Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 Sosialurin Áki Bertholdsen – Vit vilja hava fulla greiði á um Arbeiðseftirlitið og heilsufrøðiliga Starvsstovna klára at halda lógina, eftir at báðir stovnarnir eru lagdir saman. Tað sigur Katrin Dahl Ja­ kob sen, forkvinna í vinnu­ nevndini hjá Løgtinginum. Tí hevur vinnunevndin nú gjørt av at kalla Johan Dahl, landsstýrismann í vinnu mál­ um, í samráð í nevndini, har hann til fulnar skal greiða frá samanleggingini. Eftir ætlan verður sam­ ráðið hósdagin. Tað elvdi til stóra mis­ nøgd og nógv rumbul, tá ið landsstýrismaðurin í vinnu­ málum legði Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuna saman í ein stovn, samstundis sum at játtanin varð munandi skerd. Fakfeløg hava harðliga átalað avgerðina tí tey eru sannførd um, at avleiðingin verður, at eftirlitið við trygd­ ini á arbeiðsplássunum verð­ ur skert. Politiskt hevur tað eisini elvt til rumbul og fleiri fyri­ spurningar hava verið reistir í Løgtinginum. Men Johan Dahl hevur alla tíðina tvíhildið um, at stovnarnir fara at klára at halda lógina og tað frá­ greiðingina hevur løgmaður góðtikið og hevur ikki verið sinnaður at gera meiri við tað. Skulu í dýbdina Men málið verður ikki slept so lætt hóast tað er viðgjørt fleiri ferðir og nú vil so vinnu nevndin hava eina enda liga greiði á støðuni og tí er landsstýrismaðurin boð­ sendir at í samráð at greiða frá samanleggingini út í æsir. Nú er málið reist fleiri ferðir í tinginum og lands­ stýris maðurin hevur alla tíð ina tvíhhildið um, at onki er at stúra fyri, hví er tað ikki nóg mikið? – Tá ið fyrispurningar verða reistir í Løgtinginum, er talitíðin ógvuliga avmarkað og vit føla ikki, at málið er lýst til fulnar, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Tí eru tey í vinnunevndini ikki heilt trygg við støðuna, hóast hann hevur verið um­ røddur fleiri ferðir. Av tí sama vilja tey hava landsstýrismannin samráð at fara í dýpdina í málinum og at tráðspyrja hann um sam anleggingina. Katrin Dahl sigur, at enda­ málið við samráðnum er í høv­ uðs heitum at fáa lands stýris­ mannin at veita fulla fulla vissu fyri, at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan fáa røkt sínar lóg­ ar ásettu skyldur eftir sam­ an leggingina og at hvørki arbeiðseftirlit ella mat vøru­ eftirlit verður verri enn tað hevur verið. – Vit vilja hava fulla vissu fyri, at stovnarnir framvegis klára at halda lógina. Tvinnir kostir Er støðan ikki tann einfalda, at Løgtingið hevur samtykt at skerja játtanina og at landsstýrismaðurin hevur verið noyddur at seta tiltøk í verk fyri at fáa hana at halda? – Tað er rætt at játtanin varð skerd. Men fyri tað skal lógin haldast. Og kann landsstýrismaðurin ikki veita okkum fulla trygd fyri hesum eru bara tveir kostir í at velja. Annar kosturin er at broyta lógina um arbeiðseftirlit og matvørueftirlit so at tær verða lagaðar til játtanina hjá stovninum og tað er Løg­ tingið ikki sinnað til. – Hin kosturin er at hækka játtanina so at stovnarnir verða førir fyri at halda lóg ina, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Hon sigur, at vinnu nevnd­ in hevur ikki tikið støðu til, hvat næsta stigið skal verða, kann landsstýrismaðurin ikki vátta, at stovnarnir klára at halda lógina. Men hjá henni sjálvari er ongin ivi. – Endamálið má verða, at so má játtanin hækkast so at tað ber til at halda lógina, sigur hon. aki@sosialurin.fo Greitt svar frá Johan Dahl SAMRÁÐ Vinnunevndini hjá Løgtinginum vil nú hava fulla trygd fyri, at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga klára at halda lógina eftir at tey eru samanløgd í ein stovn Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnu­ nevnd ini hjá løgtinginum, sigur, at tá ið Johan Dahl, lands stýrismaður í vinnumálum verður í samráði í nevndini um Arbeiðseftirlitið og Heilsu frøðiligu Starvsstovuna, fær hann einar tíggju spurningar frá nevndini at svara um sjálva samanleggingina. – Vit vilja hava at vita, hvørjar fyrireikingar vórðu gjørdar, áðrenn avgerðin um sam a n ­ legg ingina varð tikin og um alt økið viðvíkj­ andi arbeiðaravernd og heilsufrøðiligum eftirliti varð lýst út í æsir, áðrenn støðan varð tikin. Nevndin vil eisini hava at vita um Johan Dahl hevur ráðført seg við Arbeiðsumhvørvisráðið, sum Katrin Dahl Jakobsen sigur, at hann eigur at gera, áðrenn ein so stór avgerð verður tikin. Annars vil nevndin hava at vita, hvørjar fak­ ligar grundgevingar, samanleggingin byggir á. – Og so vilja vit sjálvandi hava greitt svar upp á spurningin um Johan Dahl kann tryggja, at tann samanlagdi stovnurin verður førur fyri at røkja allar sínar skyldur, sum hann hevur eftir lógini og eftir teimum altjóða sáttmálum, Føroyar hava bundið seg til at halda. – Í hesum sambandi vilja vit eisini hava vátt an fyri, at alt lógarkravt eftirlit og sýn á arbeiðs plássum, eisini verða framd eftir saman leggingina, so at virki og fyritøkur fram eftir eisini kunnu verða góðkendar, sigur Katrin Dahl Jakobsen. 10 spurningar MeiRi pengAR Kann Johan Dahl ikki veita okkum fulla trygd, mugu Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fáa hægri játtan, sigur Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini hjá Løgtinginum Tað eru tvinnir kostir at velja ímillum KAtriN DAHl JA KOB SeN Nú vilja vit í dýbdina við málinum KAtriN DAHl JA KOB SeN