mánadagur 14. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tá tríggir rundir dagar eru um
somu tíð innan somu ítróttargrein,
er einki meira upplagt, enn at halda
teir saman. Tað var eisini tað, judo
gjørdi leygardagin, tá almenn mót
tøka var í ÍSFhúsinum, nú Havnar
Judofelag 1. mars kundi halda 40 ára
stovningardag og Sunda Judofelag
31. mars fyllir 30 ár, umframt at
30 ár vóru liðin 28. februar, síðani
Judo samband Føroya var stovnað.
Eini hálvthundrað fólk vóru
møtt til móttøkuna, har formaðurin
í Judosambandi Føroya, Sofus
Johannesen, bjóðaði vælkomin og
stutt greiddi frá høvinum og hesum,
sum upp á ein máta kann kallast ein
100 ára dagur, tí so mong eru árini
hjá hesum trimum tilsamans.
ÍSFforsetin,
Petur
Elias
Petersen, fekk síðani orðið og hevði
eina ser liga handan, tí hann vegna
Ítróttar sambandið skuldi handa
Jan Günther í Hoyvík og Jóhannesi
Johannesen av frá Norðskála gull
heiðurs merki fyri teirra dygdar og
munagóða arbeiði ígjøgnum ávika
vist 40 og 30 ár. Báðir hava verið
við frá byrjan í sínum feløgum og
hava verið nevndarlimir har alla
tíð ina, Jan í Havnar Judofelag og
Jóhannes í Sunda Judofelag.
– Teir hava tikið sær av nevndar
arbeiðinum, og hava samstundis
eisini tikið sær av øllum tí praktiska,
ið er tengt at einum ítróttarfelag.
Enn tann dag í dag er ítrótturin
fast ur táttur í gerandisdegi teirra,
og ikki fer dagur aftur um, uttan at
teir á onkran hátt dugna ítrótti ella
ítróttar íðkarunum, segði Petur Elias
Petersen millum annað, tá hann
handaði teimum báðum gullmerki
og heiðursskjal.
Sven heiðraður
Eftir hesa handanina bað Sven Nør
spang um orðið. Hann er ikki hvør
sum helst í føroyskum judohøpi, tí
tað var hann, ið tók judo ítróttin við
sær til Føroya, tá hann kom higar
fyri yvir 40 árum síðani. Hann var
við til at stovna Havnar Judofelag,
men hevði leygardagin eina heilt
serliga gávu at geva felagnum, nú
tað helt sín 40 ára dag.
Talan var um brúðargávuna,
hann og konan í síni tíð fingu frá
Havnar Judofelag, sum var eitt vov
ið búmerki hjá felagnum. Nú hesin
rundi dagurin var hildin, helt hann
tað vera eitt gott høvi at geva felag
num gávuna aftur, tí hon er jú ein
partur av søguni hjá felagnum. – Og
tað kann eg gera við vælsignilsi frá
»heimastýrinum«, helt hann bros
andi fyri.
Sjálvur kom Sven Nørspang í
brennidepilin løtu seinni, tá Jan
Günter bað um orðið, tí endamálið
við røðuni hjá Jan var at gera Sven
til heiðurslim í Havnar Judofelag.
Sostatt kom Sven til móttøkuna
við einari gávu, men kundi fara
avstað aftur við einari aðrari. Og
tað mundi eisini vera hon væl unt,
tí var tað ikki fyri honum, var judo
ikki komið til Føroya tá.
Eisini ein annar av pionerunum í
føroyskum judo, Lars Jespersen, bar
fram eina heilsan, og hann handaði
Judosambandinum nakað av tilfari,
hann hevði funnið fram.
Skiftandi áhugi
Støðan hjá judo í Føroyum er í dag
tann, at bara tey bæði feløgini í
Havn og Sundalagnum eru virkin og
hava verið tað øll árini. Stórur áhugi
er aðrastaðni, og tað sæst aftur á
teimum mongum, ið ferðast langan
veg fyri at venja á Oyrarbakka og í
Havn. Arbeitt verður tí eisini við at
seta á stovn nýggj judofeløg.
Fyrr vóru feløgini fleiri í tali,
og serliga munnu fleiri minnast
felagið í Klaksvík, sum helt á líka til
síðst í 90unum. Harumframt hava
judofeløg verið í styttri tíðarskeið í
Vágum, Vági og Kollafirði, men einki
av hesum er til longur.
Rættiliga avgerandi fyri áhugan
hava Oyggjaleikir verið, og tá judo
var partur av leikunum frá 1989 til
1995, sást tað aftur í áhuganum.
Tá judo hvarv úr oyggjaleikahøpi,
fall áhugin stórliga, men tá so judo
aftur var við á leikunum á Rhodos
í 2007 og í Álandi í 2009, kyknaði
áhug in av nýggjum.
Nú Oyggjaleikir aftur er á
skránni í summar, tá teir verða á Isle
of Wight, er judo ikki við, men fyri
at menna ítróttargreinina og skapa
henni nýggjar avbjóðingar, roynir
Judosambandið at finna okkurt
annað í staðin fyri Oyggjaleikir, so
áhugin ikki skal hvørva aftur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Judo helt
rundar
dagar
Judo Leygardagin var almenn móttøka í ÍSF-húsinum,
nú bæði Havnar Judofelag, Sunda Judofelag og Judo-
samband Føroya hava rundar stovningardagar