Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Uppleggið hjá Fleyr til dystin ímóti Ternuni í gjár var sera einfalt, tí Fleyr skuldi bara vinna, so var 100 prosent vist, at liðið kom í FM- finaluna, sum líka so vist verður spæld ímóti Mjølni. Men so einfalt tað var, so trupult kundi tað eisini gerast, tí Ternan byrjaði dystin sum eitt óløgi. Ternan vann greitt í fyrsta setti, eftir at hava verið frammanfyri við einum 10 stigum fyri tað nógva, og heldur ikki í øðrum setti var Fleyr serliga sannførandi. Mestsum allan vegin var Ternan á odda, men Fleyr hevði ímóti endanum hug at nærkast, og tað gjørdist heilt spenn- andi ímóti endanum. Tá var Ternan á odda 24-23, men allíkavæl megn- aði Fleyr at vinna settið 26-24. Ikki fyrr enn í triðja og fjórða setti byrjaði tað at líkjast hjá Fleyr, sum fekk meira og meira gongd á spælið og vann tey bæði settini rímiliga greitt. Men samanumtikið vóru kvinnurnar hjá Fleyr ikki stór- vegis betur enn tær hjá Ternuni ígjøgn um dystin. Fleyr noyddist næstan at skifta allan bonkin hjá sær inn, áðrenn stýr kom á spælið, með an veikleikin hjá Ternuni kanska var júst tann øvugti, at eing in útskifting varð gjørd. Eftir stendur, at líka so spennandi sum tað verður at síggja Fleyr í FM- finalunum fyri fyrstu ferð, verður tað eisini spennandi at síggja, um Ternan, sum hevur staðið seg væl sítt fyrsta ár í Eikliguni megnar at halda fram við menningini næsta ár. Dráttur trýsti SÍ Gamalt var, at í grannauppgerðum kann alt henda, og hetta vísti seg eisini í høllini á Giljanesi í gjár, tá Dráttur sum botnlið tók ímóti SÍ, sum er á triðja plássi. SÍ fekk einki at rigga, men var mestsum fráverandi í dystinum, meðan Dráttur stríddist fyri sakini og veruliga fekk sett grann arnar undir trýst. Dráttur byrjaði væl og vann tey bæði fyrstu settini rímiliga greitt, og einki sá út hjá kvinnunum úr Sørvági, sum á ongan hátt líktust ein um liði, sum fyrru helvt av kapp- ingini var oddalið. Hvørja ferð onk- ur ivabóltur var, var tað Dráttur, ið tók av, meðan SÍ ikki fekk tikið seg saman til tað stóra. Og SÍ var enntá fleiri stig á odda fyrst í báðum sett- unum. Og hóast tað framvegis slett ikki var sannførandi, byrjaði SÍ tó at koma meira inn í dystin í triðja og fjórða setti, sum tað eydnaðist at vinna. Framvegis var spælið tó sjuskut og lítið samanhangandi, og eitt nú var støðan í fjórða setti javn- leikur 22-22, áðrenn SÍ fekk vunnið síðstu bóltarnar, heldur enn at tapa dystin. Tilsamans rakk tað so til, at eitt fimta sett mátti til, áðrenn avgerðin í dystinum kundi falla. Her var orkan hjá sørvágskvinnum helst størri enn hjá teimum í Drátti, ið ikki ordiliga megnaðu at fylgja við og fara eftir sigrinum, tá avtornaði. SÍ vann fimta sett og dystin, men mátti samstundis staðfesta, at finalu møguleikin var fokin, nú Fleyr samstundis vann sín dyst. Ungt TB-lið vann Leygardagin tók ÍF á Kambsdali ímóti TB, sum bara hevði vunnið ein av níggju dystum síðani á nýggjár- inum. Ein