mánadagur 14. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Besta kvinnuliðið hjá StÍF
hevur havt ómetaliga lítið at
fegnast um seinastu mánað ir
nar. Sigurin á Kyndli um viku
skiftið var tann fyrsti í hesum
kappingarárinum. Eitt stig var
í skjáttuni undan dystinum.
Tað var óvæntaði javnleikurin
á útivølli móti Tjaldri. Tá varð
Bogdan Burcea sagdur úr starv
inum sum venjari hjá Tjaldri.
Tá var dagurin 10. november
2010.
Fimm mánaðir seinni, tann
13. mars 2011, fekk StÍF umsíðir
aftur stig.
Stríddust væl
Kyndil kom illa frá byrjan og
legði fyri við fleiri mistøkum.
Tað gav StÍF ein fyrimun
beinan veg, og tað tóktist sum,
at gest irnir høvdu ikki yvirskot
til at vinna seg aftur.
Kyndil var ikki til reiðar, er
einfalda niðurstøðan.
Tað hevur sjálvsagt sína
ávirkan á seinastu landskapp
ingardystirnar, at tað er einki
at spæla fyri. Satt at siga,
hava øll liðini, uttan Stjørnan,
Tjaldur og Neistin, havt lítið at
spælt fyri seinastu mánaðirnar.
Eingin flytir, eftir øllum at
døma, niður í næstbestu deild
ina.
Hinvegin skal einki takast
frá StÍF, sum stríddist væl, og
hóast støðuga mótburðin varð
veitir góðan hýrin og roynir
at geva hinum liðunum mót
støðu.
uni@sosialurin.fo
Umsíðir
eydnaðist tað
Hondbóltur Fyri fyrstu ferð
síðan tann 10. november í fjør fekk
StÍF stig í landskappingini. Avrikið
var sannførandi móti Kyndli
Uni Holm Johannesen
Heili 19 mál vóru á muni, tá Neistin
vant burtur úr VÍF í gjár. Nógv
meira er ikki at siga um tann
dystin.
Nú stundar av álvara til avgerðin
fellur, hvørji lið skulu spælast final
urnar um føroyameistaraheitið.
Stjørnan og Tjaldur hava fimm
dystir eftir at spæla, og Neistin
manglar fýra dystir. Tvey stig skilir
ov astu liðini.
Mikudagin er longu ein dystur
aftur á skránni. Tá verður granna
uppgerð í høllini á Hálsi. Kyndil
skal royna at leggja fót fyri grann
unum.
Eingin ivi
Hesa ferð var eingin sum helst ivi
um, hvar stigini skuldu. Tá VÍF fekk
sítt triðja mál, hevði Neistin longu
skotið 15 mál. Tí royndu gestirnir
úr Vestmanna bara at avmarkað
tapið.
Heimaliðið fór niður í ferð eftir
steðgin, og og tá var munurin ikki
eins stórur, hóast Neistin økti um
leiðsuna.
uni@sosialurin.fo
Sorl
Hondbóltur Neistin bukaði kvinnurnar úr Vestmanna
og vann stórsigur, tá VÍF vitjaði í høllini á Hálsi í gjár
Neistakvinnur bukaðu gulu
gestirnar úr Vestmanna
Mynd: Álvur Haraldsen
Sunset Deildin Kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin máL
tapt máL
munur
stig
1 Stjørnan
19
538
442
96
32
2 Neistin
20
561
459
102
30
3 Tjaldur
19
543
447
96
30
4 VB
20
502
498
4
20
5 Kyndil
20
460
490
-30
14
6 VÍF
19
423
533
-110
7
7 StÍF
19
377
535
-158
3
Uni Holm Johannesen
Stjørnan er oddalið í bestu kvinnu
deildini. Kvinnurnarnar úr Klaksvík
hava vunnið sær lítlan fyrimun, nú
seinastu fimm dystirnir skulu av
greiðast næstu vikurnar.
Stjørnan er tvey stig framman
fyri Neistan og Tjaldur. Tað kann
vísa seg at verða serliga um ráð
andi, tí tað eru nummar eitt og
tvey, sum sleppa í finalurnar um
føroya meistaraheitið.
Stjørnan
kann tí loyva sær at snáva einaferð,
tí annað hvørt Neistin ella Tjaldur
missa stig, tá hesi liðini hittast
sunnu dagin.
Uppiborin sigur
Stjørnan vann á VB í KÍhøllini.
Dyst urin var javnur, men spælið
var serliga merkt av mistøkum. Í
álopsspælinum vóru fleiri skeivar
send ingar, og verjuspælið hjá báðum
lið unum var lítið sannførandi.
VB var omaná fyrstu løtuna, men
heimaliðið fór upp í ferð og var tvey
mál framman fyri í hálvleikinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru
gestirnir úr Vági brádliga á odda
við einum máli, 1817, men so fóru
føroya meistararnir aftur undan,
og tá kláraðu vágskvinnur ikki at
hótta leiðsluna.
Fimm dystir eru eftir at spæla.
Stjørnan er framvegis nummar eitt,
og hevur ein lítlan fyrimun, samm
ett við hini bæði liðini.
uni@sosialurin.fo
Stjørnan hevur munin
Hondbóltur Tað var lítil ferð á spælinum, og nógvu
mistøkini darvaðu serliga, tá Stjørnan koppaði vágskvinnum.
Klaksvíkskvinnur hava munin í oddastríðnum
Neistin – VÍF
36-17 (19-4)
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
10 min.: 7-1
20 min.: 15-2
40 min.: 23-6
50 min.: 29-12
neistin: Barbara Brauer 9, Jacklin Durhuus 7, Nicoletta
Hansen 5, Birita Wardum 4, Lovisa Andreasen 3, Jenny
Kragesteen 2, Elin Holm 2, Bára Hansen 2, Unnur
Danielsen 1, Rakul Magnussen 1.
VÍF: Agnas Olsen 10, Halla Midjord 3, Elisa Leo 2, Liljan
Djurhuus 1, Torgunn Johansen 1,
Útvísingar: Neistin 4, VÍF 1.
StÍF – Kyndil
21-22 (15-12)
Dómarar: Kristian Joensen og Karstin Joensen
10 min.: 5-4
20 min.: 11-8
40 min.: 18-15
50 min.: 22-18
stÍF: Rebekka Justinussen 10, Bára Berthelsen 5,
Fríðrún Danielsen 4, Birna Tummasadóttir 2, Birita
Poulsen 2, Mariann Petersen 2, Lilja Gregersen 1.
Kyndil: Heidi Maria Akselsen 9, Anja Heinadóttir 5,
Randi S. Wardum 4, Rannvá Carlsen 2, Jórun Ludvig 1,
Ásleyg Súnadóttir 1.
Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 2.
Stjørnan – VB
24-21 (13-11)
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
10 min.: 1-4
20 min.: 7-7
40 min.: 18-13
50 min.: 22-19
stjørnan: Valentina Suciu 10, Durita Ljósstein 4, Judit
Hansen 3, Alina Anghel 3, Anna Kristina Samson 2,
Durita Mikkelsen 2, Bára S. Klakstein 1, Una Olsen 1.
VB: Gintare Lydekaite 9, Justina Balzarciute 4, Rannvá
Johannessen 3, Gurið Mortensen 3, Laila Jepsersen 2.
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 2.