týsdagur 5. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 44 - 5. mars 2002
Nr. 44 - 5. mars 2002
9
Tað var rómur í
høllini í Trongisvági,
tá ið flogbóltskvinn-
urnar hjá TB fingu
medaljurnar fyri
Føroyameistaraskapi
ð handað sunnudagin
FØROYAMEISTARAR
Áki Bertholdsen
– Gullið og heiðurin er
tykkara, men æruna eigur
øll bygdin.
Við
hesum
orðunum
ynskti Sofus Laðanberg,
formaður í TB flogbólts-
kvinnunum á Tvøroyri til-
lukku við tí óføra bragdi,
tær hava avrikað í ár.
Tað var veitslurómur í
ítróttarhøllini á Tvøroyri
sunnudagin, tá ið meistara-
kvinnurnar
á
Tvøroyri
fingu steyp og gullheiðurs-
merki um hálsin sum sjón-
liga prógvið um, at í ár eru
tær bestar í landinum.
Seinastu dysturin í ár var
ímóti ÍF og hóast TB longu
hevði tryggjað sær FM
heitið, lógu tær ikki á latu
síðuni, men endaðu kapp-
ingarárið sum tað sømir seg
við at vinna dystin sann-
førandi 3-0.
Aftaná dystin, handaði
umboð fyri Flogbóltsam-
band Føroya teimum steyp
og gullmedaljur.
Niclas Joensen frá Flog-
bóltssambandinum
var
komin suður til dystin og
við sær hevði hann bæði
eitt ognarsteyp til minnis
um FM heitið og eitt ferða-
steyp, sum liðini skulu
kappast í fleiri ár um at fáa
til ognar, umframt gullmed-
aljurnar.
Tað er Føroya Sparikassi,
sum hevur latið bæði
steypini.
Tað vóru Finnleif Gutt-
esen og Sverri Midjord,
næstformaður í ÍSF, sum
fingu heiðurin at handa
teimum steypini og Niclas
Joensen hongdi medaljurn-
ar um hálsin á spælarunum.
Niclas Joensen helt tað
vera serliga stuttligt at flog-
bólturin hevði so stóra
undirtøku á Tvøroyri og
hann helt neyvan, at tað
nakrantíð varð komið fyri
fyrr, at ein flogbóltsdystur
hevði savnað eina fulla
høll.
Funnleif Guttesen helt
tað var ein stórur heiður
fyri seg at sleppa at handa
teimum steyp fyri tað stóra
avrikið og hann helt, at tey
høvdu gjørt eitt ótrúligt
arbeiði.
Sverri Midjord segði, at
hetta var størsta ítróttar-
hending í høllini á Tvøroyri
og at tað var eyðsæð, hvønn
týdning hon hevði havt.
Ikki minst helt hann tað
vera hugaligt, at tað hendi
júst 20 ár eftir, at høllin
varð tikin í brúk.
Hann mintist á, at teir
fyrstu, sum spældu flogbólt
í Føroyum, vóru lærara-
skúlanæmingar
undir
leiðslu av Martini Holm
Ein av teimum, sum
gingu á læraraskúla tá, vóru
Hovgrímur Hammer av
Tvøroyri, sum eisini átti
sínm lut í, at ítróttarhøllin á
Tvøroyri varð bygd.
Formaðurin í TB, Sofus
Laðanberg, segði, at TB
hevði havt nógvar glæsilig-
ar løtur, men at hetta var ein
av teimum stóru. Hann
segði, at gullið átt TB
kvinnurnar, men æruna átti
øll bygdin.
Frá áhugaferlagnum hjá
TB, handaði hann liðnum
einn kekk upp á 5.000
krónur. Harumframt fingu
tær blomstur fleiri staðni
frá.
Umframt FM heitið hev-
ur TB, sum kunnugt eisini
vunnið steypakappingina,
so í ár eru tær greipuvinn-
arar.
Og at flogbólturin er við
at gerast fólksins ítrottur á
Tvøroyri
fekst
sjónligt
prógv um sunnudagin, tí
høllin var at kalla fullsett av
fólki, sum var komin at
heiðrað flogbóltskvinnurn-
ar hesa stóru løtu og tað
man vera sjáldan, at ein
flogbóltsdystur í Føroyum
hevur savnað 350 áskoðar-
ar.
Sjampanjubrúsur
og gullrúsur á Tvøroyri
Hetta er manningin, sum vann TB heiður og æru í flogbólti í ár. Aftara rað frá vinstru eru tey, Romika Øster, sum hevur vant tær á liðnum, sum búgva í Havn og
sum kanska verður venjari næsta ár. Síðani eru tær Gudrid Nolsøe, Maja Popovic, Ingun Midjord, Tórbera Joensen, Svanna Nielsen og Virgar Djurhuus, venjari.
