mánadagur 14. mars 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tvær ringar vikur hjá Arsenal
Fótbóltur Fyri góðum tveimum vikum síðani fóru Arsène Wenger og Arsenal á vøllin í Carling Cup finaluni við
møguleikanum at vinna fýra steyp hetta kappingarárið. Síðani hava teir tapt í Carling Cup finaluni, Champions
League og leygardagin taptu teir eisini í FA Cup. Men Arsène Wenger tvíheldur um, at hann ger tað rætta
Tróndur Arge - Liverpool
Tað var í 1996, at ein heldur ókendur
Arsène Charles Ernest Wenger tók
yvir í Arsenal. Fraklendingurin kom
frá einum venjarastarvi í Japan og
ilt var at síggja hvussu ein maður,
ið líkist meira einum lærara enn
einum venjara, skuldi fáa skil upp
á menn sum Tony Adams, Steve
Bould, Paul Merson, John Hartson
og Martin Keown. Tað er í dag
alment kent, at flestu av hesum
drukku illa og millum annað Paul
Merson og Tony Adams vóru
bein leiðis alkoholikarir. Tú kanst
ímynda tær støðuna, tá Arsène
Wenger segði við leikararnar, at
hann vildi hava teir at gevast at
drekka og byrja at íðka yoga.
Arsène Wenger, sum í góð
sjey ár hevði verið venjari hjá
Monaco, visti hvat hann gjørdi.
Eitt av hansara fyrstu keypum var
Patrick Vieira, sum seinni gjørdist
liðskipari hjá Arsenal. Árið eftir
keypti Arsène Wenger leikarar sum
Marc Overmars, Emmanuel Petit og
Nicolas Anelka. Og í sínum næsta
kappingarári vann Arsène Wenger
Premier League við Arsenal.
The »Invincibles«
Arsenal vann Premier League í
2002 og 2004. Í kappingarárinum
2003-2004 megnaðu teir enntá
at spæla eitt heilt kappingarár
uttan at tapa, og fáa heitið The
»Invincibles«. Undangongumenn
vóru millum annað Thierry Henry
og Patrick Vieira. Í 2005 vinnur
Arsenal FA Cup, meðan teir í 2006
koma í Champions League final-
una, men tapa fyri Barcelona. Í
heim ligu kappingini gongur illa
og liðið megnar akkurát at røkka
fjórða plássinum. Liðið skiftir eisini
frá Highbury til Emirates, meðan
leik arar sum Patrick Vieira verða
seldir.
Seks ár uttan steyp
Tað eru nú skjótt seks ár síðani, at
Arsenal hevur vunnið nakað. Lið-
ið hevur seinnu árini ikki megna
av álvara at bjóða av í odd inum í
heimligu kappingini og viðhalds-
fólkini eru ótolin. Tey vilja hava
topp leikarar
og
steyp,
meðan
Arsène Wenger heldur fast um at
brúka egnar ungar leikarar.
Bretsku fjølmiðlarnir eru á
einu máli um, at Arsène Wenger
má keypa ein góðan málmann og
styrkja verjupartin. Tað var júst
ein verju villa millum miðverja og
málverja, ið kostaði Arsenal í evstu
løtu í Carling Cup finaluni. Hevði
hatta nakrantíð hent, um David
Seaman og Tony Adams ráddu fyri
borgum? Neyvan! Søgan sigur, at
Arséne Wenger var um reppi at
keypa góðan málmann í summar,
men góðar 10 milliónur krónur
skiltu partarnar. Tað eru smápengar
í fótbólts heiminum, men tað eru
slíkir smálutir, ið kunnu gerast
mun urin millum gull og silvur.
