Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo KLUMMA: Fúl skomm! Uni Holm Johannesen Fremst av øllum, eg vil ikki hoyra talan um umberingar sum, at tað regnaði illa, at vøllurin var sum ein eplavelta, at tað var ein týdningarleysur venjingardystur, at vit eru framvegis reyvatungir, og at dómarin var býttur. Tá tú tapir 3-0 fyri Gibraltar er neyðugt at taka í egnan barm. Júst sum eysturríkar gjørdu fyri skjótt 21 árum síðan, er neyðugt at viðganga alt fyri eitt, at hatta var fúl skomm. Mistakið er okkara. Eg sá ikki dystin. Tíbetur. Eg veit hinvegin, at Fótbóltssambandið brúkar eina rúgvu av pengum at senda ein hóp av landsliðsspælarum á venjingarlegu í Malaga. Endamálið er at fyrireika seg til næstu stóru avbjóðingarnar. At spælararnir taka sær av løttum, og ikki spæla við fullari megi á slíkari ferð, er undir alt lágmark. Tað er arrogant. »Arrogance has to be earned,« segði illbrýtni læknin House í sjónvarpsrøðini við sama navni. Tá skal FSF hugsa um at brúka pengarnar til annað endamál. At samansjóva hópin kann eins væl gerast í Elduvík. Eg skal heilsa og siga, at tað er ikki beinleiðis yvirflóð av pengum í føroyska samfelagnum. Eg unni Gibraltar, sum endaði nummar 9 á Oyggjaleikunum í 2009, sigurin. Gævið, at teir vunnu 7-0, nú eyðmýkingin hjá okkum, sum hyggja at, er so stór allíkavæl. Í einum endaleysum stríði hevur Gibraltar roynt at fingið limaskap í UEFA seinastu áratíggjuni. Higartil uttan úrslit. Dysturin móti Føroyum var ein upplagdur møguleiki at vísa sítt virði. Hví skal UEFA velja Føroyar fram um eftir hendan dystin? Tað vísir seg eisini, at heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum, sum dúgliga skrivaði um tapini fyri finska HJK Helsinki, vil gloyma tapið fyri Gibraltar. Til heimasíðuskrivaran á fsf.fo: Eg sakni eina frásøgn. Tað eru ikki bara fótbóltsspælararnir, sum brúka tíð upp á handan bóltin. Fólkini, sum varða av feløgunum, stuðlarnir, fjølmiðlarnir og nógv onnur brúka tíð og pengar fyri at geva føroyskum fótbólti best hugsandi karmar. Eingin krevur, at Føroyar skulu vinna heimsmeistaraheitið. Eru spælararnir sinnaðir at kroysta seg út á markið og geva alt tað, teir eiga – so eru vit nøgd. Øll kunnu hava ein off-day. Á einum off-day tapir Føroyar framvegis ikki, við allari virðing, 3-0 fyri Gibraltar. Um eg og mínir starvsfelagir eru sinnaðir at brúka hvønn sunnudag at ferðast kring landið og skriva og taka myndir av dystum í føroysku fótbóltslandskappingini næsta hálva árið? Tja, tað er okkurt sum bendir á, at vit eru framvegis nøkur, sum tíma. uni@sosialurin.fo In a shock result in front of just over 1000 fans, Gibraltar worked their way to a 3-0 victory against the Faroe Islands, with two goals in added time securing an important win for Gibraltar. www. footballgibraltar. wordpress.com »Vit fingu javnleik fyrr í ár, 16-16, tá vit stríddust sera væl. Mikukvøldið hava vit møguleikan at órógva eitt av teimum trimum liðunum, sum vilja í finaluna. Vit kunnu spæla púra frítt og ætla at fáa stig burtur úr dystinum,« sigur Geir Wardum. www.kyndil.fo Skal Stjørnan gera sær vónir um at endurvinna