mánadagur 14. mars 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
(Ivan Eginsson á Gibraltar)
Gott og væl 1.100 áskoðarar vóru til
dystin millum Gibraltar og Føroyar
á tjóðleikvøllinum á Gibraltar. Minni
enn 30.000 fólk búgva í hesum lítla
bretska klivanum á tí stóru íbirsku
hálvoynni. Gibraltar hevur strítt
ein langan dyst fyri at sleppa uppí
UEFA. Tá tað loksins eydnaðist
vóru teir tveittir út aftur í myrkrið,
orsaka av einari atkvøðugreiðslu
um málið, har Spania gekk á odda
at tveita Gibraltar út aftur úr UEFA.
Føroyar atkvøddu ikki eingong fyri
Gibraltar tá, men nú eiga vit so
æruna av, at Gibraltar hevur eitt
gott fótbóltsminni. Tí miðlarnir á
Gibraltar eru ivaleysur í, at talan
var um ein týdningarmiklan sigur
fyri Gibraltar
Oysandi regn
Tað regnaði illa meðan Gibraltar og
Føroyar spældu, serliga galið var í
fyrra hálvleiki. Tað hendi heldur
ikki tað stóra í fyrra hálvleiki, har
bert nakrir fáir málmøguleikar
vóru, og sendingarnar mangan
vóru út av lagi vánaligar. Jóan
Símun Edmundsson hevði ein
góðan møgu leika at leggja Føroyar
á odda í fyrra hálvleiki. Jóan Símun
spældi bara fyrra hálvleik, og
royndi at prógva sítt virðið hesar
45
minuttirnar.
Frægasti
mál
møgu leikin hjá Gibraltar var eitt
skot, sum fór beint upp um málið.
Hóast tað oysandi regnið, so var
lagið gott á áskoðarunum, sum
ikki duldu, at tey vóru fegin um, at
Gibraltar kundi spæla ímóti altjóða
góð kendari mótstøðu.
Næstan avlýstur
Tá seinni hálvleikur byrjaði bóru
menn ótta fyri, at toran fór at ganga,
og at dysturin tí mátti avlýsast, men
tíbetur fyri Gibraltar – og tíverri
fyri okkara menn, so kom toran ikki
okkara æru til hjálpar.
Bæði liðini skifti spælarar út,
og tað er ikki at taka seg aftur
í, at tað hendi munandi meira í
seinna hálvleiki. Føroyska liðið
byrj aði at gerast meiri ágang andi.
Heimildarmaðurin hjá Miðla hús
inum á Gibraltar heldur, at hesa
løtuna var liðið hjá Gibraltar spaku
liga við at møðast, og føroyska liðið
við at mennast, men so hendi nakað
margháttligt.
Ivasamt leiðslumál
Tá 69 minuttir vóru farnir vann
Gibraltar eitt fríspark uttanfyri
tann føroyska brotsteigin, og áðr
enn nakar varnaðist nakað, so
sat bólturin í netinum til 10 til
Gibraltar. Føroyska verjan var í
gongd við at stilla múrin upp, og
dóm arin gav ikki eitt ljóð frá sær
við dómarafloytini. Hóast hetta, so
slapp Gibraltar at taka frí sparkið,
og beina bóltin í málið. Heimildar
maðurin metir, at hetta knekkaði
føroyska liðið, og gav liðnum hjá
Gibraltar mátt og megi til at berja
seg til ein fyri teir ógvuliga minni
ligan sigur.
Skiftu nógv út
Nú gjørdi Gibraltar alt teir kundu
fyri at halda leiðsluni, og teir
skiftu allar teir spælarar út, sum
teir kundu skifta út, fyri at bróta
rútmina í spælinum. Og føroyska
liðið við sínum drúgvu altjóða dyst
ar royndum í UEFA og FIFAhøpi
misti eisini rútmina.
Símun Samuelsen hevði ein
stóran møgu leika, har málverjin
hjá Gibraltar stórbjargaði, og Bogi
Løkin hevði eisini eina góða roynd,
men einki munaði.
Ímóti dystarenda fær Gibraltar
hornaspark. Ein av teim um inn
skiftu spælarunum hjá Gibraltar
stútaði hornasparkið í netið til 20.
Løtu seinni, sum úrslit av einum
góðum samanspæli, endar bólturin
inni í føroyska brots teiginum, har
hann verður heilfluktaður í netið
til endaliga úrslitið 30. Teir 1.100
áskoðarnir vóru í ekstasu, settu seg
í sínar bilar og fóru ýlandi gjøgn
um tær fáu gøturnar, sum eru á
Gibraltar.
Einasta føroyska troystin er, at
katastrofala úrslitið ikki sæst aftur
á nøkrum styrkislista. Vit sluppu
at kenna spanska rørið á Gibraltar.
Aftaná altjóða royndir gjøgnum 23
ár, eigur og skal verða ein munur til
okkara fyrimun, annars kann alt
gera tað sama!
heris@sosialurin.fo
Eyðmýking
í oysandi
rEgni
Fótbóltur Einasta troyst hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, aftaná eyðmýkjandi
0-3 tapi ímóti Gibraltar er, at úrslitið ikki verður altjóða skrásett
Ein plakat, sum eigur at hava eitt stórt virði á Gibraltar