Fremra rað frá vinstru eru tær Annemia Johannesen, Guðrun Dimon, Harriet Hammer, Tóra Mortensen og Winnie Djurhuus
Tá ið medaljurnar vóru komnar um hálsin at hanga, var stund-
in komin til sjampanjuna. Tóra Mortensen hevur fingið tund-
urproppin av og sprænurin stendur undir loftið. Liðskiparin,
Svanna Nielsen, fremst á myndini, heldur armin upp fyri and-
litið fyri ikki at fáa karm
Flogbóltsáskoðari nummar eitt á Tvøroyri, Anna Djurhuus,
fegnaðist sum vera man um avrikið hjá flogbóltskvinnunum, her
er hon saman við formanninum í TB, Sofus Laðanberg
– Norðborg er tikin
fyri ólógligan fiski-
skap í Noregi og er
farin aftur til fiski-
skap
ÓLÓGLIGUR
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Um vikuskiftið varð
nótaskipið Norðborg úr
Klaksvík tikið fyri ólóg-
ligan fiskiskap í Noregi.
Tað var norska vaktar-
skipið, Barentshav, ið
tók Norðborg seinna-
partin
fríggjadagin,
sambært norska blaðið
Aftonbladet.
Norðborg varð biðin
um at fylgja við inn til
Kirkenes
í
Norður-
Noregi og har góðtók
skiparin
at
betala
250.000 krónur í bót,
hava keldur upplýst fyri
Sosialinum.
Felagið, sum eigur
Norðborg hevur ongar
upplýsingar um málið,
uttan at okkurt hevur
verið galið.
Men sambært Aftenpos-
ten er Norðborg tikin
fyri at hava blakað 52
tons av lodnu fyri borð.
Teir hava fiskað lodnu
til matnað til japanska
marknaðin, men hesi 52
tonsini, teir eru skuld-
settir fyri at hava blakað
útaftur, var slíkt, sum
ikki kundi brúkast til tað
endamálið og tí hava teir
koyrt tað fyri borð aftur
Eftir at skiparin hevur
góðtikið
bótina,
er
Norðborg aftur farin til
fiskiskap.
Norðborg úr Klaksvík
fingið 250.000 krónur í bót
Ólógligur fiskiskapur hevur um vikuskiftið kostað Norð-
borg 250.000 krónur í bót
Hvør VHF-støð kann
væntast at kosta
umleið 1-1,5 milj. kr.
Landsstýrismaðurin,
Bjarni Djurholm,
hevur mælt lands-
stýrinum til at
útbyggja VHF-sendi-
netið og hevur eitt
samt landsstýrið tikið
undir við hesum.Tað
var Rúna Sivertsen,
sum setti landsstýris-
manninum nakrar
fyrispurningar um
VHF-sendinetið.
VHF-SENDINET
Vilmund Jacobsen
Í
gjár
svaraði
Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur, muntligu fyrispurning-
unum hjá Rúnu Sivertsen,
løgtingskvinnu, um hoyri-
líkindini hjá bátum í før-
oyskum sjóøki.
Rúna setti landsstýris-
manninum 5 spurningar, 1.
Á hvørjum økjum røkkur
VHFsendinetið ikki? 2. Eru
kanningar gjørdar, sum
siga, hvar VHFsendinetið
ikki røkkur? 3. Hvat kostar
at útbyggja VHFsendinetið,
so øll økir verða rokkin? 4.
Nær verður VHFsendinetið
útbygt, soleiðis tað røkkur
øllum leiðum á føroyskum
sjóøki og 5. Er lógarfest, at
bátar, fevndir av løgtings-
lóg nr.
72 frá 13. mai 1992,
skulu lurta á neyð og kalli-
bylgjuni (kanal 16)? Í svari
sínum til tveir teir fyrstu
spurningarnar, sigur lands-
stýrismaðurin, at ongar ná-
greiniligar kanningar eru
gjørdar yvir, hvar VHF-
tænastan røkkur á innaru
føroysku landleiðini. Í
hesum sambandi vísir hann
til svar frá Telefonverk Før-
oya Løgtings til landsstýrið
í august 1990.
Her verður nevniliga víst
á, at ongar nágreiniligar
kanningar eru gjørdar.-
TFL vísir tó á, at manning-
in á vaktarskipinum Tjaldr-
inum gjørt eina upptekning
í 1983. Henda upptekn-
ingin vísir, at tað serliga er
trupult at fáa samband við
Tórshavn Radio yvir VHF-
radioskipanina, um skip og
bátar eru stødd norðanfyri
inni undir landi, eitt nú í
Vestmannasundi, Djúpun-
um (norðast) og á ávísum
støðum í Kallsoyarfirði.
