mánadagur 14. mars 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
14
Sosialurin
Jan Müller
Hóast vit eru næstu grannar,
so hevur tað altíð verið sera
avmarkað við samstarvi mill
um Føroyar og Hetland. Hetta
vil hetlendski “løgmaðurin”,
Sandy Cluness vera við til
at broyta. Tí koma hann og
onnur umboð fyri hetlendska
stýrið á vitjan í Føroyum í
komandi viku, har tey skulu
hitta umboð fyri vinnulív og
myndugleikar.
Sandy Cluness er ikki ein
og hvør í Hetlandi. Hann
hev ur drúgvar royndir í al
mennu fyrisitingini og SIC,
Shetland
Island
Council.
Hann hevur tí eisini kunnað
fylgt við í tí samvinnu, sum
hóast alt hevur verið millum
Føroyar og Hetland í nærum
hálvthundrað ár. Fyrstu ferð
hann vitjaði í Føroyum var
fyri umleið 40 árum síðani
og hava vitjaninar verið
fleiri øll hesi árini. Hann
dyl ur ikki fyri, at honum
dámar væl Føroyar og fólkið
her býr. Hann ivast ikki í,
at føroyingar og føroyskar
fyritøkur við sínum royndum
og vitan eisini hava nakað at
geva Hetlandi, sum í stóran
mun “bara” hevur verið at
meta sum ein útjaðari í Stóra
bretlandi.
Ein av orsøkunum til av
markaða samstarvið mill
um
oyggjarbólkarnar
í
Norð uratlantshavi
held ur
Sandy Cluness vera vána
liga ferðasambandið mill um
oyggjarnar. Hóast tein urin
millum Hetland og Før oyar
er stuttur hevur ferða sam
bandið verið sera avmarkað tó
við undantøkum, tá Norrøna
hevur lagt at í Lerwick og
Atlantic Airways hevur lagt
leiðina til Hetland á rutuni
millum Vágar og London. Í
dag er alt við tað gamla. Nú
skulu td. føroyingar, ið vilja
koma til Hetland leiðina um
Keypmannahavn og Aber
deen fyri at koma til Het
lands.
Sandy Cluness sær fegin,
at ferðasambandið verður
bøtt aftur, soleiðis at eitt nú
vinnulívið kann gagna hvør
øðrum. Og tað er ma. Í hesum
ørindum, at hetlendski løg
maðurin kemur til Føroyar
í komandi viku saman við
vinnulívsfólki. Ein av or
søkunum til hesa vitjan er
eisini at hitta umboð fyri
Føroya Tele, sum longu hevur
ein týðandi lut í hetlendsku
menningini, her serstakliga
innan vinnulívið.
Saman við Cluness kem
ur eisini Neil Grant, sum
stendur á odda fyri bú
skaparliga partinum av het
lendska oyggjaráðnum. Har
aftrat kemur Marvin Smith,
sum hevur tikið sær av
samstarvinum við Føroya Tele
og helst eisini formaðurin
í menningarnevndini í het
lendska oyggjaráðnum.
Føroya Tele og Articon
Fyri nøkrum árum síðani
kom Føroya Tele inn á het
lendska marknaðinum gjøg
num Shefakaðalin, og fyrr
í ár gjørdi so eisini byggi
fyritøkan Articon innrás í
Hetlandi. Í báðum førum er
eisini talan um virksemi, sum
onkursvegna er relaterað til
oljuvinnuna.
Stórt virksemi er vestan
fyri Hetland, og hetta set ir
støðugt størri krøv til het
lendskar havnir. Het lendska
Oyggjaráðið hevur tí gjørt
av at gera eina stóra íløgu
í havnina í Schalloway, har
innsiglingin skal dýpast fyri
at kunna taka ímóti teimum
stóru
frálandaskipunum
um framt fiskiskipum. Tað er
hetta arbeiðið, sum Articon
skal standa fyri og er Sandy
Cluness sera fegin um, at ein
føroysk byggifyritøka hevur
fingið hesa uppgávuna. Hann
bjóðar Articon vælkomnum í
Hetlandi.
Frammanundan
hevur
Før oya Tele fingið fótin
fast an í Hetlandi gjøgnum
tær tænastur, sum Shefa
kað al in kann veita, eisini
á olju leiðunum vestan fyri
Het land. Sandy Cluness er
sera fegin um hetta sam
starv ið, sum m.a. skal geva
het lendingum nógv betri
breið bandsamband.
Breið
band ið
er
sera
neyðugt
fyri vinnu ligu menningina
í oyggj unum. Føroya Tele
kemur inn í myndina í eini
tíð, har hetlendingar sanna,
at teirra egna telefyritøka,
British Telecom, hevur slept
Het landi eins og øðrum út
jaðarum uppá fjall.
