Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 4 Sosialurin Heimleysur føroyskur bókaummælari Rólant Waag Dam Í dag býr Edmund S. Jacob­ sen í egnari íbúð á Amager. Hetta er fyrsta ferðin, at hann, síðani flutti niður fyri 17 árum síðani, hevur sína egnu íbúð. Á duraklokkuni til uppgongina við Ler grevs­ parken stendur »Edmund S. Jacobsen«, og uppi í íbúðini liggur sáttmálin, sum sig ur, at íbúðin er hansara. Tað hevur Edmund ikki upp­ livað áður. 41 ára gamli Edmund hevur annars upplivað eina rúgvu. Hann er út­ búgv in skipsførari og skips­ verkfrøðingur og hevur siglt í nógv ár. Tá Edmund flutti til Danmarkar, arbeiddi hann eisini eitt ár sum skips verkfrøðingur. Men so steðg aði alt upp hjá Ed­ mundi. Sjálvur veit hann ikki hví. – Í fimm mánaðir gjørdi eg einki. Als einki, fortelur Edmund, sum vit práta inni í snotiligu íbúð hansara, sum hann er ógvuliga fegin um. Eftir eitt lítið hálvt ár uttan nakað sum helst, fór Ed mund undir at skipa fyri tiltøkum. Tað er eisini tað, hann tekst við í dag. Hann skipar fyri mangum tón­ leika tiltaki, dansi og øðr um tiltøkum. Tá syrgir Ed mund fyri øllum. Hann sam skipar við tónleikarar, syrg ir fyri ferð, uppihald, skaff ar ljóð­ føri, ger alt reklamu arbeiði og hongur enn tá plakatir upp kring Keyp manna havn, sum lýsa fyri tiltøk unum. Millum úti setar í Keyp­ mannahavn er Ed mund kend ur sum ein eld sál av ein um fyriskipara. Eitt óhugnaligt stað Nógvar av plakatunum, Ed mund ger, arbeiðir hann við á einum kreativum verk staði, sum er knýtt at Sund holm, eitt herberg fyri heim leys í Keypmannahavn. Edmund búði á Sundholm í hálvttriðja ár. – Har búgva øll sløg av fólki, sum øll hava eina trupla fortíð. Psykisk sjúk, alkoholikarar, stikk narko­ manar og so framvegis. Tað var sera hart og óhugnaligt, tí fólk kundu rópa og skríggja um næturnar ella leggja teg undir líkt og ólíkt, greið ir Edmund frá. – Við tíðini lærdu tú tó, hvussu tú skuldi uppføra teg í teimum ymsu støðunum. Eg visti hvønn eg gott kundi arga og arbeiða uppá, og hvønn eg als ikki skuldi gera tað við, sigur Edmund. Tað eru teir báðir virdu sjónvarpsjournalistarnir Mads Brügger og Michael Bertelsen, sum hava gjørt sendingina við alternativu b ó k a u m m æ l a r u n u m . Send ing in er tikin upp á Sund holm, har Ed mund og hinir tríggir um mæl ar arnir búðu. Við Politiken greiddi Mads Brügger millum ann­ að frá, hvussu tey vóru vitni til ein bardaga, har grøn lendingar og somaliu­ menn fóru til hendurs og slóu hvønn ann an við jarn­ rørum. – Tað er ótrúligt, at tey yvirhøvur megnaðu at lesa eina bók undir slíkum um­ støðum, segði Mads Brügger við donsku avísina hósdagin í farnu viku. Hóast Edmund ikki býr á Sundholm longur, hev ur hann framvegis sína dag­ ligu gongd á kreativa verk­ staðnum. Persónligar lagnusøgur Læsegruppen Sundholm, sum sjónvarpssendingin eit­ ur, telur umframt Edmund eisini donsku Anitu Steen Svenson og Michael Ricks Eliassen og Abdul Rahim Shirazi, sum er úr Uganda. Tey fara í átta sendingum at viðgera og ummæla átta ymsar bøkur. Øll fýra hava annaðhvørt verið ella eru heimleys. Og hóast eingin teirra hev ur tað lætt, vóru tey øll so mikið væl fyri, at tey megna at lesa bøkur. Tað eru tað ikki øll, sum búgva Sundholm, ið megna, tí tey eru so nið ur undir komin. Edmund sig ur sjálvur, at hann taldist mill um