí
ikki serliga væl egnaður
yvirhøvur, og kann als ikki
brúkast til kappingar.
– Ynskiligt hevði verið at
fingið ein rættiligan hyl,
sigur Sofus Johannesen,
sum vísir á, at um ein kapp-
ingarhylur var á Oyrar-
bakka, nú bæði ítróttarhøll
og fótbóltsvøllur eru á Eiði,
var økið rættiliga væl fyri
til at hýsa ítróttinum.
Um samtykt verður at
fara undir at gera nýggjan
svimjihyl, kunnu hølini, har
hylurin nú er, umbyggjast
til tónleika- og handaliga
undirvísing. Tá fer tann um
byggingin at kosta umleið
eina millión. Men so fer tað
at kosta væl meira at
byggja nýggja svimjihøll.
Verður
svimjihylurin,
sum nú er, umvældur, skal
nýtt byggjast til tónleik og
smíð, og tað fer væntandi at
kosta einar fimm milliónir
tilsamans,
sigur
Sofus
Johannesen.
– Tí er tað, at vit rokna
upp á, hvørja loysn vit
skulu velja, sigur hann. Tað
verður væl dýrari at byggja
nýggja svimjihøll, men
tann
samlaða
loysnin
verður tá betri, heldur hann.
Hann leggur tó dent á, at
als eingin endalig avgerð
enn er tikin um, hvussu
verður við svimjihøllini.
Men umbyggingin ann-
ars fer í gongd í hesum
árinum. Í grundini er hon
byrjað í og við, at køkurin
var ávegis umvældur í
vetur. Hann verður gjørdur
endaliga liðugur i summar.
Øll umvælingin fer at verða
gjørd í tveimum ella trim-
um umførum, sigur Sofus
Johannesen.
Alt í alt fer umvælingin
at kosta góðar 20 milliónir
krónur,
sigur
Sofus
Johannesen. Tó velst um,
hvussu verður við svimji-
høllini. Verður hon byrgd
av nýggjum, veður tað
nakað sýrari, væntar hann.
Nýggjur sáttmáli
Avtalan,
kommunurnar
høvdu um Felagsskúlan,
gekk út á nýggjárinum, tá
nýggja skúlalógin kom í
gildi.
Arbeitt hevur verið við
eini nýggjari avtalu, sigur
Sofus Johannesen. Hon er
við at koma undir land, og
fer at líkast teirri gomlu
rímiliga nógv, sigur hann.
Hann sigur, at tað ætlandi
skal gerast lættari hjá
øðrum
kommunum
at
koma upp í skúlasam-
starvið, og at tosað er við
Funnings og Elduvíkar
Kommunur um samstarv.
Annars eru tað somu
kommunurnar, sum í dag
eru í samstarvinum, sum
fara
at
gera
nýggjan
sáttmála, sigur nevndarfor-
maðurin.
Fyrsti skúlaflokkurin í
Felagsskúlasamtakinum á
Oyrarbakka byrjaði eftir
summarfrítíðina í 1971. Tey
tóku realprógv á sumri
1974. Í fyrsta flokkinum
byrjaðu 27 næmingar.
Í dag ganga 118 næm-
ingar á skúlanum. Í løtuni
eru 14 lærarar á skúlanum.
Av teimum arbeiða nakrir
niðursetta tíð.
Umbyggja felagsskúlan
á Oyrarbakka
Bakaríið hjá Miðberg skiftir eigara
Hallgrím Miðberg, v.m., sum byrjaði bakaríið, saman
við soninum Paul, sum eisini er bakari. Teir hava nú
latið bakaríið á aðrar hendur, men navnið verður enn
sum áður Miðberg
Mynd: Edvard Joensen
Felagsskúlin á Oyrarbakka skal um- og útbyggjast fyri meira enn 20 milliónir krónur
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6