orsøk til tað hevur kanska verið, at royndir spælarar eru farnir burturav, umframt at TB hevur eitt øgiliga ungt lið, sum tað tekur tíð at fingið spælt saman. Men leygardagin sá alt út til at ganga upp í eina hægri eind hjá tvøra kvinnum, sum á liðnum høvdu tvær 14 ára gamlar, tvær 16 ára gamlar og eina 17 ára gamla. Tær komu væl frá byrjan og megnaðu eis ini at vinna tey bæði fyrstu sett- ini, hóast spælið var nokk so javnt. Kortini sá TB út til at hava tamar hald á, og hóast triðja sett fór til ÍF, fekk tað ikki gestirnar at fara niður við nakkanum, so í fjórða setti helt spælið fram og 3-1 sigurin gjørdist veruleiki. Serliga móttøkur og verjuspæl riggaðu væl, og ein av fleiri, ið spældu væl, var libero- spælarin, Femja Mortensen, ið kort síðani er blivin 16 ár. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Enn er landskappingin í Eik- ligunum hjá kvinnum og monn- um ikki heilt liðug, tí hjá kvinn- unum er eitt umfar eftir enn og hjá monnunum ein einstakur dystur. Kortini er greitt, hvussu FM-finalurnar verða mann aðar, tí hjá kvinnunum verða Fleyr og Mjølnir tey bæði fremstu liðini og hjá monn unum ÍF og Mjølnir. Eins og í fjør, verða FM- finalurnar aftur í ár spældar í ítróttarhøllini á Eiði, og Flog- bóltssambandið hevur gjørt av, at finaludagarnir verða leygar- dagin 26. mars og sunnu dagin 27. mars. Báðar dagarnar eru kvinnufinalurnar klokkan 14 og mansfinalurnar klokkan 16. Vinnur eitt lið báðar dagar nar, verður tað føroyameistari, men um liðini vinna hvør sín dyst, verður ein seinasta og avgerandi finala spæld leygar dagin 2. apríl. Tann dysturin verður spældir á heima vøll inum hjá tí av liðunum, ið end aði fremst í landskapp- ingini. Hjá monnunum verður tað tí ÍF, ið fær heimavøll í slíkum føri, men hjá kvinnunum má síðsta umfarið spælast, áðrenn sigast kann, um tað verður Fleyr ella Mjølnir, ið vinnur rætt in til heimavøll í einari møgu ligari triðju finalu. hilmarjan@sosialurin.fo Hesar eru finalurnar Flogbóltur Fleyr og Mjølnir skulu kappast um føroya­ meistaraheitið hjá kvinnum og ÍF og Mjølnir hjá monnum Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 Fleyr 20 17 3 54 20 34 23 2 Mjølnir 20 17 3 55 14 41 22 3 SÍ 20 15 5 49 26 23 19 4 ÍF 20 11 9 39 34 5 14 5 TB 20 9 11 34 42 -8 11 6 Ternan 20 5 15 22 49 -27 7 7 KÍF 20 4 16 17 54 -37 5 8 Dráttur 20 2 18 25 56 -31 3 12/03 ÍF-tB 1-3 (22-25, 20-25, 25-22, 20-25) 13/03 Fleyr-ternan 3-1 (18-25, 26-24, 25-18, 25-15) 13/03 Dráttur-sÍ 2-3 (25-19, 25-19, 17-25, 22-25, 7-15) Fleyr feldi teoriina Kvinnu­ Flogbóltur Tá kvinnurnar hjá Fleyr í gjár vunnu á Ternuni, sum argaði tær í fyrsta setti, merkti tað samstundis, at nú er endaliga greitt – bæði teoretiskt og í allar mátar – at Fleyr um tvær vikur skal spæla FM­ finalur ímóti Mjølni EnDAligA grEitt Sigurin á Ternuni í gjár merkti fyri Fleyr, at nú er endaliga 100 prosent greitt, at havnarkvinnur eru í FM-finaluni, sum skal spælast ímóti Mjølni Mynd: Álvur Haraldsen