fríggjadagur 11. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
24
VIKUSKIFTI
Í samfeløgum, har sosialu umstøðurnar eru ótryggar, hevur átrúnaður
góðan gróðrarbotn. Í samfeløgum, har sosiali tryggleikin er stórur, og
felagsskapurin millum borgararnar er sterkur, er minni tørvur á átrúnaði.
usa er sera átrúnaðarligt land orsakað av ótryggum sosialum umstøðum,
meðan Danmark er lÍtið átrúnaðarligt land, tÍ sosialu umstøðurnar eru
betri. Í føroyum hevur átrúnaður sterkan gróðrarbotn. kemst tað av
sosialum skeivleikum, hóttandi náttúruni ella kanska gomlum vana?
Ótryggleiki
skundar undir
átrúnað
Átrúnaður
uni arge
ua@sosialurin.fo
Tá tjóðarinnar fedrar í USA orð aðu
grund lógina hjá nýggja samveldis
rík inum, sum hevði tikið loysing frá
Ong landi í 1776, løgdu teir dent á, at
fólkastýri og átrúnaður skuldu vera
at skild. Á hendan hátt vóru teir langt
framman fyri sína tíð, tí mangastaðni
verður enn tosað um, at statur og kirkja
eiga at verða skild sundur. Tá danskarar
fingu sína grundlóg í 1849, hendi júst
tað øvugta av tí, sum hendi í USA. Stað
fest varð, at statur og kirkja hoyrdu
sam an, og kongur og kirkja fingu pláss
fremst í grund lógini, tó at fólkastýrið
varð væl lýst.
Við so ymiskum grundlógum skuldi
ver ið sjálvsagt, at USA menti eina sið
venju, har politikkur og átrúnaður
vóru greitt sundurskild, og at Danmark
menti eina siðvenju, har politikkur og
átrúnaður vóru blandað saman. Men
so varð ikki. Í USA hendi júst tað
øvugta, tí átrúnaður hevur altíð havt
eina sterka støðu í samfelagnum. Í Dan
mark er átrúnaðurin veikur og hevur
so at siga onki annað eyðsýnt pláss í
sam felag num enn, at borgararnir gjalda
kirkju skatt, hóast bara ein lítil partur av
fólk inum tímir at ganga í kirkju.
Amerikanski professarin, Phil
Zucker man, ið starvast á universitetinum
í Århus, segði mánakvøldið í fyrilestri á
DR 2, at munurin millum amerikanska
og danska samfelagið, tá um átrúnað
ræð ur, kann tykjast at vera ein løgin
and søgn. Men verður hugt at, hví
átrúnaður verður so nógv dyrkaður í
USA og nógv minni í Danmark, sæst
skjótt, at umstøðurnar hjá fólki hava
stóra ávirkan á, hvussu átrúnaðarlig tey
eru. Og stórur munur er á, hvussu fólk
hava tað í USA og í Danmark.
Kenslan av samanhaldi
Í USA eru summi fólk ovurrík og líða
onga neyð, men talan er bara um nøk
ur fá prosent av fólkinum. Tey flestu
stríðast fyri at fáa endarnar at røkka
saman, og mong eru eisini fátøk og
heimleys. Sjúkratrygging hava ameri
kan arar onga havt, útbúgving kostar,
og nógvur kriminalitetur er í land inum.
Hetta skapar onga veruliga kenslu
av samhaldsfesti og ger fólk ótrygg.
Fjøltáttaða samansetingin av fólka sløg
um hevur eisini við sær, at fólk fyri at
fáa eina kenslu av samanhaldi taka seg
sam an í átrúnaðarligar samkomur.
Í Danmark og hinum skandinavisku
londunum eru sjúkratrygging og út
búgving tryggjað gjøgnum felags
skapin, og kriminaliteturin er minni
enn í USA. Fá eru fátøk, og uppaftur
færri eru heimleys. Væl ferðar
samfelagið skapar mill um fólk eina
sterka kenslu av sam halds festi og tískil
eisini tryggleika. Higartil hava skandi
navisku samfeløgini eisini verið rætt
iliga einsháttað, hvat fólka saman set ing
viðvíkur, tó at hetta er farið at broyt ast.
Enn hava fólk tó ikki havt tørv á at fáa
eina kenslu av felagsskapi í átrún aðar
ligum samkomum.
Kirkjan í Danmark er eisini í teirri
støðu, at sama hvussu nógvar fjepparar
hon hevur, hórar hon undan fíggjarliga,
tí hon fær kirkjuskatt. Av tí, at kirkjur
og samkomur í USA ikki hava hendan
framíhjárætt, hava tær verið noyddar
at gera nógv vart við seg sjálvar. Stórir
eru skálarnir, har fólk verða boðin
innar at lovprísa Várharra. Góðir eru
tón leikabólkarnir, sum spæla har, og
karismatiskir eru prædikumenninir, ið
hava orðið. Amerikanskar kirkjur duga
at undir halda fólki. Um okkara leiðir
hava tær ikki tørv á tí.
Meiri sekularisering
Phil Zuckerman nevndi í sínum fyri
lestri, at nú samanbrestirnir millum
ymsar átrúnaðir, serliga kristin dómin
og islam, eru vorðnir mun andi meira
eyðsýndir, enn teir hava verið leingi,
m.a. í sambandi við Muhammedtekn
ingar nar, skuldi ein hildið, at dansk arar
savnaðu seg um kristin dómin. Men
tað gera teir ikki. Teir eru bara vorðnir
uppaftur meira tilvitaðir um sekulari
ser ing og fólkaræðislig virðir. Nógv
bendir á, at jú meira teir verða hóttir
uttaneftir, jú meira skifta teir orð um
hótt anirnar heldur enn at biðja hægri
maktir um frelsu frá teimum.
Eftir fyrilesturin hjá amerikanska
pro fessaranum mánakvøldið var orða
skifti um hesar spurningarnar, har um
boð fyri etiska ráðið, gudloysingar og
kristin vóru við. Í orðaskiftinum varð
m.a. víst á, at væl kann tað vera, at
meiri lutin av danskarum hevur ikki
stór vegis áhuga fyri kirkjuni, men
ógvuliga fá mót mæla, at tey skulu
Í Dan mark er átrúnaðurin veikur og hevur so at
siga onki annað eyðsýnt pláss í sam felag num
enn, at borgararnir gjalda kirkju skatt, hóast bara ein
lítil partur av fólk inum tímir at ganga í kirkju