Hinvegin vísir upptekn-
ingin í sunnara partinum av
Føroyum ikki vísir á hesar
trupulleikar.
Í svari sínum vísir lands-
stýrismaðurin eisini til
ávegis notat um VHF-
dekning í Føroyum. Hetta
notat, sum Føroya Tele
hevur gjørt, er latið Bjarna
Djurholm, 24. januar 2002.
Her verður endurtikið, at
ongar rættiligar kanningar
eru gjørdar til tess at meta
um kostnaðin av at út-
byggja VHF-sendinetið so-
leiðis, at allar tær innaru
leiðirnar verða dekkaðar.
Føroya Tele mælir til, at
gjørd verður ein forkann-
ing.
Kostnaður og útlit
Í svari sínum til spurning 3
og 4, vísir landsstýrismað-
urin á, at radiogrundaða
neyð og trygdartænastan á
havinum nú er yvirtikin 1.
februar 2002. Í hesum
sambandi
hevur
lands-
stýrismaðurin sett eina
forkanning í verk. Enda-
málið er at klárleggja VHF-
útbreiðsluviðurskiftini
í
Føroyum og at gera eitt
uppskot til útbyggingar-
ætlan við kostnaðarætlan;
at leggja tilrættis og gera
eftirlitsmátingar
kring
oyggjarnar og at gera eitt
tilmæli til støðutakan.
- Arbeiðsætlanin í upp-
skotinum er í fyrsta lagi ein
teoretisk forkanning, sum
skal klárleggja útbreiðslu-
viðurskiftini við 150 170
MHz. Eisini skal kannast,
hvussu er við reflektiónum
(afturkasting), og hvussu
radiosignalini brótast um
fjallarøðir
í
føroyska
lendinum – hvussu stórur
partur av radiosignalunum,
sum raka eina fjallasíðu,
verða kastað aftur. Í øðrum
lagi skal gerast eitt uppskot
um útbyggingarætlan sam-
an við eini kostnaðarætlan.
Landsstýrismaðurin met-
ir, at ein tílík forkanningin
kann verða liðug umleið 1.
juni 2002.
- Henda forkanningin
skal eitt nú staðfesta, hvat
tað kostar at útbyggja VHF-
sendinetið, men nær netið
verður útbygt, veldst um
møguliga játtan til útbygg-
ingina.
3-4 støðir aftrat
Landsstýrismaðurin sigur,
at sannlíkindini fyri, um tað
hoyrist ella ikki, er tengt at
radiosignalunum – og ser-
liga, tá ið talan er um
signalir, sum eru aftur-
kastað frá fjallasíðum og
signal, sum eru bend/brotin
um fjallarøðir.
- Talan verður sostatt
ongantíð um 100% radio-
dekning, men til ber at
koma ógvuliga tætt hesum,
t.d. at VHF’urin hoyrist í
99,5% av støðunum og
99% av tíðini í einum ávís-
um øki. Somu viðurskifti
gera seg galdandi, tá ið tú
kemur langt til havs. Tá
gera ymiskt viðurskifti í
atmosferuni seg galdandi,
t.d. hvussu býti av vætu og
regni er í mun til hæddina
yvir havinum.
Hann vísir á, at hóast
stutt er komið ávegis við
kanningini,
eru
ávísar
ábendingar um, at 2-3
VHF-støðir aftrat høvdu
givið nøktandi radiodekn-
ing í mun til umstøðurnar.
- Hvør VHF-støð kann
væntast at kosta umleið 1-
1,5 milj. kr. Eg havi mælt
landsstýrinum til at út-
byggja VHF-sendinetið og
hevur eitt samt landsstýrið
tikið undir við hesum, sigur
Bjarni Djurholm.
Skulu skip og bátar
lurta?
Rúna
Sivertsen
spurdi
eisini, um tað er lógarfest,
at bátar, fevndir av løg-
tingslóg nr. 72 frá 13. mai
1992, skulu lurta á neyð-og
kallibylgjuni, kanal 16.
Um hesa skyldu ella ikki,
vísir landsstýrismaðurin til,
at hetta er eitt málsøkið hjá
Fiskimálastýrinum.
- Øll skip og allir bátar, ið
eru fevnd av nevndu lóg um
bjargingarútgerð áopnum
bátum og á førum undir 20
tons, sum hava VHF-tól
umborð í brúki, skulu hava
fólk, sum passa tólið.
