mánadagur 14. mars 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Nú er tað lítið, sum bendir á, at VÍF
skal spæla í finalunum um føroya
meistaraheitið.
Vestmenningar kundu vinna
seg í góða støðu. Næsta vikuskiftið
skal VÍF á vitjan í Kollafirði, og tað
kundi verði eitt satt oddabrak, um
vestmenningar høvdu vunnið, ella
bara fingið stig, í gjár.
VÍF søplaði snøgt sagt sigurin
burtur. Tá seks minuttir restaðu í,
vóru gestirnir úr Vestmanna á odda
3735.
Neistin vann seg aftur
Neistin vann 3837. Og aftur staðfestu
einaráðandi havnarmenninir, at tað
eru í serflokki.
Jugoslav
Djumic,
David
Edvardsen og Finnur Hansson, sum
hava verið millum teir mest eyð
sýndu í hesum kappingarárinum,
skutu trý mál seinastu løtuna, og
VÍF svar aði ikki aftur. Og so vann
Neistin aftur.
Heimaliðið legði annars bragdl
igari fyri. Neistin var skjótt á odda
við fýra málum, og tann munurin
helt sær so at siga allatíðina í fyrra
hálvleiki. Eftir steðgin tóktist tað
sum, at VÍF visti, at nú mátti røkka
ella støkka. Gestirnir løgdu nógv
fyri í seinastu royndini at vinna
seg í góða støðu í finalustríðnum.
Vest menningar fingu leiðsluna,
men tað, sum vendi upp, tá seks
min uttir restaðu í, vendi brádliga
nið ur tá avtornaði.
Tað var serliga í verjustøðu, at
liðini vóru lítið sannførandi. Tað er
sjálvsagt, tá heili 75 mál vóru skotin
í alt. Neistin hevur ikki havt nakað
at spælt fyri í fleiri vikur, og tað
merkist sjálvsagt á avrikinum. Tað
sigur hinvegin ikki lítið, at verandi
greipuvinnararnir halda fram við
síni sigursgongd. Seinastu vikuna
hevur Neistin vunnið á bæði KÍF
og VÍF, sum eru nærmastu kapp
ingar neytarnir, og sum hava alt
at spæla fyri, nú liðini, sum skulu
spæla finalurnar, sum finnast.
Møguleikin er lítil
VÍF er framvegis nummar trý við
21 stigum. KÍF, sum vann stórsigur
á Team Klaksvík, er nummar tvey
við 26 stigum. Átta stig eru eftir at
spæla um. Vestmenningar kunnu
ikki fáa fleiri enn 29 stig í hesum
kapp ingarárinum. Tað við við
øðrum orðum siga, at KÍF manglar
fýra stig fyri at staðfesta sítt finalu
pláss.
KÍF fær vitjan av VÍF næsta
viku skiftið.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Tá tað stundar til móti kapp
ingar enda, og fleiri av liðunum
hava millum lítið og einki at
spæla fyri, merkist tað væl á
kappingini. Liðini hava stór
sveiggj í sínum avrikum.
Kyndil tykist ikki veruliga
hava spælt fyri sínum møgu
leika at vinna seg í finalurnar
um føroya meistara heitið. Fyri
tveimum vikum síðan kundu
teir, um tað gekk teimum væl,
vinna seg upp á annað plássið,
men spælið hevur verið lítið
sannførandi.
Kyndil hevur nú ikki vunnið
tríggjar ferðir upp í slag. Tað
hevur við sær, at H71 kann
vinna seg upp á fjórða plássið
mikudagin, tá hoyvíkingar fáa
vitjan av StÍF.
Heimaliðið vann
uppiborið
Kyndil tapti 3024 fyri StÍF í
ítróttarhøllini á Skála í gjár.
Kyndil var omaná fyrstu løt
una, men seinastu minutt irnar
í fyrra hálvleiki gjørdi StÍF
bart og fór framum. Í seinna
hálvleiki var ongantíð nakar ivi
um, hvør fór at vinna. Heima
liðið var betri, og Kyndil hótti
ongantíð leiðsluna.
Serliga stóð vestmenn ing
urin Karl Jóhan Djurhuus,
Kyndil, seg væl. Hann var topp
skjútti við 10 málum.
Uni Holm Johannesen
Nú stundar av álvara til kapp ingar
endan. Fimm lið í bestu mansdeildini
spæla bara fýra dystir afturat í
hesum kappingarárinum. Tá er
summ ar steðgur. Neistin og KÍF ella
VÍF skulu hinvegin spæla tveir ella
tríggjar dystir afturat. Finalurnar
um føroyameistaraheitið skulu av
greiðast.
