Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 Sosialurin Uni Holm Johannesen Tað er fremmant í føroyskari bókmentan. Ófrættakent. Í bókini, sum 32 ára gamla Silvia Henriksdóttir lat úr hondum í síðstu viku, eru beinraknar lýsingar av hennara barndómi. Hon er fyri kynsligari misnýtslu sum barn. Hon hevur givið sær fullkomiliga fríar teymar at skjalfesta sínar upplivingar. – Tað er upp til lesaran at meta, um eg geri uppreistur. Rithøvundar hava altíð pro­ vokerað, og at skriva eina bók, har ein av boðskapunum er, at ting verða pakkað ov nógv inn, og síðan sjálv at pakka inn, tað hevði verið eitt sindur paradoksalt, sig­ ur Silvia Henriksdóttir um bókina við heitinum ”Sig at du lyver.” Í bókini eru grovar skuld­ setingar móti navngivnum persónum, sum hava svikið smágentuna. Maðurin, hon helt vera pápa sín, framdi kynsligan ágang móti fýra ára gomlu gentuni og fram til skúlaaldur. Silvia Henriksdóttir roynir eina ferð varisliga at siga mamm­ uni frá síni vanlukku. – Tað er lygn, sig, at tú lýgur!, er skjóta og avgjørda svarið. Smágentan hevur skilt boðskapin. Við orðunum slær mamman fast, at tað verður ikki tosað meira um tað. Nakrantíð. Hugsið um tey raktu Lítla fjallalandið við teimum brøttu líðunum, langt úti í Atlantshavinum. Tjóðin Før oyar. Oyggjasamfelagið við stórslignu náttúruni. Av byrgt frá hinum. Grund­ vøll ur in, lívið hjá ernum og stríðs hugaðum føroyingum er bundið at. Her er trygt. Før oyar eru millum heimsins sam feløg, har minst brots verk verður framt. – Tað besta hevði verið, um bókin kundi givið føroy­ ingum ein kvøkk, sum vakti teir upp frá paradís­illu sjón­ ini. Ja, tað er trygt í Føroyum. Á pappírinum, sigur Silvia Henriksdóttir. Ein vinkona sigur henni, at maðurin, sum býr saman við mammuni, er ikki pápi hennara. Tað vita øll. Utt an smágentan Silvia og stóri­ beiggi hennara. Mamm an vil ikki reiðiliga svara henni, tá hon spyr um tað. Seinni leitar Silvia fram skjøl, har hon fær staðfest, at biologiski pápin er norðmaðurin Henrik Han­ sen. Í bókini sigur Silvia Hen­ riksdóttir eisini frá sam­ komuni Nardus, sum krevur, at hon skal ganga í niðurdeili, og tá hon sum 27 ára gomul meldar mannin, sum hevur framt kynsligan ágang móti henni, á politigarðinum í Havn. Málið er fyrnað, er einasta svarið. – Tá tú ansar so nógv eftir ikki at traðka nakran á tærnar, verður úrslitið tað øvugta. Øll kýta seg fyri ikki at stoyta onnur. Tað virkar øvugt, tíverri. Tað hevur við sær, at alt kann fara fram handan gardinurnar. Tað er ikki tí, at føroyingar ikki tosa. Tosið endar bara ov sjáldan á røttum stað. Tað er eisini alt ov lætt at krógva seg hand an religión. Føroyingar hava alt ov stóra virðing fyri trúgv, heldur Silvia Hen­ riksdóttir og sipar til, at før­ oy ingar liva eftir serligum mannagongdum. Hon leggur áherðslu á, at hon hevur ikki skrivað sína persónligu søgu, tí onnur skulu hava samkenslu við henni. – Tað er fyri, at fólk skulu hugsa um øll tey, sum hava upplivað – og uppliva! ­ slíkt, og tað sum verri er, men ikki megna at skriva um tað, ella á annan hátt at sleppa til orðanna, sigur Silvia Hen­ riksdóttir. Bókin er eingin hevndaratsókn, men tað ræður um hjá henni at geva eina beinrakna lýsing av, hvat eisini fer fram í Føroyum. Tí er bókin ikki á føroyskum Silvia Henriksdóttir skrivar á donskum. Hon hugsaði leingi um, hvørjum máli, hon skuldi skriva á. Hon valdi danskt, tí á føroyskum er tað ov langt frá talumáli til skriftmál. Hon vildi skriva ein livandi tekst. – Skuldi eg skriva á før­ oyskum, hevði tað ikki ver­ ið nóg føroyskt. Hevði eg