mánadagur 14. mars 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
Sosialurin
Edmund S. Jacobsen er hoyvíkingur og 41
ára gamal. Hann býr í eini íbúð á Amager
í Keypmannahavn, men hevur áður verið
heimleysur. Klokkan tíggju í kvøld verður hann
at síggja í nýggjari sjónvarpsrøð á DR2, har
hann saman við trimum øðrum heimleysum fer
at ummæla bøkur. Sendingarnar hava Michael
Bertelsen og Mads Brügger gjørt. Teir hava
áður gjørt sendingar sum Den Elvte Time, De
Uaktuelle Nyheder og Quatraro Mysteriet.
Danskir miðlar hava gjørt nógv burtur úr
nýggju bók menta sendingini, Edmund S.
Jacobsen er partur av. Politiken setti eina
heila síðu av til tað, meðan TV Avisen
hjá DR1 gjørdi eitt innslag, har Edmund
var við, umframt at útvarpsrásin P1
hevði ein heilan tíma um sendingina.
Edmund S. Jacobsen við yndisbókini »Gå eller
kunsten at leve et vildt og poetisk liv« í hondini,
meðan íbúðarblokkurin, har Edmund í dag
hevur íbúð, hómast aftanfyri høgrumegin
Mynd: Rólant Waag Dam
Fakta