Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Undan dystinum var bara eitt stig á muni, og skuldi Fleyr hava nakr­ an kjans at fáa bronsuna, skuldi dysturin vinnast, tí SÍ hevði hóast alt ein annan dyst eftir eisini, með an hetta var tann seinasti hjá Fleyr. Men hóast teir í Fleyr tóku upp­ gávuna í ramasta álvara og møttu vælmannaðir, formáddu teir sær snøgt sagt púrt einki í hesum dyst inum. Í fyrsta setti vóru teir hampuliga væl við, men tey bæði seinnu settini sat SÍ so ruddiliga á øll um, at talan í veruleikanum gjørd ist um sanna eyðmýking. Ikki minst vóru teir ungu sør vingarnir sera væl við, men yvirhøvur riggaði SÍ væl sum eitt lið og var betri enn Fleyr á øllum økj um. SÍ gjørdist bara betri og betri, sum dystinum leið, meðan tað hinvegin gjørdist bara verri og verri hjá Fleyr, sum í síðsta settinum ikki so frægt sum kom upp í 10. Sostatt kann staðfestast, at SÍ vinnur bronsuna í ár, meðan Fleyr má taka til takkar við fjórða pláss­ inum. Bara ein dystur er eftir hetta kappingarárið, men hann verður ikki fyrr enn sunnudagin, tá Mjølnir og SÍ spæla í Badmintonhøllini í Klaksvík. Í tí dystinum stendur ikki annað enn æran upp á spæl, tí longu er greitt, at Mjølnir spælir FM­finalur ímóti ÍF Tvær ferðir TB Menninir hjá TB spældu um viku­ skiftið tveir dystir innan fyri eitt samdøgur. Fyrst fríggjakvøldið í Gunda dalshøllini í Havn ímóti Fleyr, og so á miðdegi leygardagin á Kambs dali ímóti ÍF. Unga TB­ mann ingin hevur fyrr í vetur havt okkurt strævið vikuskiftið, og hóast heldur ikki hesa ferð nakað spurdist burturúr, er einki at ivast í, at tvøradreingirnir hava lært eina rúgvu hetta kappingarárið. Í fyrra dystinum var eingin sum helst ivi, tí Fleyr skuldi spæla fyri sínum seinasta bronsukjansi, og tað sást eisini beinanvegin, at havnarmenninir tóku ongar kjansir, men vildu vinna ein greiðan sigur. Spælið var skjótt og trygt, og tað riggaði øgiliga væl hjá Fleyr gjøgn­ um miðjuna, umframt at servurnar eisini vóru góðar. Tann, ið helst skaraði mest framúr, var veteranurin, Klæmint Isaksen, sum við sínum góðu hev­ ingum í nógvum førum megnaði at seta verjuspælið hjá TB full komu­ liga til síðis, so tað gjørdist meira enn torført hjá TB at sleppa inn í dystin, ið eisini endaði við einum iva leysum 3­0 sigri til Fleyr. Góðar ÍF-servur Eftir ein náttarblund var so aftur dystur á skránni leygardagin, tá TB vitjaði ÍF, men heldur ikki her gjørdist tað til annað enn eitt 3­0 úrslit. Oddaliðið úr Fuglafirði hevði ikki Bartal Eliasen við, og heldur ikki vóru allir teir føstu inni alla tíðina. Serliga í fyrsta setti og fyri tað mesta í øðrum setti eisini var ÍF nógv betri, og onkrar løtur blivu TB­ararnir næstan servaðir niður, og har vóru tað serliga Rúni Weihe og Bjarni Larsen, ið gjørdu um seg, so tað gjørdist trupult hjá TB at koma ordiliga inn í dystin. Hinvegin var ikki so øgiligur munur á í triðja setti, tá ÍF kanska tók sær meira av løttum, samstundis sum TB spílaði seg meira út. Tað rakk kortini ikki til meira enn eitt gott settúrslit, og ÍF fór sum væntað avstað við sigrinum, uttan at hava merkt ta stóru hóttanina. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Eftir eitt fantastiskt kapp­ ing ar ár í fjør, tá menninir hjá SÍ vunnu greipuna, hevur ikki hilnast líka væl í vetur. Sør vingar komu slett ikki í steypa finaluna hesa ferð, og um vikuskiftið gjørdist greitt, at teir vinna bronsuna í lands­ kapp ingini. – Allíkavæl haldi eg, at vit eru nøgdir við árið, tí hetta var nokk tað mesta, vit kundu fáa burturúr við tí fólkinum, vit hava havt. Mannfallið hevur verið stórt, og tí kundu vit ikki rokna við tí heilt stóra, sigur Ragnar í Haraldsstovu, sum var við ímóti Fleyr leygardagin, men annars hevur verið meira upptikin av at vera venjari hjá kvinnunum. – Tað gekk væl at byrja við, tá liðið var væl mannað, men aftan á Mjølnir­kappingina, sum tað ikki eydnaðist at vinna, so steypafinalan reyk, hev ur bara verið fráfall. Venj­ arin hjá okkum, Rajko Petrovic, hevur eftirfylgjandi valt at givið teimum ungu kjans in, og teir hava gjørt tað ordiliga gott. Næsta ár koma vit sterkt aftur. hilmarjan@sosialurin.fo Sørvingar nøgdir Mansflogbóltur Hóast stórt mannfall gjøgnum kappingarárið, hevur SÍ megnað at hildið seg so ovarlaga, at tað røkkur til bronsuna, og tað eru sørvingar nøgdir við Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 ÍF 20 18 2 56 15 41 26 2 Mjølnir 19 12 7 41 28 13 17 3 SÍ 19 11 8 43 27 16 14 4 Fleyr 20 8 12 28 42 -14 11 5 TB 20 0 20 4 60 -56 0 11/03 Fleyr-tB 3-0 (25-15, 25-19, 25-11) 12/03 ÍF-tB 3-0 (25-12, 25-19, 25-21) 12/03 sÍ-Fleyr 3-0 (25-18, 25-15, 25-9) aVsMurnIngur Sørvingar gjørdu bart í »bronsufinaluni« leygardagin, tá teir á heimavølli vundu burtur úr Fleyr og sostatt tryggjaðu sær bronsuheiðursmerkini hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Mansflogbóltur »Bronsufinalan« í Eikliguni hjá monnum var í Sørvági leygardagin, men har beindu sørvingar fyri øllum iva, tá teir fullkomuliga sópaðu Fleyr av vøllinum SÍ fær bronsuna