»Dómarin er ein joke«
Soleiðis segði Arsenal framherjin,
Robin van Persie, um dómarin,
ið vísti honum av vøllinum í
Champions
League
dystinum
móti Barcelona. Eftir dystin var
Arsène Wenger í øðini og segði á
tíð inda fundinum aftaná, at dóm-
arin var orsøkin til, at Arsenal ikki
kom víðari. Hetta hóast Barcelona
í fyrra dystinum fekk eitt mál
kolldømt fyri rangstøðu, tá sjón-
varps myndirnar vístu at so var
ikki. Eisini var Lionel Messi feldur
í brots teiginum hjá Arsenal, men
dóm arin dømdi einki. Umframt, at
Arsenal einki skot hevði á Barce-
lona málið. Tað er ikki hent fyrr í
Champions League søguni, at eitt
lið einki skot hevur havt á mál í
einum dysti, vita spanskir miðlar
at siga.
Tá Arsenal var í hæddini í
Champions League í 2006 var Thierry
Henry undangongumaðurin, ið
skoraði tey týdningarmiklu mál-
ini. Í dag er Robin van Persie tann
leikarin, ið skal standa fyri teim-
um týdningarmálinum. Men hann
hevur verið skaddur áleið helm-
ingin av tíðini hann hevur verið í
Arsenal. Tá Arsenal ikki kann lýta
á hollendingin, so eru avloysarnir
Maourane Chamakh og danin
Nicklas Bendtner.
Í løtuni tá Robin van Persie varð
útvístur var Arsenal omaná saman-
lagt við einum góðum hálvum tíma
eftir at spæla. Tað er tí skiljandi, at
Arsenal viðhaldsfólk og Arsène
Wenger eru óð um útvísingina, sum
ongan tíð skuldi verið komin. Men
spurningurin er, um tað ikki bara
hevði útsett pínuna hjá Arsenal,
sum ikki sær út sum eitt lið, ið kann
vinna Champions League í ár.
Sjey verjuleikarar
Leygardagin var Arsenal á vitjan
á Old Trafford í FA Cup. Sir Alex
Ferguson, venjari hjá Manchester
United, hevði valt eitt heldur øðrvísi
lið til hendan dystin. Manchester
United skal týskvøldið spæla í
Champions League og tí hevði
hann valt at spara fleiri av bestu
leik arunum. Millum annað so var
mið vøllurin mannaður av Rafael
og Fabio Da Silva, Darron Gibson og
John O’Shea. Arsenal kom hinvegin
við sterkastu uppstilling, tó uttan
Theo Walcott og Cesc Fabregas,
sum báðir eru skaddir.
Var tað av neyð, at Sir Alex stilla
upp við einum eykaliðið, ella veit
hann okkurt um Arsenal, sum
Arsène Wenger ikki veit? Dysturin
end aði við 2-0 sigri til Manchester
United og upp á tvær vikur hev ur
Arsenal tapt í øll trimum steypa-
kapp inginum. Umframt, at liðið
bara fekk javnleik móti Sunderland
í Premier League.
Hvat nú Wenger?
Hóast kritikkurin heglar omanyvir
Arsenal, so liggja teir nummar tvey
í Premier League. Faktist so eru
teir trý stig aftanfyri Manchester
United, sum hevur spælt ein dyst
fleiri. Omaná á tað, so hava teir
eisini ein dyst móti júst Manchester
United á Emirates leikvøllinum. Tað
hoyrir eisini til søguna, at Arsenal
meginpartin av árinum hevur verið
Thomas Vermaelen fyri uttan. Hann
hevur verið ein skansi í verjuni hjá
Arsenal.
– Um eg lurtaði eftir øllum
kritikk inum, so hevði eg aldrin trú,
at vit liggja nummar tvey, sigur
ein speiskur Arsène Wenger um
kritikkin.
Arsène Wenger hevur nú tíggju
dystir eftir í ár, at mótprógva øll-
um kritikkinum. Vinnur Arsenal
Premier League, so er verjuvillan í
Carling Cup finaluni gloymt saman
við tapinum á Nou Camp og á Old
Trafford. Men fellur korthúsið hjá
Arsène Wenger saman enn eina
ferð, so eru tað seks ár síðani at
maðurin, ið skapti The »Invincibles«
hevur vunnið nakað.
trondur@sosialurin.fo
Da Silva tvíburarnir, fegnast eftir leiðslumálið í 2-0 steypasigrinum á Arsenal leygarkvøldið
Mynd: Polfoto