Kollfirðingar hava havt kós í
finalurnar frá byrjan. KÍF hevur
verið nummar tvey so at siga alla
tíðina, meðan VÍF og Kyndil hava
runnið í hølunum.
Kyndil veittraði sínum FMmøgu
leika farvæl síða vikuskifti. VÍF
hevur framvegis møguleikan, men
tað er lítið sannlíkt, at vestmenn
ingar fara framum kollfirðingar.
Jan Ottesen og kollfirðingar
tóku eitt fet nærri finalunum um
viku skiftið. KÍF vann sum væntað á
botnliðnum Team Klaksvík, og VÍF
tapti fyri Neistanum. Fimm stig
skilja nummar tvey og nummar trý.
Átta stig eru eftir at spæla um.
Avgreiðsluspurningur
Team Klaksvík hevur fingið tvey
stig í skjáttuna higartil. Tað er
góð tikið, nú púra óroyndu klaks
víkingarnir spæla í bestu deildini
fyri fyrstu ferð. Sigurin á H71, sum
má vera besta úrslitið hjá Team
Klaks vík
nakrantíð,
kom
sera
óvæntað. Og tað er heldur ikki til at
vita, nær klaksvíkingar spæla upp
til sítt besta, meðan mótstøðuliðið
tekur sær av løttum.
Eftir fáum minttum í bad minton
høllini í Klaksvík fríggjakvøldið var
greitt, at Team Klaksvík fór ikki at
hótta kollfirðingar hesaferð. Tað
skrædnaði millum liðini beinan
vegin, og uppgávan hjá heima
liðnum var bara at avmarka tapið.
Úrslitið var 3921.
Næsta vikuskiftið vitjar VÍF í
Kollafirði. Við einum sigri kunnu
vest menningar framvegis liva í
vónini um finalupláss. KÍF kann
hinvegin kveistra allan iva til viks
og stað festa plássið í finalunum um
føroya meistaraheitið.
Nú verður trupult hjá VÍF
Hondbóltur Vestmenningar vóru eitt mál frá at
vinna sær eitt týdningarmikið stig í stríðnum um pláss
í finalunum um føroya meistaraheitið. VÍF misti alt á
gólvið seinastu løtuna, tá Neistin aftur vann
Kyndilin er
sløknaður
Hondbóltur Tað hevur verið lítið
veiggj í Kyndil seinastu vikurnar. Tað
var aftur staðfest í gjár, tá StÍF vann
sær tvey stig afturat í skjáttuna
KÍF bukaði botnliðið
Honbóltur Kollfirðingar vunnu stórsigur, tá teir
hildu fast um sína stevnan móti finaluplássi. 18
mál vóru á muni í Klaksvík fríggjakvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Atlantic Airways Deildin Menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin máL
tapt máL
munur
stig
1 Neistin
20
707
552
155
39
2 KÍF
20
571
521
50
26
3 VÍF
20
565
527
38
21
4 Kyndil
20
512
525
-13
19
5 H71
19
519
507
12
18
6 StÍF
20
516
528
-12
13
7 Team Klaksvík
19
451
681
-230
2
StÍF – Kyndil
30-24 (16-14)
Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen
10 min.: 5-6
20 min.: 10-10
40 min.: 20-17
50 min.: 24-20
stÍF: Leivur Justinussen 8, Fríði R. Djurhuus 5, Jóannes
Prestá 4, Sveinur Justinussen 4, Bent Djurhuus 3,
Marius Joensen 2, Jógvan Berg 2, Jógvan G. Joensen 1,
Høgni Jensen 1.
Kyndil: Karl Jóhan Djurhuus 10, Bárður Johannesen
6, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Rani Ellingsgaard 2,
Tróndur Jensen 1, Torvald Abrahamsen 1, Andreas
Sólsker 1.
Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 5.
Neistin – VÍF
38-37 (23-20)
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen
10 min.: 11-3
20 min.: 17-12
40 min.: 28-28
50 min.: 34-33
neistin: David Edvardsen 10, Finnur Hansson 8,
Jugoslav Djumic 5, Áki Mørk 5, Heini Hanusarson 3,
Rósing Rasmussen 3, Sjúrður Thomassen 2, Guðfinnur
Thorsteinsson 2.
VÍF: Magnus Muller 10, Áki G. Olsen 9, Bjarti Hansen
6, Rúni Fossdal 5, Joen Pauli Høgnesen 3, Sámal
Joensen 2, Holgar Durhuus 2.
Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3.