Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 24 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Á hvørjum ári eru tvær steypa­ kappinginar í estetiskum fimleiki, og í morgin og sunnudagin verður tann seinna av teimum. Hesa ferð verður kappast í ítróttarhøllini í Runavík. Í morgin klokkan 14 verður farið í gongd, og fyrra dagin eru tað gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, ið standa fyri tørni, og sunnu dagin sleppa so pinkur og smá gentur framat. Hesar steypakappingarnar eru skipaðar soleiðis, at trý tey fremstu liðini í hvørjari deild fáa heiðurs­ merki, og besta liðið í báðum steypa­ kappingunum í hvørjari deild fær steyp til ognar. Tá kappingarnar hesa ferð eru av, verður talt saman og á tann hátt verður funnið fram til samlaðu vinnararnar. Feløgini, sum eru við í kappingini í Runavík um vikuskiftið, eru Støkk, Flog, Ljósið og Havnar Fim leika felag, og væntast kunnu fleiri sera spennandi kappingar, tí nógv av liðunum eru sera jøvn, so einki kann sigast at vera avgjørt framman undan. Fyrra steypakappingin var á Kambsdali vikuskiftið 15. og 16. januar, og tá vann Havnar Fim­ leika felag hjá kvinnum, kvinnu­ ung lingum, gentum og smágentum, með an Støkk vann hjá pinkum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Tá venjingarlega var á Eiði í heyst, vóru skeiðsleiðarar úr Russlandi við, sum tóku hópin út, ið skal manna landsliðið í estetiskum fimleiki. Ein av hesum var Olga Ponikarova, ið samstundis lovaði at taka sær av landsliðnum sum høvuðs­ venjari. Hon skal taka sær av seriuni og fylgja við, hvussu fimleikararnir mennast, og eis ini hevur hon síðsta orðið at siga, tá fimleikararnir skulu tak ast út til liðið til HM­kapp­ ing ina, sum verður í Týsklandi næsta ár. Olga Ponikarova heldur før oysku fimleikararnar vera so mikið væl fyri, at teir kunnu vera millum 10 tey bestu lið ini, men kortini er okkurt, ið resta í, áðrenn málið kann røkk­ ast. Tað er í tí sambandi, at Fim leika sambandið nú hevur gjørt avtalu við Elsu Mariu Bærentsen um, at hon skal vera hjálpar venjari. Millum annað skulu estet­ isku fimleikararnir gera meira við eitt nú balletdans, umframt at teir skulu fáa betri smidleika og betri kropsliga konditión. Her hevur Elsa Maria nakað at geva, tí hon undirvísir í ballet­ dansi, so tað verður serliga hes­ um partinum, hon skal taka sær av. Føroyar vóru fyri fyrstu ferð við í einari HM­kappingin í 2005, tá kappingin var í Greve í Danmark, og síðani hevur føroyskt landslið verið við hvørja ferð. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen At tað eru opnar kappingar, gevur bæði gentum, dreingjum, kvinnum og monnum í øllum aldri møguleika at vera við. Sjálv kappingin byrjar sunnu­ dagin klokkan 14, og til meld­ ingin byrjar hálvan tíma áðr­ enn, klokkan 13.30. Á skránni eru renni kapp­ ingar í bæði stutt­, mið­ og lang teinum, umframt kapping í longdar lopi. Øll kunnu vera við í longdarlopi, men annars kunnu børn, fødd áðrenn 2000, renna 60 og 100 metrar, meðan tey, sum eru fødd í 1999 ella áðr enn, kunnu renna 100, 200, 800 og 5000 metrar. Fyri at fáa úrslitini skrásett neyv, samstundis sum øll kunnu royna seg ímóti teimum bestu, verður eltíðtøkuútgerðin hjá sambandinum fyri frælsan ítrótt, FÍF, brúkt til kapp ing­ arnar sunnudagin. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Hóast tey flestu av okkum halda Spania og sólskin vera tað sama, so hevur fótbóltslandsliðið gjørt sær aðrar royndir hesa vikuna. Mikudagin skuldi spælast ein venjingardystur ímóti Malaga, men tá regnaði av grimd, so ikki var spælandi seinnapartin, tá dysturin annars skuldi verið. Liðið fekk vant, men mátti so í einari skjótari vend royna at finna sær annað mótstøðulið, so ein venjingardystur í staðin kundi spælast í gjár. Tað eydnaðist, tí finska meistaraliðið, HJK Helsinki, var við uppá at spæla ein dyst aftrat ímóti Føroyum. Fyrra dystin teirra millum, ið var týsdagin, vann finska liðið 3­1, og tað gjørdist eisini úrslitið í seinna dystinum, sum var í gjár. Aftur hesa ferð komu finnarnir tíðliga á odda, tá Jarno Parikka gjørdi sær dælt av einum mistaki í føroysku verjuni og skoraði til 1­0. Eftir málið fingu Føroyar yvir­ vág, men tað eydnaðist kortini ikki at skora fyrr enn eftir steðgin, tá Føroyar løgdu enn meira trýst á, og mestsum beinanvegin eydnaðist at javna, tá Hjalgrím Elttør stutt uttan fyri finska brotsteigin skjeyt eitt fríspark beinleiðis í málið. Tað gingu tó minni enn tveir minuttir, so hevði Cheyne Fowler aftur lagt HJK Helskinki framum. Sum eitt kuriosum kann so nevnast, at triðja málið hjá finn­ unum fekk ein av teirra størstu legendum, 40 ára gamli Jari Litmanen, miðskeiðis í seinna hálv leiki. Fleiri mál komu ikki, og HJK Helsinki vann tí enn eina ferð 3­1, men sum skilst vóru finnarnir væl nøgdir við teir báðar dystirnar ímóti Føroyum – ikki bara fyri úrs­ litið, men eisini tí mótstøðan var hóskandi. Brian Kerr hevur latið allar sleppa framat, tí í dystinum í gjár sluppu allir teir at spæla, sum sótu uttanfyri í fyrra dystinum ímóti finsku meistarunum. hilmarjan@sosialurin.fo Kappast á Tórsbreyt Frælsur ítróttur Sunnudagin skipar Bragdið fyri opnum kappingum á Tórsbreyt í renning og longdarlopi Elsa Maria hjálparvenjari Fimleikur Fimleikasambandið hevur gjørt avtalu við Elsu Mariu Bærentsen um, at hon skal vera hjálparvenjari hjá landsliðnum í estetiskum fimleiki meirA BAllet Elsa Maria Bærentsen skal sum hjálparvenjari hjá landsliðnum í estetiskum fimleiki serliga styrkja um tann partin, ið hevur við balletdans at gera Mynd: Álvur Haraldsen Taptu aftur fyri finnum FótBóltur Føroyska manslandsliðið í fótbólti spældi í gjár aftur ímóti HJK Helsinki, og enn eina ferð gjørdist úrslitið 3-1 til finska meistaraliðið estetisk kAPPiNG Støkk, Flog, Ljósið og Havnar Fimleikafelag fara um vikuskiftið at kappast í estetiskum fimleiki í deildunum pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur Mynd: Álvur Haraldsen Estetisk steypakapping Fimleikur Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í Runavík um vikuskiftið, tá feløg frá bæði Støkk, Flogi, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag fara at kappast í fleiri deildum