Tær stóru útbyggingarnar
innan oljuvinnuna vestan
fyri Hetland hava við sær
nógv arbeiði til lands eis
ini, har tað í løtuni verða
bygd ir bústaðir at hýsa 800
arbeiðarum, nærhendis Sull
om Voe terminalinum. Hesir
skulu byggja eina stóra gass
verksmiðju komandi árini,
ta fyrstu av sínum slag í
Hetlandi. Franska oljufelagið
Total er farið undir eina risa
stóra verkætlan, sum er at
taka gass upp úr undir grund
ini og flyta tað til nýggja
gassterminalin í Het landi.
Uppá fyrispurning um
før oyskar fyritøkur hava
møgu leika at fáa lut í øðrum
arbeiði og selja vørur og
tæn astur í Hetlandi sigur
Sandy Cluness, at tá talan
er um olju og gassøkið, so
eru nógvir møguleikar eisini
hjá føroyskum fyritøkum at
vera við í menningini. Dømi
um hetta eru so longu Før
oya Tele og Articon. Sandy
Cluness sær tó fegin, at henda
samvinna
gongur
báðar
vegir og her sipar hann til
royndirnar hjá føroyingum
at finna olju og gass.
Føroysk olja til
Hetlands!
– Vónandi finna tit eisini
bæði olju og gass á tykkara
landgrunni, og tá eru vit
eisini tilreiðar at taka ímóti
tí í Sullom Voe. Tað verður
so nógv skjótari og lættari
fyri føroyingar heldur enn
at skula byggja móttøkur á
landi í Føroyum, so vit vóna,
at okkurt oljufelag skjótt
finnur kolvetni í føroysku
undirgrundini. Sjálvur ivast
Sandy Cluness ikki í, at tað
verða gjørd fund føroysku
megin markið. Hann vísir á
stóru tøkniligu menningina
seinastu árini og samanber
við
líknandi
menning
í
Barentshavinum, í russiskum
og norskum øki, har tøknin
nústaðni er so mikið ment,
at til ber at fara eftir olju har
eisini.
Sandy Cluness vísir á, at
hetlendingar gjøgnum árini
hava gjørt stórar íløgur í
oljuvirksemi, her serstakliga
í risastóra oljuterminalin
í Sullom Voe, sum leingi
hev ur verið tann størsti í
Europa. Hesin hevur tikið
ímóti olju frá feltum bæði
í Norðsjónum og vestan
fyri Hetland í mong ár, men
seinastu árini hevur gingið
tann skeiva vegin. Fyrr komu
800 tangaskip til Sullom
Voe um árið, nú er talið 200.
SamStarv. – Finna føroyingar olju og gass bjóðar Hetland seg fram til at taka ímóti
føroyskum kolvetninum, um tit vilja sleppa undan at fremja dýrar útbyggingar í Føroyum
sigur hetlendski løgmaðurin, Sandy Cluness, sum vitjar í Føroyum í komandi viku. Hann
vónar eisini, at ferðasambandið millum oyggjasamfeløgini kann mennast aftur.
Sandy Cluness, convenor ella ovasti leiðarin í hetlendska
oyggjaráðnum, kemur til Føroya í komandi viku.
Øll hava arbeiði
Hetland er ikki bert olja og gass. Umframt oljuna og
gassið hava tey framvegis eisini ein nútímans fiskiflota,
sum m.a. veiðir makrel. Orsakað av europeisku
kvotaskipanini so er veiðan eftir botnfiski tíverri nógv
minkað. Fyrr vóru eisini nógv fiskavirki á landi at taka
ímóti hesum fiskinum, men har er bara gingið tann
skeiva vegin, soleiðis at tað í dag bara er eitt vanligt
flakavirki eftir. Hinvegin gongur væl við laksaalingini,
sum gevur nógv arbeiði og inntøkur. Arbeiðsloysi er so
gott sum einki. Seinastu 10 árini hevur tað ligið millum
1 og 2% , so arbeiði er til flestu hendur.
jan@sosialurin.fo
Varandi orkukeldur
Kring allan heim verð ur granskað í og arbeitt við at fáa
varandi orku keldum. Hetland er einki undantak í so
máta. Tvørturímóti hevur í mong ár verið brúkt nógva
orka til at menna varandi orku keldur. Í løtuni er ein
verkætlan við vind myllum við at fara av bakka stokki.
Byggjast skal ein risastór vind mylnupark við ikki færri
enn 120 myllum. Haraftrat verður granskað í alduorku
og orku frá flóð og fjøru. Stór framstig eru gjørd, tó at
hesar verk ætlanir enn ikki eru vornar veruleiki.
jan@sosialurin.fo
Hetlendingar vil
samstarv við Før