fm-heitið, skulu aðrir bollar í súpanina. www.nordlysid.fo Eingir armar, eingin bakkar upp, eingin fer fram í skjúttarnar. »Hetta gongur nokk, vit vinna kortini dystin, tá ið avtornar«, hugsa óivað flestu neistamenn. Men teir mundu verið tikinir í endanum í dystinum, og tað vóru bara »marginalarnir«, sum góvu neistamonnum sigurin. www.neistin.fo Miðlarnir skriva... Jógvan Martin Olsen og Víkingur miða eftir føroyameistaraheitinum í ár. Tað ger høvuðsvenjarin greitt á heimasíðuni hjá Víkingi Málsetningurin er greiður, og treyt irnar eru einfaldar. – Málið hjá okkum er at vinna Vodafonedeildina í fyrstu syftu, og í øðrum lagi at vinna Løg mans kappingina, og í triðja lagi at tryggja okkum altjóða luttøku til 2012. At hetta verður torført vita vit væl av, og tað sóu vit eisini í 2010, tí tá kláraðu vit einki av hesum, sjálvt um vit vóru nær við til tey bæði seinastu. Tað skal bæði hepni, dugna skapur og hart arbeiðir til, og tað eru vit tilreiðiar til at gera, skrivar Jógvan Martin Olsen á vikingur.fo. Spælarahópurin hjá Víkingi er broyttur í vetur. Súni Olsen, Sverri Jacobsen, Áslakur Petersen, Hans Pauli Petersen, Martin Olsen og Nenad Stankovic halda ikki fram. Evrard Blé, Símun Hansen og Atli Gregersen eru knýttir at hópinum. uni@sosialurin.fo Víkingur skal hava gull Jógvan Joensen Felagið var best fyri undan finalu- umfarinum og greiði 3-1 sig urin á Vestmanna sementeraði, at gull ið skuldi til Vágarnar. Talan er um ein søguligan sig ur, nú hetta er á fyrsta sinni at FM- heitið fer vestur í Vágar nar síð ani FM-kapp ingin í talvi fór av bakka- stokki í 1970. Stór mann fjøld var savnað, tá Albert Ellefsen, borgarstjóri, í Vága komm unu, bar fram røðu, har hann fegnaðist um avrikið og hand aði gullkrónur til Torkil Nielsen, Rógva E. Nielsen, Høgna E. Nielsen, Olaf Berg og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Men eisini ungling ar nar hjá Sanda- vágs Talvfelag fingu drúgvar lógva- brestir fyri FM-sigurin í ung linga- deildini. Og merkis vert er tað, at bert 13- ára gamli Høgni E. Nielsen telvdi 6 talv í bestu deildini og vann tey øll. Í talv høpi er talan um eitt satt bragd, soleiðis at knógva siðvandu feløgini úr Havnini, Vestmanna og Klaksvík. Havnin stríddist manniliga, at fáa aftur Sandavág við 3-1 sigri á ver- andi FM-vinnarunum úr Klaks- vík ini, hóast 1. borð, IM Helgi Dam Ziska, ikki hevði møguleika at vera við, nú hann luttekur í NM-høpi í Reykja vík í hesum døgum. Gutti Petersen, sum fyri meira enn 40 árum síðani sjósetti Sanda- vágs Talvfelag, var ovurfegin um Gullið. Havnar Telvingarfelag vann 2. Deild og flytir upp, meðan Skop- unar Talvfelag greitt vann 3. Deild og flytir upp í 2. Deild. Endaliga støðan í 1. deild: Sandavágur . . . . . . . . . . . . 29½ Havnin . . . . . . . . . . . . . . . 27,0 Klaksvík . . . . . . . . . . . . . . 23½ Vestmanna . . . . . . . . . . . . 16,0 Klaksvík (2) . . . . . . . . . . . . 15,0 Sandavágur(2) . . . . 9,0 (flyta niður) FM til Sandavágs Talv Sandavágs Talvfelag helt tørn, tá seinasta umfarið í lið kappingini í talvi varð telvað leygardag seinnapart í Sandavági Mynd: Jógvan Joensen