skrivað nóg føroyskt, hevði tað dripið tekstin. Tað eru fyrimunir við danska málin­ um, tí eg fái størri lesaraskara, umframt at eitt stórt forlag stuðlar mær. Bókin er longu útseld í føroysku handlunum. Vil flyta mørk Silvia Henriksdóttir hevur við bókini ”Sig at du lyver” flutt mørk í føroyskum skald­ skapi, hóast hon er skrivað á donskum. Føroyingar hava áður roynt seg við líkandi bókum, men eingin er eins húðleys sum hendan. Orsøkin er fremst av øllum, at hon sigur søgur um navngivnar persónar. – Flestu rithøvundar vilja flyta mørk og gera mun. Tað er ikki nóg mikið at skriva og tveita tekstin í skuffuna. Rithøvundar vilja skriva bøkur, sum rørir lesaran, flyt ir og mennir hann. Júst sum øll onnur list. Ein tónleikari er fegin, tá hann rørir lurtararnar, júst sum ein rithøvundur er fegin, tá lesarin fær nakað at hugsa um. Best hevði verið, um lesarin broytist av at lesa bókina. Tað er tað ultimativa. At broyta heimin, sigur Silvia Henriksdóttir, sum framvegis ikki kennir stórvegis til móttøkuna av bók ini. Silvia Henriksdóttir er cand. IT og starvast sum granskari. Hon býr í Noregi í lítlu norsku bygdini Aremark, saman við manninum og trimum børnum. – Eg eri ikki rýmd frá for­ tíðini. Um tað hevði verið neyðugt, hevði eg ongantíð skrivað bókina. Tað ber ikki til at skriva ein góðan tekst um nakað, tú ikki er avklárað við. Eg eri flutt til Noreg, ikki frá fortíðini, men til eina framtíð, sigur Silvia Henriksdóttir. Tað er trygt í Føroyum – á pappírinum Silvia Henriksdóttir skrivar um síni barnaár í Kollafirði í bókini ”Sig at du lyver.” Við nøvngivnum persónum festir hon á blað sínar upplivingar, tá hon var fyri kynsligum ágangi og annað. - Tað besta hevði verið, um bókin kundi givið føroyingum ein kvøkk, sum vakti teir upp frá paradís-illusjónini, sigur hon Tríggjar av seks stjørnum Katrine Sommer Boy­ sen, bókaummælari, gev ur bókini hjá Silvu Hen riks dóttir tríggjar av seks stjørnum. Her er brot úr um mæl in­ um, sum kann lesast á heimasíðuni www. kpn.dk. ”Det er i de beskriv­ ende afsnit, at Hen riks­ dóttir brillerer. Her beviser for fatteren en evne til med nærmest barnlig uskyld ighed at identificere sig med sit fortids jeg og gen­ nemleve verden, som den så ud dengang, hvil ket er rørende læs­ ning. Tungere bliver det des værre straks, når det gælder voksen­ livet, hvor den krono­ logiske frem drift bliv er et unød vendigt domi nerende princip for teksten, der såre savner de tidligere kapitlers ren hed. Ikke at det er mindre interessant, men bog­ en mister bare sine litte rære kvaliteter og kammer over i det selv­ bio grafiske og afslør­ ende aspekt, der nok er både skræmmende og vedkommende, men ikke nok til at gøre en fuldendt bog. ” Jógvan Páll Lassen, advokatur, segði í Eygsjón hjá Kringvarpi Føroya fríggjadagin, at navn givnu per sónarnir kundu steðga bókaútgávuni hjá Silviu Henriksdóttir við fútaforboði. – Tað eru grovar og ærumeiðandi skuldsetingar móti navngivnum persónum. Tað er ein lang tilgongd við rættarmáli og øðrum, um ein bók skal steðgast við fútabanni, sigur Jógvan Páll Lassen. Silvia Henriksdóttir ger greitt, at hon hugsaði um avleiðingarnar, tá hon skrivaði bókina. Hon hugsaði eisini um avleiðingarnar við at lata vera. - Eg ræðist ikki eitt rættarmál. Øll hava rætt til at siga sína søgu. Hví kann eg ikki siga mína søgu, tí eg havi verið út fyri nøkrum ræðuligum?, spyr Silvia Henriksdóttir. Navn: Silvia Henriksdóttir Aldur: 32 ár Bústaður: Aremark, Noreg Útbúgving: Cand. IT Starv: Granskari og rithøvundur ”Sig at du lyver” er hennara fyrsta bók Fakta