Vísandi til fjarskiftislógina
skulu fólk hava loyvi til at
nýta VHF-frekvensir, og til
hetta krevst, at viðkomandi
hevur lokið neyðugt prógv.
Treytirnar fyri at standa
royndina, eru ásettar av
ITU í altjóða radiofyri-
skipani, Radio reglulations,
og Fjarskiftiseftirlitið er
próvdómari til hesar próv-
tøkur, sigur landsstýris-
maðurin.
Hann vísir á, at sambært
IMO GMDSS Masterplan
1995, er altjóða viðtikið, at
1. februar 2005 heldur tann
kravda lurtivaktin á rás 16
uppat, men at hendan áset-
ingin
møguliga
verður
útskotin í nøkur ár. Í staðin
kemur
so
GMDSS
VHFDSC skipanin í gildi.
- Tórshavn Radio er
útgjørt við hesi skipan og
eisini fleiri føroysk skip og
bátar. DSC-skipanin merk-
ir, at lurtivaktin er digital
(talgild) á VHF-rás 70.
Einki er tó, sum forðar fyri,
at føroyskir myndugleikar
taka avgerð um, at lurti-
vaktin skal halda fram á rás
16 við atliti til føroysk
viðuskifti, sigur lands-
stýrismaðurin.
Nýggj skipan
- Tann nýggja VHF-DSC-
skipanin, sum longu er sett
á stovn hjá Tórshavn Radio,
virkarumborð á bátum á
tann hátt, at tá ið menn
trýsta á ein neyðknøtt á
tólinum,
fær
Tórshavn
Radio og bátar, sum eru
útgjørdur við VHF-DSC-
tóli, boð um neyðstøðuna
beinanvegin. Er VHF-DSC-
tólið íbundið ein GPS’ara
umborð,
fær
Tórshavn
Radio og aðrir bátar við
somu
tólum
boð
um
neyðstøðuna beinanvegin.
Eisini verður positiónin
fráboðað.
Landsstýrismaðurin
heldur tað vera ógvuliga
týdningarmikið, at posi-
tiónin beinanvegin verður
staðfest í neyðstøðuni, tí tá
kunnu bjargingarfør og
tyrlur sigla ella flúgva til
neyðstaðið beinanvegin.
- Eftirfylgjandi sam-
skiftið verður tá sum áður
at fara fram á VHF-rás
16.At enda upplýsir lands-
stýrismaðurin, Bjarni Djur-
holm, at umleið 4.200 før-
oyingar hava prógv, ið
gevur loyvi til at brúka
VHF-útgerð.
2-3 VHF-støðir aftrat høvdu givið
nøktandi radiodekning
Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin um VHF-sendinetið,
vísti Rúna Sivertsen á, at illgruni er um, at neyðarkall frá
monnum, sum eru burturgingdir, ikki eru hoyrd.
- Hetta kann ein fiskivinnutjóð ikki liva við, segði hon.
Tann nýggja VHF-DSC-skipanin virkar á tann hátt, at tá ið
menn trýsta á ein neyðknøtt, fær Tórshavn Radio og bátar,
sum eru útgjørdir við hesi skipan, boð um neyðstøðuna
beinanvegin
C
M
Y
K
9
8
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
OG FLEIRI AÐRAR
BRÚKTAR BILAR SO
HYGG INN Á GÓLVIÐ OG
FÁ EITT GOTT TILBOÐ
Citroen Xantia
1,9 TD 5H
km. 94.000, árg. okt. 1996
115.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi 5H
km. 75.000, árg. aug. 1999
162.000,-
Citroen Jumpy 1,9TD
8 ferðandi
km. 28.200, árg. mars 2000
190.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi stc. 5H
km. 100.000, árg.sept. 1999
158.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi 5H
km. 20.000, árg. sept. 1999
153.000,-
Citroen Xantia
Exclusive 3,0 V6
km. 62.500, árg. juni 1998
165.000,-
VW LT31
vøruvognur
km. 148.000, árg. okt. 1993
55.000,-
Peugeot 306 D
4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Ford Escort
1,8i 16V 5H
km. 80.000, árg. juli 1996
70.000,-
Ford Sierra 2,0i CLX
4h
km. 110.000, árg. nov. 1991
45.000,-
Fiat Tipo
5H
km. 109.000, árg. mai 1989
26.000,-
Sýnaður 09'01
Sýnaður 11'01
v/ mvg
Mitsubishi L300
2,5D Vøruvognur
km. 161.000, árg.juni 1994
80.000,-
Mitsubishi Galant 2,0
GTi 4h
km. 170.000, árg.mai 1989
50.000,-
Mitsubishi Colt 13GLXi
3h
km. 230.000.
15.000,-