Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 10 Sosialurin Leo Poulsen Tað var eitt heldur óvanligt mál, sum Føroya Rættur við­ gjørdi seinasta hósdag. Ein maður stóð ákærdur fyri at hava skotið tvær kettur. Ákærdi maðurin greiddi frá, at hann sjálvur búði í Danmark, tá hendingin fór fram. Hann var komin heim einaferð fyrst í árinum í 2009, og tá søgdu synirnir honum, at teir vóru illa plágaðir av tveimum kettum, sum við hvørt givið høvi smugu sær inn og gjørdu illa um seg. Ákærdi maðurin segði, at hann einki gjørdi við málið tá, men heimaftur komin á sumri sama árið, var skilið hitt sama. Maðurin greiddi frá, at ketturnar klór­ aðu upp eftir snóratrænum, inn á altanina og so inn um altanhurðina ella vindeygu, sum stóðu á glopp. Knappliga lá ein ketta í sofuni, tá tú kom inn. Tær klóraðu upp eftir veggunum og løgdu á mat, um hann stóð frammi, segði ákærdi maðurin. Men tað, sum bikarið at flóta yvir, var tá hann ein dagin varnaðist okkurt ljóð í barnavogninum, har tríggjar mánaðar gamli abbasonurin lá og svav. Tá hann fór at hyggja, lá onnur av hesum kettunum omaná høvdinum á abbasoninum. Eg treiv í kettuna og tveitti hana frá mær. Hon klóraði eina langa skeinu í armin á mær, og abbasonurin bløddi í kjálkanum, segði ákærdi mað urin. Hann hevði hereftir sett seg í samband við aktingar­ mannin í bygdini, men hesin var upptikin av øðrum og vísti honum til kettufellur. Tað eydnaðist manninum at fanga báðar ketturnar, sum hann síðani skjeyt. Eisini konan var í rætt­ inum sum vitni, og eins og ákærdi maðurin segði konan seg ikki ivast í, at talan var um útløgukattar. Kelnir frensar Ikki óvæntað var søgan hjá eigaranum av frensunum ein heilt onnur. Talan var um eina unga gentu sum greiddi frá, at tann størri frensurin var ein, hon hevði tikið upp av vegnum. Talan var kortini ikki um ein útløgukatt, tí tá hon frætti um frensin hevði hann bara verið útkoyrdur í eina viku. Hon valdi at taka sær av frensinum, tá hon hoyrdi um hann. Yngra frensin hevði hon fingið sum kettling úr Havn. Eigarin av frens­ unum segði, at báðir vóru sera keln ir og góðir við seg. Gentan segði, at tá hon varnaðist, at ketturnar ikki komu aftur, leitaði hon í tíggju dagar eftir teimum. Hon setti seg eisini í samband við Djóra verndarfelagið at vita, um kett urnar vóru kom­ nar inn til teirra. Unga gentan viðgekk, at ketturnar vóru ikki inni hvørja nátt, men tær vóru ong antíð burtur í senn. Um­ vegis vinfólk fekk hon so at vita, at grannin hevði skotið ketturnar, og tí gjørdi hon av at melda. Hjálagt skjølunum vóru rokningar frá djóralækna sum vístu, at tær høvdu fing­ ið vaccinatiónir og chip, um­ framt pass, tí ætlanin var at taka tær við til Danmarkar. Hon kravdi eisini endur­ gjald fyri »tort og svie« upp á tilsamans 10.000 krónur. Herverk Ákærin í málinum, Tønnes Wardum, segði, at málið var eitt sindur serligt við tað, at eingin lóg finst um leysgangandi kettur, og mál­ ið tí varð viðgjørt undir para­ graf 291, sum umrøður mill­ um annað herverk. Hann segði seg ikki taka støðu til endurgjaldskravið, og mælti til, at hetta varð avgreitt í einum borgarligum rætti. Ákærin segði, at bótin vanliga verður ásett til helvt­ ina av endurgjalds kravinum, sum í hesum føri sostatt skuldi verið 5.000 krónur, men hann helt, at talan var um linkandi umstøður og mælti tí til, at bótin í staðin verður ásett til 2.000 krónur. Dómarin var so í iva, at hann vildi hava nakrar tímar at hugsa seg um í, og klokkan 14 fall so dómurin, ið sum nevnt gjørdist frídøming. Fríkendur fyri kettuskjóting KETTUSKJÓTING Dómarin valdi at fríkenna ein mann fyri at hava skotið tveir frensar, sum maðurin helt vera útløgukattar, men sum vístu seg at vera tveirt frensar hjá einari ungari gentu. Eini frensurin lá og svav í barnavogninum hjá abbasoninum ákærda mannin, oman á høvdinum á tí tríggjar mánaðar gamla FLEYT YVIR Tað var í lagi, at ein maður skjeyt tveir frensar, sum sníktu seg inn í húsini hjá manninum og klóraðu upp eftir vegginum. Bikarið fleyt yvir, tá tann eini frensurin kreyp inn í barnavognin hjá abbasoninum og legði seg at sova á høvdinum í tí tríggjar mánaðar gamla dreinginum