teirra, sum vóru best fyri á Sund­ holm. – Fyrr var illa, flennir hann og sipar til, hvussu illa fyri nógv av hinum eru. Hjá Edmundi steðgaði tað bara upp. Hann fekk nokk og ork aði meira. – Eg veit ikki hví, svar­ ar Edmund stutt, tá hann verður spurdur um or­ søkina. Hann er tó skjótur at leggja aftrat, at tað ikki er tí at hann hevur havt ein keðiligan barndóm ella ikki hevur funnið út av tí við foreldrum. Í so máta var alt sum tað skuldi vera. Men tað kann vera, vit koma nærri at einum svari so hvørt sendingarnar hava verið. Sambært Michael Bertel sen er Læsegruppe Sund holm eisini ein send­ ing um einstøku lagn ur nar hjá teimum fýra um mæl­ arunum. – Óbeinleiðis snúgva send ingarnar seg eisini um lagnurnar hjá Anitu, Micha­ el, Rahim og Edmund. Tá tey lesa um lagnur og um persónar, so uppliva tey tað ógvuliga sterkt og beinleiðis, sigur Michael Bertelsen sam bært Politiken. Danska útvarpsrásin P1 hevur tosað við Tomas Espedal, rithøvurin handan bókina »Gå eller kunsten at leve et vildt og poetisk liv«, ið Edmund og hini trý millum annað viðgjørdu. Hann hev ur sæð sendingina og var ógvuliga hugtikin. – Tað var sera sterkt, og tey hava eina ósnobbutta til­ gongd til bókmentir, sum vit kunnu læra nógv av, segði hann í sendingini Skøn litte­ ratur, sum varð send á P1 leygardagin. Sjálvur vísir Ed mund eisini á ein faktor, sum ger tey rættiliga øðrvísi enn aðrar ummælarar: – Vit siga sum er og pakka einki inn. Vit noyðast ikki at tosa pent um nakran ella halda nakað ávíst, sigur hann. Av tí sama er tað eisini, at hann uttan at himprast gevur ávísum bók um botn karakter og sigur eitt nú, at Suzanne Brøgger ikki egn ar seg sum rit høvundur long ur. Tiltrongt og spennandi Hetta gevur sjálvsagt send­ ing ini eina heilt aðra dimen­ sión enn vanligar bók­ menta sendingar hava. Tað er spenn andi og tiltrongt, hevur Kinna Poulsen, um­ mælari, giv ið til kennar á sínum bloggi, listinblog. blogspot.com: – Tilvitað sum eg eri um glashús og steinblak, skal eg ikki vera ov skjót til at snakka um ment­ anar snobbar í mentanar­ sendingum, men sannleikin er tann, at tað ofta eru nøku lunda tær somu typ­ urnar, sum úttala seg um bókmentir og lesibólkar sam binda vit ofta við fólk, sum eru væl fyri bæði so og so. Tí er hugskotið sera frískt og øðrvísi og eg gleði meg veruliga at hoyra hvat Edmund Jacobsen og hini hava at siga um tær ymisku bøkurnar, skrivar Kinna Poulsen. Sjálvur er Edmund eisini ógvuliga spentur upp á send ingina og reaktiónirnar, sum koma. – Eg eri rættiliga nervøsur nú, viðgongur hann, sam­ stundis sum hann eisini sig­ ur, at hann kortini er fegin um at hava verið partur av sendingini. – Tað hevur verið læruríkt, hevur givið mær nýggja vitan og eisini nøk­ ur ting at hugsað um, sigur bókaummælarin Edmund S. Jacobsen, sum verður at síggja á DR2 hvørt mána­ kvøld klokkan tíggju í send­ ingini Læsegruppen Sund­ holm næstu átta vik ur nar. rolant@sosialurin.fo BØKUR Fyri 17 árum síðani flutti hoyvíkingurin Edmund S. Jacobsen til Danmarkar. Har hevur hann livað sum heimleysur og júst hetta er orsøkin til, at hann í kvøld er partur av nýggjari sjónvarpsrøð á DR2. Edmund fer saman við trimum øðrum heimleysum at ummæla bøkur. Sosialurin hevur hitt Edmund í Keypmannahavn og hann viðgongur, at hann er nokk so nervøsur undan fyrstu sjónvarpssendingini